YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Matteus 28

28
Jesu uppreisn
1Men eftir hvíludagin, tá ið tók at lýsa av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja eftir grøvini. 2Og sí, tá varð landskjálvti mikil, tí at eingil Harrans kom niður av himli og steig fram og velti steinin frá og setti seg á hann. 3Men útsjón hansara var sum snarljós, og klæði hansara hvít sum fonn. 4Men vaktarmenninir skulvu av ræðslu fyri honum og vórðu sum deyðir. 5Men eingilin tók til máls og segði við kvinnurnar: «Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. 6Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og síggið staðin, har sum Harrin lá! 7Og skundið tykkum og farið og sigið lærusveinum hansara: «Hann er risin upp frá deyðum; og sí, hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann!» Sí, eg havi sagt tykkum tað.» 8Og tær fóru í skundi burtur frá grøvini við ótta og miklari gleði, og tær runnu at bera lærusveinum hansara boð um hetta. 9Og sí, Jesus kom ímóti teimum og segði: «Heilar og sælar!» Men tær fóru til hansara og fevndu um føtur hansara og tilbóðu hann. 10Tá segði Jesus við tær: «Tit mega ikki ræðast! Farið og boðið brøðrum mínum, at teir skulu fara avstað til Galileu, og har skulu teir síggja meg.»
Gravarvaktin tekur við mutri
11Men meðan tær vóru á leiðini hagar, sí, tá komu nakrir av vaktarmonnunum inn í staðin og søgdu høvuðsprestunum frá øllum tí, ið til hevði borist. 12Og tá ið teir vóru komnir á fund saman við hinum elstu, hildu teir ráð saman, og teir góvu hermonnunum væl av peningi 13og søgdu: «Sigið: «Lærusveinar hansara komu á náttartíð og stjólu hann, meðan vit svóvu.» 14Og um so verður, at landshøvdingin fær hetta at frætta, so skulu vit tala hann til sættis og halda tykkum sakleysar.» 15Men teir tóku peningarnar og gjørdu sum teir vóru lærdir. Og hesi tíðindi eru komin út millum Jødanna líka til dagin í dag.
Skilnaður og dópsboð
16Men teir ellivu lærusveinarnir fóru til Galileu, til tað fjallið, har sum Jesus hevði sett teimum stevnu. 17Og tá ið teir sóu hann, tilbóðu teir hann; men summir ivaðust. 18Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: «Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. 19Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, 20og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.»

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in