YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Matteus 27

27
Jesus fyri Pilatusi
1Men tá ið morgunin var komin, hildu allir høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins samráð saman ímóti Jesusi at fáa hann tiknan av lívi. 2Og teir bundu hann og fóru avstað við honum og góvu hann upp til Pilatus landshøvdingan.
Deyði Judasar
3Tá ið Judas, sum sveik hann, sá, at hann var dømdur sekur, tá iðraði hann seg eftir tí og fór við teimum tríati silvurdálunum aftur til høvuðsprestarnar og hinar elstu og segði: 4«Eg havi syndað, við tað at eg sveik sakleyst blóð.» Men teir søgdu: «Hvat liggur okkum á tí? Tað fert tú sjálvur at síggja til!» 5Og hann kastaði silvurpeningarnar inn í templið og gekk sín veg; og hann fór burtur og hongdi seg. 6Men høvuðsprestarnir tóku silvurpeningarnar og søgdu: «Tað er ikki beint at leggja teir í tempulkistuna; tí at hetta eru blóðpeningar.» 7Og tá ið teir høvdu lagt ráð saman, keyptu teir fyri teir pottamakara-jørðina at hava til grevstur fyri útlendingar. 8Tí hevur henda jørðin verið kallað blóðjørðin til dagin í dag. 9Tá gekk tað orðið út, ið er talað av Jeremia profeti, tá ið hann sigur: «Og teir tóku teir tríati silvurdálarnar; virðið, ið hann var mettur til, hann, ið teir mettu fyri Ísraels børn; 10og teir lótu teir fyri pottamakara-jørðina, soleiðis sum Harrin mær beyð.»
Jesus í forhoyr, Jesus og Barabbas
11Men Jesus stóð framman fyri landshøvdinganum. Og landshøvdingin spurdi hann og segði: «Ert tú kongur Jødanna?» Men Jesus segði: «Tú sigur tað sjálvur.» 12Og meðan hann varð klagaður av høvuðsprestunum og hinum elstu, svaraði hann einki. 13Tá sigur Pilatus við hann: «Hoyrir tú ikki, hvussu nógv teir vitna ímóti tær?» 14Og hann svaraði honum ikki aftur, ikki upp á eitt einasta orð, so at landshøvdingin undraðist stórliga. 15Men um hátíðina var landshøvdingin vanur at sleppa fólkinum einum fanga leysum, sum tey sjálv vildu. 16Og ta ferðina høvdu tey ein tiltiknan fanga, nevndan Barabbas. 17Tá ið tey nú vóru saman komin, segði Pilatus við tey: «Hvønn vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan, Barabbas ella Jesus, ið kallast Kristus?» 18Tí at hann visti, at tað var av øvund, at teir høvdu givið hann upp til hansara. 19Men meðan hann sat í dómarastólinum, sendi kona hansara boð til hansara og segði við hann: «Fást tú ikki við henda rættvísa mannin, tí at eg havi útstaðið nógv í dag í einum dreymi fyri hansara skuld.» 20Men høvuðsprestarnir og hinir elstu elvdu mannamúgvuni til, at tey skuldu biðja um Barabbas og um, at Jesus skuldi verða tikin av lívi. 21Men landshøvdingin tók til orða og segði við tey: «Hvønn av hesum báðum vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan!» Men tey søgdu: «Barabbas!» 22Pilatus sigur við tey: «Hvat skal eg tá gera við Jesus, sum er kallaður Kristus?» Tey siga øll: «Lat hann verða krossfestan!» 23Men hann segði: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt?» Men tey rópaðu bert hvaðna harðari og søgdu: «Lat hann verða krossfestan!» 24Men tá ið Pilatus sá, at hann einki maktaði, men at ófriðurin heldur tók til, tók hann vatn og vaskaði sær um hendurnar, so mannamúgvan sá, og segði: «Eg eri ósekur í blóðinum á hesum rættvísa manni. Síggið tit til tað!» 25Og alt fólkið svaraði og segði: «Blóð hansara komi yvir okkum og yvir børn okkara!» 26Tá slepti hann teimum Barabbasi leysum, men Jesus læt hann húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestan.
Tornakrýningin
27Tá tóku hermenn landshøvdingans Jesus við sær inn í borgina og savnaðu alla manningina uttan um hann. 28Og teir lótu hann úr og hongdu eina skarlaksskikkju upp á hann; 29og teir flættaðu eina krúnu av tornum og settu honum á høvdið og góvu honum ein sevlegg í høgru hondina; og teir fullu á knæ framman fyri honum og hildu hann fyri háð og søgdu: «Heilur og sælur, tú, Jøda kongur!» 30Og teir spýttu á hann, og tóku sevleggin og slógu hann í høvdið á honum. 31Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr aftur skikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði; og teir fóru avstað við honum at krossfesta hann.
Krossfestingin
32Men á veginum út hittu teir ein mann frá Kýrene, sum æt Símun. Hann noyddu teir til at bera kross hansara. 33Og tá ið teir komu út til ein stað, ið nevnist Golgata, tað merkir: ennistaður, 34góvu teir honum vín blandað við galli at drekka; og tá ið hann hevði smakkað tað, vildi hann ikki drekka. 35Men tá ið teir høvdu krossfest hann, býttu teir klæði hansara sundur ímillum sín og lutaðu um tey, [fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av profetinum: «Klæði míni býttu teir sín ámillum, og um kyrtil mín kastaðu teir lut.»]. 36Og teir sótu har og hildu vakt yvir honum. 37Og uppi yvir høvdi hansara settu teir sakarmál hansara, soleiðis skrivað: Hetta er Jesus, kongur Jødanna. 38Síðan vórðu krossfestir saman við honum tveir ránsmenn, annar høgrumegin og annar vinstrumegin. 39Men tey, ið gingu tvørturvið, spottaðu hann og ristu við høvdinum og søgdu: 40«Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp aftur eftir trimum døgum, bjarga nú tær sjálvum! Um tú ert sonur Guðs, tá stíg niður av krossinum!» 41Somuleiðis háðaðu høvuðsprestarnir hann í felagi við hinum skriftlærdu og hinum elstu og søgdu: 42«Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa! Hann er kongur Ísraels! Lat hann nú stíga niður av krossinum, so skulu vit trúgva á hann! 43Hann leit á Guð. Hann bjargi honum nú, um hann leggur nakað í hann! Tí at hann hevur sagt: «Eg eri sonur Guðs.»» 44Á sama hátt spottaðu eisini ránsmenninir hann, sum vóru krossfestir saman við honum. 45Men frá sætta tíma kom myrkur um alt landið líka til níggjunda tíma. 46Men um níggjunda tíma rópaði Jesus við harðari rødd og segði: «Eli, eli, lama sabaktani?» Tað er: «Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?» 47Men nakrir av teimum, ið har stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu hetta: «Hann rópar eftir Elia.» 48Og við tað sama leyp ein teirra til og tók ein svamp og fylti hann við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka. 49Men hinir søgdu: «Bíða, lat okkum síggja, um Elia kemur at bjarga honum.» 50Men Jesus rópaði aftur við harðari rødd og gav upp andan. 51Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu, 52og gravirnar opnaðust, og mong likam av teimum heilagu, sum farin vóru til hvílu, risu upp; 53og tey gingu út úr grøvunum aftan á uppreisn hansara og fóru inn í hin heilaga staðin og sýndu seg fyri mongum. 54Men tá ið høvuðsmaðurin og teir, sum saman við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu landskjálvtan og tað, ið til barst, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: «Sanniliga var hesin sonur Guðs!» 55Men har vóru mangar kvinnur, sum stóðu burtur frá og hugdu at, tær, sum høvdu fylgt Jesusi úr Galileu og høvdu tænt honum. 56Teirra millum var Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups og Jósefs, og móðirin at Sebedeusarsonunum.
Gravlagdur
57Men tá ið komið var at kvøldi, kom ein ríkur maður úr Arimateu, Jósef nevndur at navni, sum eisini sjálvur var vorðin ein lærusveinur hjá Jesusi. 58Hann fór til Pilatus og bað um likamið av Jesusi. Pilatus beyð tá, at teir skuldu lata hann fáa tað. 59Og Jósef tók likamið og sveipaði tað inn í reint línklæði, 60og legði tað í ta nýggju grøv sína, sum hann hevði høgt inn í klettin; og hann velti ein stóran stein fyri gravarmunnan og fór avstað. 61Men har vóru Maria Magdalena og hin Maria; tær sótu beint yvir av grøvini.
Vakt yvir grøvini
62Men dagin eftir, sum er dagurin aftan á atfangadagin, komu høvuðsprestarnir og Fariseararnir saman hjá Pilatusi 63og søgdu: «Harri, okkum rennur í hug, at hesin svikarin segði í livandi lívi: «Um tríggjar dagar rísi eg upp.» 64Gev tí boð um, at væl verður hildið vakt yvir grøvini líka til hin triðja dagin, fyri at ikki lærusveinar hansara skulu koma og stjala hann og siga fyri fólki: «Hann er risin upp frá deyðum;» og tá munnu hini seinnu svikini verða verri enn hini fyrru.» 65Pilatus segði við teir: «Her hava tit vaktarmenn; farið avstað og haldið so væl vakt, sum tit vita best.» 66Og teir fóru avstað og settu góða vakt við grøvina við vaktarmonnunum; aftan á at teir høvdu sett innsigli á steinin.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in