YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Lukas 6

6
Jesus og hvíludagurin; lærusveinarnir slíta sær øks til matna
1Men tað bar so á hin næstfyrsta hvíludagin, at hann gekk tvørtur um ein akur, og lærusveinar hansara slitu øks, muldu tey við hondunum og ótu. 2Men nakrir av Farisearunum søgdu: «Hví gera tit tað, sum ikki eigur at verða gjørt ein hvíludag?» 3Og Jesus svaraði og segði við teir: «Hava tit tá ikki lisið tað, sum Dávid gjørdi ta ferðina, tá ið hann sjálvur og teir, sum við honum vóru, hungraðu? 4Hvussu hann fór inn í Guðs hús og tók sýnisbreyðini og át og gav eisini teimum, sum við honum vóru, tey, sum tað ikki er øðrum loyviligt at eta uttan prestunum einsamøllum?» 5Og hann segði við teir: «Menniskjusonurin er eisini hvíludagsins harri.»
Maður við visnari hond
6Men tað bar so á ein annan hvíludag, at hann kom inn í samkomuhúsið og lærdi. Og har var ein maður, og høgra hond hansara var visin. 7Men hinir skriftlærdu og Fariseararnir góvu gætur eftir honum, um hann mundi grøða um hvíludagin, til tess at teir kundu finna okkurt at klaga hann fyri. 8Men hann visti hugsan teirra; og hann segði við mannin, ið hevði ta visnu hondina: «Reis teg upp og kom fram higar í miðjuna.» Og hann reistist og fór fram. 9Men Jesus segði við teir: «Eg spyrji tykkum, um tað er loyviligt um hvíludagin at gera gott ella at gera ilt, at bjarga lívi ella at týna tí?» 10Og hann hugdi runt íkring at teimum øllum og segði við mannin: «Rætt hondina fram!» Hann gjørdi so, og hond hansara varð frísk aftur. 11Men teir vóru heilt ovursintir og talaðu hvør við annan um, hvat teir skuldu gera við Jesus.
Jesus velur sær tólv ápostlar
12Men tað bar so á um hetta mundið, at hann fór niðan á fjallið at halda bøn, og hann var har alla náttina í bøn til Guðs. 13Og tá ið dagurin kom, kallaði hann lærusveinar sínar til sín og valdi út tólv av teimum, sum hann eisini nevndi ápostlar: 14Símun, sum hann eisini nevndi Pætur, og Andrias, bróður hansara, og Jákup og Jóhannes og Filippus og Bartolomeus 15og Matteus og Tummas og Jákup, son Alfeusar, og Símun, sum tey kalla Zelotes, 16og Judas, son Jákups, og Judas Iskarjot, sum varð svikari.
Jesus grøðir sjúk
17Og hann fór oman við teimum og steðgaði á einum slætta, og har var tá ein stórur flokkur av lærusveinum hansara og ein stór mongd av fólki úr allari Júdeu og Jerúsalem og frá sjóvarbygdunum við Týrus og Sidon, sum komin vóru at hoyra hann og at fáa heilsubót fyri sjúkdómum sínum. 18Og tey, ið plágað vóru av óreinum andum, vórðu grødd; 19og øll mannfjøldin royndi at sleppa at nema við hann, tí at ein kraft gekk út frá honum og grøddi øll.
Sælir eru ... vei tykkum ...
20Og hann hevjaði upp eygu síni og leit at lærusveinum sínum og segði: «Sælir eru tit, fátækir, tí at tykkara er Guðs ríki. 21Sælir eru tit, sum nú líða hungur, tí at tit skulu verða mettir. Sælir eru tit, sum nú gráta, tí at tit skulu læa. 22Sælir eru tit, tá ið menn hata tykkum, og tá ið teir koyra tykkum út og háða tykkum og vanvirða navn tykkara sum eitt, ið ilt er, fyri menniskjusonarins skuld. 23Fegnist á tí degi og leypið av gleði, tí sí, mikil er løn tykkara í himli; tí at á sama hátt gjørdu fedrar teirra við profetarnar. 24Men vei tykkum, tit ríku, tí at tit hava longu tikið upp uggan tykkara. 25Vei tykkum, tit sum nú eru mettir, tí at tit skulu líða hungur. Vei tykkum, sum nú læa, tí at tit skulu syrgja og gráta. 26Vei tykkum, tá ið allir menn tala væl um tykkum; tí at á sama hátt gjørdu fedrar teirra við hinar følsku profetarnar.
Elskið fíggindar tykkara
27Men tykkum, sum á meg lýða, sigi eg: «Elskið fíggindar tykkara, gerið væl móti teimum, ið hata tykkum; 28vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum, og biðið fyri teimum, sum illkenna tykkum. 29Slær onkur teg undir annan vangan, tá bjóða honum eisini hin; og tekur onkur kappa tín, tá meina honum ikki at taka kyrtilin við. 30Gev hvørjum, sum biður teg; og tann, sum tekur tað, sum títt er, skalt tú ikki krevja eftir tí. 31Og eins og tit vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini somuleiðis gera móti teimum. 32Og um tit elska tey, sum tykkum elska, hvørja tøkk eiga tit fyri tað? Tí at syndarar elska eisini tey, sum teir elska. 33Og um tit gera væl móti teimum, sum gera væl móti tykkum, hvørja tøkk eiga tit fyri tað? Tí at syndarar gera eisini tað sama. 34Og um tit læna teimum, sum tit vænta at fáa aftur frá, hvørja tøkk eiga tit fyri tað? Tí at syndarar læna eisini syndarum fyri at fáa líka nógv aftur. 35Nei, elskið fíggindar tykkara, og gerið væl og lænið, uttan at vænta at fáa nakað afturfyri, og mikil skal tá verða løn tykkara, og tit skulu verða børn hins hægsta; tí at hann er góður við tey ótakksomu og illu. 36Verið miskunnsom, eins og faðir tykkara er miskunnsamur.
Dømið ikki
37Og dømið ikki, tá skulu tit ikki verða dømd. Og fordømið ikki, tá skulu tit ikki verða fordømd. Umberið, tá skal tykkum verða umborið. 38Gevið, tá skal tykkum verða givið; eitt gott, stappað, stungið, høgrokað mál skulu tey geva tykkum í fang; tí at við tí máli, sum tit mála, skal tykkum aftur verða mált.» 39Men hann segði teimum eisini eitt líknilsi: «Man blindur fáa leitt blindan? Munnu teir ikki báðir falla í veitina? 40Ikki er ein lærusveinur yvir meistara sínum; men ein og hvør, sum er fulllærdur, skal verða sum meistari hansara. 41Men hví sært tú flísina, sum er í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við? 42Ella hvussu kanst tú siga við bróður tín: Bíða, bróðir, lat meg taka flísina út úr eyga tínum; tú sum sjálvur ikki sært bjálkan í tínum egna eyga? Tín falsari, tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá skalt tú síggja væl at taka flísina út úr eyganum á bróður tínum.
Fruktirnar
43Tí einki gott træ er til, sum ber ringa frukt; og heldur einki ringt træ er til, sum ber góða frukt. 44Tí at hvørt eitt træ kennist av síni egnu frukt; tí at tey henta ikki fikur av tornum, og heldur ikki heysta tey vínber av tornarunni. 45Góður maður ber gott fram úr hjartans góðu goymslum sínum, og illur maður ber ilt fram úr sínum illu goymslum; tí at muður hansara mælir tað, sum hjartað er fult av.
Tvey hús
46Men hví kalla tit meg: Harra, harra, og gera ikki tað, sum eg sigi? 47Hvør tann, sum kemur til mín og hoyrir orð míni og ger eftir teimum – eg skal sýna tykkum, hvørjum hann er líkur: 48Hann er líkur einum manni, sum bygdi eitt hús og gróv djúpt niður á botn og legði grundina á klett; og tá ið áarføri kom, skolaði vatnflóðin móti hesum húsi, men fekk ikki vikað tí, av tí at tað var væl bygt. 49Men tann, sum hoyrir og ikki ger eftir tí, hann er líkur einum manni, sum bygdi eitt hús oman á jørðini við ongari grund undir; vatnflóðin skolaði móti tí og tað rapaði alt fyri eitt, og stórt var fallið á hesum húsi.»

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in