Evangeliið eftir Lukas 5
5
Fiskaveiði Pæturs
1Men tað bar á, meðan mannamúgvan tyrptist um hann og lýddi á Guðs orð, og hann var staddur við Genesaret vatnið, 2at hann sá tveir bátar liggja í fjøruni, men útróðrarmenninir vóru farnir burtur frá teimum og sótu og reinskaðu gørnini. 3Og hann fór tá inn í annan bátin, sum Símun átti, og bað hann leggja eitt sindur út frá landi; og hann settist tá niður og lærdi mannfjøldina úr bátinum. 4Men tá ið hann var hildin uppat at tala, segði hann við Símun: «Legg út á dýpið, og setið gørn tykkara út eina setu!» 5Og Símun svaraði og segði: «Meistari, vit hava roynt alla nátt og einki fingið; men eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur.» 6Og tá ið teir hetta gjørdu, fingu teir eina stóra mongd av fiski í; men gørnini hjá teimum skrædnaðu. 7Og teir veittraðu eftir lagsmonnum sínum á hinum bátinum at koma og hjálpa sær; og teir komu, og teir fyltu upp í báðar bátarnar, so at teir vóru søkkladnir. 8Men tá ið Símun Pætur hetta sá, fell hann Jesusi til kníggja og segði: «Far frá mær, Harri, tí at eg eri ein syndigur maður!» 9Tí at ræðsla var komin á hann og á allar teir, sum við honum vóru, av hesi fiskaveiði, sum teir høvdu fingið; 10og somuleiðis eisini á Jákup og Jóhannes, synir Sebedeusar, sum vóru lagsmenn Símunar. Og Jesus segði við Símun: «Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menn!» 11Og teir drógu bátarnar upp á land og fóru frá øllum og fylgdu honum.
Jesus grøðir spitalskan mann
12Og tað bar so á, meðan hann var í eini bygdini, at har var ein maður, fullur av spitalskusjúku; og tá ið hann sá Jesus, kastaði hann seg niður fram eftir rommum og bað hann og segði: «Harri, um tú vilt, kanst tú reinsa meg.» 13Og hann rætti hondina út, nam við hann og segði: «Eg vil, verð reinur!» Og í stundini fór spitalskusjúkan av honum. 14Og hann beyð honum ikki at siga nøkrum hetta; men «far tú avstað og sýn teg fyri prestinum og ofra fyri reinsan tína, soleiðis sum Móses hevur ásett, til vitnisburðar fyri teimum!» 15Men tíðindini um hann komu hvaðna víðari um, og stórar mannfjøldir komu saman at lýða á hann og at fáa heilsubót fyri sjúkdómum sínum. 16Men sjálvur hevði hann seg undan út í oyðimerkurnar og helt bøn.
Jesus grøðir ein giktsjúkan
17Og tað bar so á ein dagin, meðan hann lærdi, at har sótu Farisearar og lóglærarar, sum komnir vóru úr hvørji bygd í Galileu og Júdeu og úr Jerúsalem; og kraft Harrans var yvir honum til at grøða. 18Og sí, tá komu menn berandi við einum manni, sum var giktsjúkur, á eini song; og teir royndu at bera hann inn og leggja hann niður framman fyri hann. 19Og tá ið teir ongan veg sóu at sleppa inn við honum fyri mannamúgvuni, fóru teir upp á tekjuna og lótu hann við songini síga niður millum taksteinanna beint framman fyri Jesus. 20Og tá ið hann sá trúgv teirra, segði hann: «Maður, syndir tínar eru tær fyrigivnar!» 21Og hinir skriftlærdu og Fariseararnir tóku at hugsa við sær sjálvum og søgdu: «Hvør er hesin, sum talar slíka gudsspottan? Hvør kann fyrigeva syndir uttan Guð eina?» 22Men tá ið Jesus skildi hugsan teirra, svaraði hann og segði við teir: «Hvat hugsa tit í hjørtum tykkara? 23Hvat er lættari at siga: «Syndir tínar eru tær fyrigivnar», ella at siga: «Statt upp og gakk?» 24Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørð til at fyrigeva syndir,» – tá segði hann við hin giktsjúka –: «Eg sigi tær, statt upp og tak song tína og far heim til tín sjálvs!» 25Og í stundini stóð hann upp beint fyri eygunum á teimum, tók legu sína og fór heim til sín sjálvs lovandi Guði. 26Og øll stóðu bilsin og ovfarin, og tey lovaðu Guði; og tey vóru full av ótta og søgdu: «Vit hava í dag sæð tað, sum er ótrúligt.»
Jesus kjósar sær Levi til lærusvein
27Og eftir hetta fór hann út aftur, og hann sá tá ein tollara, nevndan Levi, sitandi við tollbúðina, og hann segði við hann: «Fylg mær!» 28Og hann fór frá øllum, stóð upp og fylgdi honum. 29Og Levi gjørdi eina stóra veitslu fyri honum heima við hús hjá sær sjálvum, og har var ein stórur flokkur av tollarum og øðrum, sum sótu til borðs saman við teimum. 30Og Fariseararnir og hinir skriftlærdu teirra illkendust við lærusveinar hansara og søgdu: «Hví eta tit og drekka tit í felagi við tollarum og syndarum?» 31Og Jesus svaraði og segði við teir: «Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið ilt hava. 32Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar til umvendingar.»
Jesus talar um føstu
33Men teir søgdu við hann: «Lærusveinar Jóhannesar fasta ofta og halda bønir, og somuleiðis eisini teir hjá Farisearunum; men teir hjá tær eta og drekka.» 34Men Jesus segði við teir: «Munnu tit kunna fáa brúðmenninar at fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum? 35Men dagar skulu koma, og tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, tá skulu teir fasta á teimum døgum. 36Men hann segði teimum eisini eitt líknilsi: «Eingin skræðir eina bót av einum nýggjum klæðum og setir hana í eini gomul klæði; annars skræðir hann tey nýggju sundur, og bótin av teimum nýggju hóskar ikki upp í tey gomlu. 37Og eingin letur nýtt vín í gamlar leðurfløskur; annars spreingir hitt nýggja vínið leðurfløskurnar, og tað fer til spillis, og leðurfløskurnar fara fyri einki. 38Men nýtt vín eigur at verða latið í nýggjar leðurfløskur. Tá verða báðir partar goymdir. 39Og eingin, sum hevur drukkið gamalt vín, ynskir sær nýtt; tí at hann sigur: hitt gamla er gott.»
Currently Selected:
Evangeliið eftir Lukas 5: FB
Highlight
Share
Copy

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society