Jósvabók 6
6
Jeriko vunnin
1Av ótta fyri Ísraelsmonnum vóru øll Jeriko borgarlið afturlatin og stongd, so at eingin slapp út ella inn. 2Tá segði Harrin við Jósva: «Sí, nú gevi eg Jeriko og kong hennara og hetjur upp í tínar hendur. 3Allir tit, sum førir eru til víggja, skulu ganga eina ferð kring um borgina; soleiðis skulu tit gera í seks dagar; 4sjey prestar skulu bera sjey lúðrar av veðrahornum undan ørkini; og sjeynda dagin skulu tit ganga sjey ferðir kring borgina, og prestarnir skulu blása í lúðrarnar. 5Og alt fyri eitt, sum veðrahornið dunar, og tit hoyra lúðrablásturin, skal alt fólkið hevja mikið herróp; tá man borgargarðurin fara at rapla, so hvør maður kann fara inn í borgina beint haðan, sum hann er staddur.» 6Jósva Nunsson stevndi nú prestunum til sín og segði við teir: «Tit skulu bera sáttmálaørkina, og sjey prestar skulu bera sjey lúðrar av veðrahornum undan ørk Harrans!» 7Og hann mælti við fólkið: «Farið nú og gangið kring um borgina; men allir teir herklæddu skulu ganga undan ørk Harrans.» 8Og tá ið Jósva hevði talað við fólkið, gingu teir sjey prestarnir, ið bóru teir sjey lúðrarnar av veðrahornum fyri ásjón Harrans, fram og blástu í lúðrarnar, meðan sáttmálaørk Harrans kom aftan á teir. 9Men teir, ið herklæddir vóru, gingu undan prestunum, sum blástu í lúðrarnar; og múgvan, sum kom aftaná, fylgdi ørkini, meðan lúðrarnir geltu uttan íhald. 10Og Jósva beyð fólkinum og mælti: «Hevjið ikki herróp og latið ikki rødd tykkara hoyrast, og mælið ikki orð, fyrr enn á tí degi, tá ið eg bjóði tykkum: Hevjið nú herróp! Tá skulu tit taka undir at rópa.» 11Hann læt tá ørk Harrans bera kring um borgina, eina ferð í kring; síðan snúðust menninir aftur í herbúðirnar og vórðu har um náttina. 12Morgunin eftir var Jósva snimma uppi; og prestarnir bóru ørk Harrans fram. 13Og teir sjey prestarnir, ið bóru teir sjey lúðrarnar av veðrahornum fyri ásjón Harrans, gingu alla tíðina og blástu í lúðrarnar; og teir, ið herklæddir vóru, gingu undan teimum; og múgvan, sum kom aftaná, fylgdi ørk Harrans, meðan lúðrarnir geltu uttan íhald. 14Annan dagin gingu teir uppaftur eina ferð kring um borgina og snúðust síðan aftur í herbúðirnar; soleiðis gjørdu teir í seks dagar. 15Hin sjeynda dagin fóru teir snimma upp, tá ið tað roðaði fyri sól, og tóku at ganga eins og áður sjey ferðir um borgina; men einans á hesum degi gingu teir sjey ferðir um borgina; 16og sjeyndu ferðina tóku prestarnir at blása í lúðrarnar. Tá mælti Jósva við fólkið: «Hevjið nú herrópið, tí at nú hevur Harrin givið tykkum borgina! 17Borgin og alt, sum í henni er, skal við bannføring verða halgað Harranum; einans Ráhab skøkjan og allir, sum eru í húsi hennara, skulu vera eftir á lívi, av tí at hon krógvaði ørindrekar teir, sum vit sendu út. 18Tit skulu einans varnast tað, sum er bannført, so at tit ikki girnast nakað av tí, sum bannført er, og ikki taka av tí og soleiðis avoyða herbúðir Ísraels og rinda honum í ógævu. 19Men alt silvurið og gullið og allir lutir av kopari og jarni skulu verða Harranum halgaðir og fluttir inn í goymslubúr Harrans!» 20Síðan skar fólkið í herróp og blásti í lúðrarnar; og tá ið fólkið hoyrdi lúðrablásturin, hevjaðu teir mikið herróp; tá raplaði borgargarðurin í grund, so at alt fólkið gekk beint inn í borgina og vann hana á tann hátt. 21Og teir bannførdu alt, sum var í borgini, við svørði, bæði menn og konur, ung og gomul, stórdýr, smalur og asnar. 22Men við teir báðar menninar, ið njósnast høvdu um landið, segði Jósva: «Farið inn í húsið hjá skøkjuni og leiðið út haðan konuna og alt, sum hon eigur, so sum tit svóru henni!» 23Sveinarnir, sum høvdu verið njósnarar, fóru tá og leiddu út Ráhab og faðir og móður og brøður hennara; alt ættarfólk hennara og alt, sum hon átti, leiddu teir út og fluttu tað út á ein stað fyri uttan herbúðir Ísraels. 24Síðan settu teir eld á borgina og alt, sum í henni var. Men silvurið og gullið og allar lutir av kopari og jarni fluttu teir inn í goymslubúrini í húsi Harrans. 25Men Jósva eirdi Ráhab skøkjuni og øllum ættarfólki hennara og øllum, sum hon átti, so at hon varð búgvandi í miðjum Ísrael og somuleiðis avkom hennara alt fram at hesum degi, av tí at hon krógvaði ørindrekarnar, sum Jósva sendi út til tess at njósnast um Jeriko. 26Um tað mundið svór Jósva og mælti: «Bølbiðin skal hvør maður vera fyri Harranum, ið byggir uppaftur hesa borg, Jeriko; tá ið hann grundar fyri, skal hann missa frumgitna son sín; og yngsta son sín, tá ið hann setir upp lið hennara.» 27Soleiðis var Harrin við Jósva, og ágiti hansara barst út um alt landið.
Currently Selected:
Jósvabók 6: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society