Jósvabók 5
5
Kánáanitar óttafullir
1Men tá ið allir kongar Ámorita fyri vestan Jórdan og allir kongar Kánáanita við havið hoyrdu, at Harrin hevði latið vatnið í Jórdan torna upp fyri Ísraelsmonnum, til teir vóru komnir yvirum, tá bilaði teimum hugur og hjarta av ræðslu fyri Ísraelsmonnum.
Ísraelsmenn verða umskornir
2Um tað mundið segði Harrin við Jósva: «Ger tær steinknívar og umsker Ísraelsmenn av nýggjum!» 3Jósva gjørdi sær tá steinknívar og umskar Ísraelsmenn á Yvirhúðaheygnum. 4Men orsøkin til, at Jósva nú umskar teir, var henda: Alt fólkið, sum farið var út úr Egyptalandi, alt kallkyn, sum ført var til víggja, var deytt í oyðimørkini á leiðini, eftir at teir vóru farnir út úr Egyptalandi. 5Tí at allir teir, ið vóru farnir út haðan, høvdu verið umskornir; men allir teir, ið føddust í oyðimørkini eftir burturferðina úr Egyptalandi, vóru ikki umskornir; 6tí at í fjøruti ár fjakkaðu Ísraelsmenn um í oyðimørkini, til alt fólk, allir til víggja førir menn, sum út vóru farnir úr Egyptalandi, vóru deyðir, av tí at teir ikki lýddu rødd Harrans; tessvegna svór Harrin, at teir ikki skuldu fáa at síggja tað landið, sum hann hevði svorið fedrum teirra at geva okkum, landið, sum flýtur í mjólk og hunangi. 7Men synir teirra, sum hann hevði latið koma í teirra stað, teir umskar Jósva, tí at teir høvdu enn yvirhúð, av tí at teir ikki vóru umskornir á ferðini. 8Og tá ið allir vóru umskornir, hildu teir seg kvirrar í herbúðunum hvør heima hjá sær, til teir vóru heilir aftur. 9Tá segði Harrin við Jósva: «Í dag havi eg tikið av tykkum vanvirðing Egypta.» Tessvegna verður hesin staður kallaður Gilgal enn í dag.
Ísraelsmenn halda páskir í Gilgal
10Meðan Ísraelsmenn vóru í herbúðum sínum í Gilgal, hildu teir páskir fjúrtanda dagin í mánaðinum um kvøldið á Jeriko vøllum. 11Dagin eftir ótu teir ósúrgað breyð og sviðið korn av gróðri landsins. 12Sama dagin tók manna at tróta, tí nú ótu teir av gróðri landsins; og ikki fingu Ísraelsmenn manna aftur, men ótu av gróðri Kánáanlands tað árið.
Høvdingin yvir herliði Harrans
13Meðan Jósva var staddur við Jeriko, bar so á, at honum var hyggjandi upp, og sá hann mann standa beint framman fyri sær við bregðaðum svørði í hendi. Jósva fór tá til hansara og segði við hann: «Ert tú maður okkara ella fígginda okkara?» 14Hann svaraði: «Nei, heldur eri eg høvdingi fyri herliði Harrans; beint nú eri eg komin.» Tá fell Jósva fram á ásjón sína til jarðar, lútaði honum og mælti: «Hvat hevur harri mín at siga træli sínum?» 15Tá segði høvdingin fyri herliði Harrans við Jósva: «Far úr skónum, tí at staðurin, tú stendur á, er heilagur.» Og Jósva so gjørdi.
Currently Selected:
Jósvabók 5: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society