YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Jóhannes 11

11
Jesus vekur upp Lázarus
1Men ein maður var sjúkur, Lázarus frá Betániu, úr teirri bygdini, sum Maria og Marta, systir hennara, búðu í. 2Men Maria var tann, sum salvaði Harran við myrrusmyrsli og turkaði føtur hansara við hári sínum, og tað var bróðir hennara, Lázarus, sum var sjúkur. 3Systrarnar sendu tá boð til hansara og lótu siga við hann: «Harri, sí, tann sum tú elskar, er sjúkur.» 4Men tá ið Jesus hoyrdi tað, segði hann: «Henda sjúka er ikki til deyða, men fyri dýrdar Guðs skuld, til tess at sonur Guðs skal verða dýrmettur av henni.» 5Men Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lázarus. 6Tá ið hann nú hevði hoyrt, at hann var sjúkur, varð hann tó enn verandi tveir dagar á tí staði, har sum hann var. 7Síðan sigur hann eftir hetta við lærusveinarnar: «Latum okkum fara aftur til Júdeu!» 8Lærusveinarnir siga við hann: «Rabbi, nýliga ætlaðu Jødarnir at steina teg, og nú fert tú hagar aftur!» 9Jesus svaraði: «Eru ikki tólv tímar í deginum? Ferðast nakar á degi, snávar hann ikki, tí at hann sær ljósið í hesum heimi; 10men ferðast nakar á nátt, snávar hann, tí at ljósið er ikki í honum.» 11Hetta talaði hann, og eftir tað sigur hann við teir: «Lázarus, vinur okkara, er sovnaður; men eg fari nú at vekja hann.» 12Lærusveinarnir søgdu tá við hann: «Harri, er hann sovnaður, tá verður hann frískur.» 13Men Jesus hevði talað um deyða hansara; men teir hildu, at hann talaði um svøvnhvíldina. 14Tí segði Jesus teimum tá beint fram: «Lázarus er deyður! 15Og fyri tykkara skuld eri eg glaður, at eg ikki var har, fyri at tit skulu trúgva. Men latum okkum fara til hansara!» 16Tá segði Tummas, sum kallaður er Didymos (tað merkir: tvíburður) við samlærusveinar sínar: «Latum eisini okkum fara, so at vit kunnu doyggja saman við honum!» 17Tá ið Jesus nú kom, fekk hann at vita, at hann longu hevði ligið fýra dagar í grøvini. 18Men Betánia var nær við Jerúsalem, okkurt um fimtan stádiur haðani. 19Men mangir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróðurin. 20Tá ið Marta nú hoyrdi, at Jesus kom, gekk hon ímóti honum, men Maria varð sitandi heima. 21Marta segði tá við Jesus: «Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður. 22Men eisini nú veit eg, at hvat tú so biður Guð um, tað vil Guð geva tær.» 23Jesus sigur við hana: «Bróðir tín skal rísa upp.» 24Marta sigur við hann: «Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini á evsta degi.» 25Jesus segði við hana: «Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; 26og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?» 27Hon sigur við hann: «Ja, Harri, eg havi trúð, at tú ert Kristus, sonur Guðs, hann, sum kemur í heimin.» 28Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað og rópaði Mariu, systur sína, loyniliga og segði: «Meistarin er her og rópar teg.» 29Tá ið hon hoyrdi tað, reistist hon skundisliga og fór út til hansara. 30Men Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men hann var enn á tí staði, har sum Marta hevði møtt honum. 31Tá ið nú Jødarnir, sum vóru við hús hjá Mariu og troystaðu hana, sóu, at hon skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á hana, av tí at teir hugsaðu, at hon fór út til grøvina at gráta har. 32Men tá ið Maria nú kom hagar, sum Jesus var, og sá hann, fell hon honum til fóta og segði við hann: «Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður.» 33Tá ið nú Jesus sá hana gráta og Jødarnar, sum vóru komnir við henni, gráta, varð hann harmur í huga og gjørdist ógvuliga sinnisrørdur og segði: 34«Hvar hava tit lagt hann?» Teir siga við hann: «Harri, kom og síggj!» 35Jesus feldi tár. 36Tá søgdu Jødarnir: «Sí, hvussu hann elskaði hann!» 37Men summir teirra søgdu: «Kundi ikki hann, sum læt eyguni upp á hinum blinda, hava gjørt tað, at eisini hesin ikki var deyður?» 38Jesus varð tá aftur harmur í sær sjálvum og kemur til grøvina; men hon var eitt helli, og steinur lá fyri tí. 39Jesus sigur: «Takið steinin frá!» Marta, systir hins deyða, sigur við hann: «Harri, hann dampar longu; tí at hann hevur ligið har fýra dagar.» 40Jesus sigur við hana: «Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guðs?» 41Teir tóku tá steinin frá. Men Jesus lyfti upp eygum sínum og segði: «Faðir, eg takki tær fyri tað, at tú hevur hoyrt meg. 42Eg visti fullvæl, at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannamúgvunnar, sum stendur her rundan um, segði eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at tú hevur sent meg.» 43Og tá ið hann hetta hevði sagt, rópaði hann við harðari rødd: «Lázarus, kom út higar!» 44Og út kom hin deyði, bundin á fótum og hondum við líkverju, og sveittadúkur var bundin fyri andlitið á honum. Jesus segði við teir: «Loysið hann og latið hann fara!»
Kajfas mælir til at drepa Jesus
45Mangir av Jødunum, teir, sum komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum hann gjørdi, trúðu nú á hann. 46Men nakrir av teimum fóru til Farisearanna og søgdu teimum, hvat Jesus hevði gjørt. 47Høvuðsprestarnir og Fariseararnir savnaðu tá ráðið saman og søgdu: «Hvat skulu vit gera, tí at hesin maðurin ger mong tekin? 48Lata vit hann halda fram á henda hátt, vilja allir trúgva á hann, og Rómverjar munnu koma og taka bæði land okkara og fólk.» 49Men ein av teimum, Kajfas, sum var høvuðsprestur tað árið, segði við teir: 50«Tit vita als einki og heldur ikki hugsa tit um, at tað er gagnligari fyri tykkum, at ein maður doyr fyri fólkið, enn at øll tjóðin fer til grundar.» 51Men hetta segði hann ikki av sær sjálvum; men tá ið hann var høvuðsprestur tað árið, profeteraði hann, at Jesus skuldi doyggja fyri fólkið; 52og ikki bert fyri fólkið, men eisini til tess at savna í ein flokk Guðs sundurspjaddu børn. 53Eftir tann dag hildu teir tí ráð saman um at drepa hann.
Jesus í Efraim
54Jesus gekk tí ikki longur opinlýst umkring millum Jødanna, men fór avstað haðan út á landsbygdina nær við oyðimørkina í eina bygd, sum kallast Efraim, og har varð hann verandi saman við lærusveinunum. 55Men páskir hjá Jødum vóru í nánd, og mangir fóru av landsbygdini niðan til Jerúsalem fyri páskir til at reinsa seg. 56Teir leitaðu tá eftir Jesusi og søgdu sín ámillum, har sum teir stóðu í halgidóminum: «Hvat halda tit? Man hann ikki fara at koma til hátíðina?» 57Men høvuðsprestarnir og Fariseararnir høvdu givið boð, at um onkur visti, hvar hann var, skuldi hann siga frá, so at teir kundu taka hann.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in