YouVersion Logo
Search Icon

Hebrearabrævið 5

5
Høvuðsprestar á Árons vísi
1Tí at ein og hvør høvuðsprestur verður tikin úr mannaflokki og verður innsettur fyri menniskjur til tænastu fyri Guð, til tess at bera fram gávur og sláturoffur fyri syndir, 2sum ein tílíkur, ið kann umbera hini fákunnu og villfarandi, við tað at hann sjálvur er fyri veikleika, 3og av teirri grund eigur hann at bera fram syndaoffur, eins og fyri fólkið, soleiðis eisini fyri seg sjálvan. 4Og eingin tekur sær sjálvum hesa æru, men hann verður kallaður av Guði, eins og eisini Áron varð tað.
Kristus høvuðsprestur á Melkisedeks vísi
5Soleiðis hevur ikki heldur Kristus tikið sær sjálvum ta dýrd at gerast høvuðsprestur, men tann, sum segði við hann: «Sonur mín ert tú, í dag havi eg føtt teg.» 6Líkasum hann eisini sigur á einum øðrum staði: «Tú ert prestur allar ævir á Melkisedeks vísi.» 7Og hann hevur á døgum holds síns við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og eyðmjúkar ákallanir til hansara, sum var mentur at frelsa hann frá deyða, og varð bønhoyrdur fyri angist sína, 8og soleiðis lærdi hann, tó at hann var sonur, lýdni av tí, sum hann leið; 9og tá ið hann varð vorðin fullkomin, gjørdist hann hjá øllum teimum, sum lýða honum, upphav til æviga frelsu, 10við tað at hann av Guði varð kallaður høvuðsprestur á Melkisedeks vísi.
Klaga um trúgv lesaranna
11Um hetta hava vit mikið at siga, og tað er torført at týða, av tí at tit eru vorðnir trekir at hoyra. 12Tí tó at tit eftir tíðini áttu at verið lærarar, tá hava tit aftur fyri neyðini, at einhvør skal læra tykkum byrjanargrundirnar í Guðs orðum; og tað er soleiðis vorðið við tykkum, at tykkum er tørvur á mjólk og ikki á fastari føði. 13Tí at ein og hvør, sum fær mjólk, er óroyndur í rættlætis orði, tí at hann er barn. 14Men hin fasta føðin er fyri vaksin, fyri tey, sum við temjing hava vant sansarnar til at skilja gott frá illum.

Currently Selected:

Hebrearabrævið 5: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in