YouVersion Logo
Search Icon

Hebrearabrævið 13

13
Ymiskar áminningar til halganar
1Bróðurkærleikin vari við! 2Gloymið ikki gestablídni; tí at við tí hava summir sær óavvitandi hýst einglum. 3Minnist til teirra, sum fangar eru, sum vóru tit samfangar teirra; minnist til teirra, sum ilt líða, sum teir, ið eisini sjálvir eru í likami! 4Hjúnalagið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað; tí at siðloysingar og horkallar skal Guð døma. 5Atferð tykkara veri uttan peningaágirnd; verið nøgdir við tað, sum tit hava! Tí at hann hevur sagt: «Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær,» 6so at vit av fullum huga kunnu siga: «Harrin er hjálpari mín, eg vil ikki óttast; hvat kann mær menniskja gera?»
Ymiskar áminningar til at halda fast við Krist, bera háð hans og veita Guði andlig offur
7Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guðs orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir! 8Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir. 9Latið tykkum ikki villa av ymisligum og fremmandum lærdómum! Tí at tað er gott, at hjartað verður styrkt við náði og ikki við mati, sum ikki hevur verið teimum at nøkrum gagni, sum fingust við hann. 10Vit hava eitt altar, sum teir, ið tæna við tjaldbúðina, ikki hava loyvi at eta av. 11Tí at kropparnir av teimum djórum, sum høvuðspresturin ber blóðið úr inn í halgidómin sum syndaoffur, verða brendir uttan fyri herbúðirnar. 12Tí leið eisini Jesus uttan fyri liðið, fyri at hann við sínum egna blóði kundi halga fólkið. 13Latum okkum tí fara út til hansara út um herbúðirnar og bera vanvirðing hansara! 14Tí at vit hava her ikki verðandi stað, men vit søkja tann komandi. 15Latum okkum tí við honum altíð bera fram lovprísingaroffur fyri Guð, tað er ávøkst av vørrum, sum lova navni hansara! 16Men gloymið ikki vælgerðina og beinasemina! Tí at slík offur líka Guði væl.
Vera vegleiðarum lýdnir – bøn um forbøn
17Verið vegleiðarum tykkara lýdnir, og verið flýggjaligir móti teimum! Tí at teir vaka yvir sálum tykkara sum teir, ið eiga at gera roknskap, fyri at teir mega gera tað við gleði og ikki suffandi; tí at tað er tykkum ikki at gagni. 18Biðið fyri okkum! Tí at vit hava góða samvitsku, við tað at vit vilja liva rættiliga í øllum førum. 19Og eg áminni tykkum tess meira um at gera hetta, fyri at eg tess skjótari kann verða fingin tykkum aftur.
Signingarynski og heilsan
20Men Guð friðarins, sum førdi upp frá deyðum hin stóra hirða seyðanna, við blóði av ævigum sáttmála, harra okkara, Jesus, 21hann geri tykkum fulldugandi í øllum góðum, til at gera vilja hansara, við tað at hann virkar í okkum tað, sum tekkiligt er fyri ásjón hansara, við Jesusi Kristi! Honum veri dýrdin um aldur og allar ævir! Amen. 22Men eg áminni tykkum, brøður, at tit lata tykkum hetta áminningarorðið lynda; tí at eg havi gjørt stutt av at skriva til tykkara. 23Tit skulu vita, at bróðir okkara Timoteus er latin leysur; saman við honum skal eg síggja tykkum, um hann kemur brátt. 24Heilsið øllum vegleiðarum tykkara og øllum hinum heilagu! Teir frá Itáliu lata heilsa tykkum. Náðin veri við tykkum øllum!

Currently Selected:

Hebrearabrævið 13: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in