YouVersion Logo
Search Icon

Hebrearabrævið 12

12
Kristus hin størsta fyrimyndin í trúgv
1Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, 2við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus, hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar kross við toli, og virdi einki um skemd, og er setstur høgrumegin hásæti Guðs. 3Ja, hugsið um hann, sum hevur tolt slíkt mótmæli móti sær av syndarum, fyri at tit ikki skulu troyttast og verða givnir í sálum tykkara.
Guðs gagnligi agi
4Enn hava tit ikki í bardaga tykkara móti syndini gjørt mótstøðu, so at blóð hevur runnið; 5og tit hava gloymt áminningina, sum talar til tykkara eins og synir: «Sonur mín, vanvirð ikki aga Harrans, og fall ikki í fátt, tá ið hann revsar. 6Tí at Harrin agar tann, sum hann elskar, og hann slær harðliga hvønn tann son, sum hann tekur at sær.» 7Haldið út og takið móti aga; Guð fer við tykkum sum við sonum; tí at hvør er tann sonur, sum faðirin ikki agar? 8Men eru tit uttan aga, sum allir hava fingið lut í, tá eru tit trælbornir, og eru ikki synir. 9Tess uttan, okkara holdligu fedrar høvdu vit til agarar, og vit høvdu virðing fyri teimum; skuldu vit tá ikki mikið meira vera faðir andanna undirgivnir og liva? 10Tí at teir agaðu okkum nakrar fáar dagar, eftir tí sum teimum tókti, men hann ger tað okkum at gagni, fyri at vit skulu fáa lut í heilagleika hansara. 11Allur agi tykist væl í stundini ikki at vera til gleði, heldur til sorgar; men aftaná gevur hann afturfyri teimum, sum við honum eru spekt, friðsælan ávøkst í rættvísi.
Áminning um halgan
12Rættið tí máttleysar hendur og viknað knø, 13og stígið bein spor við fótum tykkara, fyri at tað, sum lamið er, ikki skal fara úr liði, men heldur verða heilað. 14Tráið eftir friði við øll og eftir halgan; tí at uttan hana skal eingin síggja Harran. 15Og gevið gætur, at eingin lissir Guðs náði, at eingin beiskleikarót rennur upp, sum ger óskil, og mangir verða smittaðir av henni, 16at eingin er horkallur ella vanheilagur eins og Esav, sum fyri einans verð seldi frumburðarrætt sín. 17Tí at tit vita, at hann eisini seinni, tá ið hann vildi arva signingina, varð afturrikin, – tí at hann fekk ikki føri til iðranar – tó at hann bønaði við tárum um at fáa hana.
Dýrdin hjá hinum nýggja sáttmálanum
18Tí at tit eru ikki komnir at einum fjalli, sum kann verða nomið við, og at brennandi eldi og sorta og myrkri og harðveðri, 19og básúnuljómi og ljóði av rødd, sum tey, sum hoyrdu hana, bóðu seg undan, at ikki meira mátti verða talað til teirra; 20tí at tey orkaðu ikki at bera tað, sum boðið var: «Um tað so bert er eitt djór, sum kemur at fjallinum, skal tað verða steinað.» 21Og – so øgilig var sjónin – Móses segði: «Eg eri heilt óttafullur og skelvi.» 22Men tit eru komnir til Sionfjallið og til stað hins livandi Guðs, til hitt himmalska Jerúsalem, og til tíggju túsund av einglum, 23til hátíðarsamkomu, og til kirkjuliðið av hinum frumgitnu, sum eru uppskrivað í himnunum, og til dómaran, sum er Guð at øllum, og til andarnar av hinum rættvísu, sum fullkomnir eru vorðnir, 24og til millumgongumannin fyri nýggjum sáttmála, Jesus, og til ástøkkingarblóðið, sum talar betur enn blóð Ábels. 25Gevið gætur, at tit ikki biðjast undan tí, sum talar! Tí at, tá ið teir, sum bóðust undan tí, sum talaði sítt guddómsorð á jørðini, ikki sluppu undan, tá skulu vit nógv minni sleppa undan, um vit venda okkum burtur frá honum, sum talar frá himnunum. 26Rødd hansara skakaði hina ferðina jørðina; men nú hevur hann fyrijáttað og sagt: «Enn eina ferð skal eg skaka ikki jørðina eina, men himmalin við. 27Men hetta: «enn eina ferð» sýnir, at teir lutir, sum skakaðir verða, skulu umskiftast, við tað at teir eru skapaðir, fyri at teir lutir, sum ikki verða skakaðir, skulu verða verandi. 28Latum tí okkum, sum fáa eitt óskakandi ríki, vera takksamar og við tað tæna Guði, honum til tokka, við blúgv og ótta! 29Tí at Guð okkara er oyðandi eldur.

Currently Selected:

Hebrearabrævið 12: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in