YouVersion Logo
Search Icon

Ámos 5

5
Harmkvæði yvir Ísrael
1Hoyrið hetta orð, sum eg hevji eins og harmljóð yvir tykkum, Ísraelsmenn: 2Fallin er hon, moyggin Ísrael, rísur ikki aftur, liggur endilong á jørðini; eingin reisir hana aftur. 3Tí at so sigur Harrin, drottin: Tann borg, ið býr út túsund í hernað, fær hundrað aftur, og tann, sum býr út hundrað, fær tíggju aftur í Ísraels húsi.
Sonn gudsdýrkan
4Tí at so sigur Harrin við Ísraels hús: Leitið til mín, tá skulu tit liva! 5Leitið ikki til Betel, gangið ikki til Gilgal og haldið ikki yvir til Beersjebu; tí at Gilgal skal í útlegd og Betel verða oyðimørk. 6Leitið til Harrans, at tit mega liva, so at hann ikki kemur eins og eldur yvir Jósefs hús og oyðir, so at eingin verður eftir, sum kann sløkkja í Betel.
Órættvísir dómarar
7– Vei teimum, ið broyta rættin í malurt og rinda rættlætið til jarðar –
Guðs veldi
8Hann, sum skapaði Sjeystjørnuna og Orion, gjørdi náttarmyrkrið at lýsing og dag til dimma nátt, sum kallar á havsins vøtn og oysir tey út yvir jørðina, Harrin er hans navn; 9hann oyðir hinar sterku og sorlar hervirki teirra.
Dómsorð yvir órættvísar stjórnarmenn
10Teir hata hann, ið verjir rættin á tingi, og hava mótboð av teimum, ið tala satt. 11Tessvegna av tí at tit traðka hin vesæla niður og taka eykagjald av korni hans, tí skulu tit byggja hús av høgdum gróti, men ikki búgva í teimum, og leggja inn frálíkar víngarðar, men ikki drekka vínið úr teimum. 12Tí at eg veit, at mong eru misbrot tykkara og syndir tykkara miklar, tit, ið kúga hin sakleysa, taka við mutri og sýta fátækum rætt á tingi; 13tessvegna tigur hyggin maður nú um stundir, tí at hetta eru vándar tíðir.
Iðran og viðvending
14Søkið tað góða og ikki tað illa, at tit mega liva; tá skal Harrin, Guð herliðanna, vera við tykkum, eins og tit eru vanir at siga. 15Hatið tað illa og elskið tað góða og fremjið rættin á tingi; kanska tá Harrin, Guð herliðanna, náðar tí, sum eftir verður av Jósefi.
Ísraels undirgangur
16Tessvegna sigur Harrin, drottin, Guð herliðanna: Á øllum torgum skulu menn vena seg, og ljóða skal á øllum gøtum: «Vei, vei!» Bøndur skulu stevna harmkvøðarum til sorgar og deyðakvartanar; 17í hvørjum víngarði verður deyðakvartan, tá ið eg fari gjøgnum miðjan teg, sigur Harrin.
Harrans dagur
18Vei tykkum, ið tráa eftir degi Harrans! Hvat skilir tykkum dagur Harrans? Hann er myrkur og ikki ljós. 19Tað verður, eins og tá maður flýggjar undan ljóni og rennur seg beint á bjørn, ella hann rennur heim og styðjar seg við hondini aftur at vegginum, og ormur tá bítur hann. 20Ja, dapur er dagur Harrans, ikki bjartur; bølasvartur uttan ljósglæmu. 21Eg hati og vanmeti hátíðir tykkara, torgi ikki roykin av hátíðarstevnum tykkara, 22um tit ofra mær brennioffur. Eg havi ongan tokka í tykkara grónofrum, eg líti ikki at tykkara takkarofrum av gøðingarkálvum; 23burtur við tykkara glymjandi songi, eg vil ikki hoyra hørpuljóð tykkara! 24Latið heldur rættin streyma fram sum vatn og rættlætið sum á, ið ikki tornar upp. 25Hava tit, Ísraels hús, borið mær fram sláturoffur og grónoffur hini fjøruti árini í oyðimørkini? 26Nú skulu tit bera Sakkut, kongi tykkara, og Kevan, stjørnu guds tykkara, gudamynd, sum tit hava gjørt tykkum; 27eg reki tykkum í útlegd eystur um Dámaskus, sigur Harrin – Guð herliðanna er navn hans.

Currently Selected:

Ámos 5: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in