YouVersion Logo
Search Icon

Ámos 4

4
Dómsorð yvir konur í Sámáriu
1Hoyrið hetta orð, tit Básjans kýr á Sámáriufjalli, tit, ið neyðstøddum níva, kúga fátæk og siga við húsbøndur tykkara: «Fáið til vegar, at vit mega drekka!» 2Svorið hevur Harrin, drottin, við heilagleika sín: Sí, dagar skulu yvir tykkum koma, tá ið tit verða drignar við onglum og allar samlar førdar burtur við krókum, 3hvør eftir aðra út gjøgnum veggsprungurnar og tveittar út á køst, sigur Harrin.
Harrin revsaði fólkið, sum tó versnaði
4Komið til Betel og syndið, til Gilgal og syndið uppaftur meira; berið fram næsta morgun sláturoffur og á triðja degi tíggjund tykkara! 5Brennið av súrgaðum breyði takkaroffur, og bjóðið hátt at bera fram sjálvboðin offur; tí at hetta dámar tykkum, Ísraels menn, sigur Harrin, drottin. 6Eg gav tykkum eisini tómar munnar í øllum borgum tykkara og læt mat skorta í øllum bústøðum tykkara, men kortini komu tit ikki til mín, sigur Harrin. 7Eg sýtti tykkum regn, tá ið tríggir mánaðir vóru eftir til skurðar; í eini borg eg læt tað regna og ikki í aðrari; ein teigurin fekk vatn, og annar fekk ikki og følnaði; 8úr tveimum borgum komu menn skinklandi til eina aðra borg eftir vatni, men fingu ikki sløkt tosta sín; og tó vendu teir ikki við til mín, sigur Harrin. 9Eg agaði tykkum við følnan og svartaroða í korninum; eg oyddi aldingarðar og víngarðar tykkara; grashoppur ótu upp fikutrø og oljutrø tykkara, og tó vendu tit ikki við til mín, sigur Harrin. 10Eg sendi tykkum drepsótt eins og í Egyptalandi og drap við svørði ungmenni tykkara, eisini hestar tykkara vórðu tiknir sum herfongur; rædampurin úr herbúðum tykkara stóð upp í nasar tykkara; men ikki tit vendu við til mín, sigur Harrin. 11Eg elvdi kollvelting hjá tykkum, eins og tá ið Guð kollvelti Sódomu og Gómorru, og tit vóru eins og brandur riptur úr eldinum, og tó vendu tit ikki við til mín, sigur Harrin. 12Tessvegna geri eg soleiðis móti tær, Ísrael. – Men av tí at eg vil fara soleiðis við tær, tá búgv teg til at møta Guði tínum, Ísrael!
Skapanarveldi Guðs
13Tí sí: Hann, sum myndað hevur fjøllini og skapað stormin, kunngjørt monnum hugsanir sínar og gjørt hevur morgunroðan og myrkrið og gongur yvir jarðarinnar hæddir, Harrin, Guð herliðanna, er navn hans.

Currently Selected:

Ámos 4: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in