YouVersion Logo
Search Icon

Jóhannesar Evangelium 21

21
21 KAPITAL.
1EFTIR hetta visti Jesus seg uppaftur fyri lærisvemunum vit Tíberiat-vaeðið. Men hann visti seg soleitis.
2Símun Pæturog Tomas, sum kallast Didymos (t.e.: tevíburabaru), og Natinael úr Kana í Galílen og synirnir hjá Sebedeusi og tveir aðrir av hansara lærisveinum vóru saman.
3Simun Fætur sigir við teir; Eg fari at fiska. Teir siga vit hann: Vit koma eisini vit tær. Teir fóru avstað og fórn út askipit, og ta nittina veiddu teir einki.
4Men tá it nú komit var at solarrenning, stóð Jesus í sævarmáianum; tó vistu lærisveinarnir ikki, at tað var Jesus.
5Jesus sigir tá við teir: Kæru born, hava tit ikki nakað til viðskera? Teir svaraðu honum: Nei!
6Hann sigir við teir: Setið nótina út hogrumegin við skipið, so munu tit fínna á fisk. Teir settu tá, og teir orkaðu ikki longur at draga nótina fyri nøgdini av fiski.
7Tá sigir tann lærisveinurin, sum Jesus elskaði, við Pætur: Tað er Harrin! Tá ið nú Símun Pætur hoyrdi, at tað var Harrin, bant hann sjókyrtilin um seg— ti hann var hálvnakin — og kastaði seg í vatnið.
8Men hinir lærisvernamir komu við batinum (ti teir vóru ikki langt frá landi, men nakað sum tvey hundrað alin) og drógu nótina at landi við flskinum i.
9Tá ið teir nú stigu á land, síggj a teir gløður og fisk úti á og breyð.
10Jesus sigir við teir: Berið higar av flskinum, sum tit nú hava veitt.
11Símun Pætur kom at cg dró nótina á land, fulla av stórum fiskum, hundrað og trimum og fimti í tali; og tó at teir vóru so nógvir, rivnaði nótin ikki.
12Jesus sigir við teir: Komið higar og haldið máltíð. Men eingin av lærisveinunum torðiat spyrja hann: Hvor ert tú? ti teir vistu, at tað var Harrin.
13Jesus fer og tekur breyðið og gevur teimum, og somuleiðis fiskin.
14Hetta var longu triðju ferð, at Jesus vísti seg fyri lærisveinunum, eftir at hann var uppreistur frá deyðum.
15Tá ið teir nú hővdu hildið máltíð, sigir Jesus við Símun Pætur: Símun Jóhannesson, elskar tú meg meira enn hesir? Hann sigir við hann: Ja, harri, tú veitst, at eg eri góður við teg. Hann sigir við hann: Føð lomb mini!
16Hann sigir uppaftur við hann á óðrum sinni: Símun Jóhannesson, elskar tú meg? Hann sigir við hann: Ja, harri, tú veitst, at eg eri góður við teg. Hann sigir við hann: Ver hirðir hjá seyði minum!
17Hann sigir við hann á triðja sinni: Símun Jóhannesson, elskar tú meg? Pæturi tyktist nógv um, at hann segði tað við seg á triðja sinni: elskar tú meg? og hann sigir við hann: Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg elski teg Hann sigir við hann: Føð seyð min!
18Sanniliga, sanniliga, sigi eg tær, tá ið tú vart yngri, gyrdi tú teg sjálvan og gekkst hagar sum tú vildi; men tá ið tú verður gamal, manttú breiðahendur tínar út og ein annar gyrða teg og bera teg hagar, sum tú ikki vilt.
19Men hetta segði hann til at merkja, við hvőrjum deyða hann skuldi heiðra Gud. Og tá ið hann hetta hevði mælt, sigir hann við hann: Fylg tú mær eftir!
20Men Pætur vendir sær við og sær tann lærisveinin fylgja eftir, sum Jesus elskaði, tann sama sum eisini við kvóldmál-tíðina hevði ligið upp í fovn-ingin á honum og hevði sagt: „Harri, hvőr er hann, ið man svíkja teg?“
21Tá ið nú Pætur sá hann, sigir hann við Jesus: Harri, men hvat tá hesin?
22Jesus sigir við hann: Um eg vil, at hann skal stedga, tileg komi, livat kemur tað tær við? Fylg tú mær eftir!
23Tí barst henda sognin út í millum brøðranna: Hasin lærisveinurin man ikki doyggja;, tó hevði Jesus ikki sagt við hann: „Hann man ikki doyggja,“ men: „Um eg vil, at hann skal stedga, til eg komi.“
24[Tað er hesin lærisveinurin, ið ber vitni um hetta og hevir skrivað hetta, og vit vita, at hansara vitnisburður er sannorðaður].
25[Men tað er eisini mangt annað, sum Jesus hevir gjórt, so at, um tað alt skuldi skrivast upp eitt og eitt, hugsi eg, at enn ikki heimurin sjálvur rúmaði tær bøkur, sum tá mundu skrivast].

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in