Jóhannesar Evangelium 20
20
20 KAPITUL.
1MEN á ti fyrsta deginum í vikuni kemur Maria úr Magdala árla, meðan tað enn var myrkt, at grővini, og hon sær, at steinurin er tikin frá grővini.
2Hon leypur tá og kemur til Símun Pæturs og til hin annan lærisveinin, sum Jesus elskaði, og sigir við teir: Teir hava tikið Harran úr grővini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann.
3Tá fór Pætur út Og hin annar lærisveinurin, og teir fóru til gongu út til grővina.
4Men teir runnu báðir tveír; og hin lærltvtiðntið rantí undan, skjótari enn Pætur, og varð hin fyrri hjá grðvini;
5Og tá ið hann kagaði inn, sær hann línklæðini liggja har; tó gekk hann ikki inn.
6Nú kemur Símun Pætur aftaná hann, og hann gekk inn í grővina og sær línklæðini liggja har,
7Og sveittadúkin, sum hevði ligið á hovdi hansara, liggja har, ikki hjá línklæðunum, men samanballaðan á einum staði fyri seg sjálvan.
8Tá gekk nú eisini hin lærisveinurin, ið hevði verið tann fyrri við grővina, inn, og hann sá og trúði.
9Tí enn hővdu teir ikki skilt skriftina, at hann atti at reis-ast upp frá deyðum.
10Lærisvemarnir fóru nú aftur heim til sin.
11Men Maria stóð utanfyri við grővina og græt. Meðan hon nú stóð og græt, kagaði hon inn í grővina,
12Og hon sær tveir einglar í hvítum klæðum sita, annan við hóvdalagið og annan við fótalagið, hvar Jesusar likam hevði ligið.
13Teir siga við hana: Kvinna, hví grætur tú? Hon sigir við teir: Teir hava tikið Harra min, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt hann.
14Tá ið hon hetta hevði sagt, vendi hon sær á, og hon sær Jesus standa har, og hon visti ikki, at tað var Jesus.
15Jesus sigir við hana: Kvinna, hví grætur tú? hvőrjum leitar tú eftir? Hon helt, tað var urtagarðsmaðurin, og sigir við hann: Harri, er tað tú, sum hevir borið hann burtur, so sig mær, hvar tú hevir lagt hann, og eg vil so taka hann.
16Jesus sigir við hana: Maria! Hon vendir sær við og sigir við hann á hebraiskum máli: Rabbuni (tað er: lærari!).
17Jesus sigir við hana: Nert ikki við meg; tí eg eri enn ikki farin upp til faðirin; men gakk til brøður minar og sig við teir: eg fari upp til min faðir og tykkara faðir og min Gud og tykkara Gud.
18Maria úr Magdala kemur og kunnger lærisveinunum: Eg havi sæð Harran og at hann hevði sagt hetta við hana.
19Tá ið nú komið var at kvðldi henda sama fyrsta dagin í vikuni, og meðan dyrnar har, hvar lærisveinarnir vóru, vóru læstar av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð mitt imillum teirra, og hann sigir við teir: Friður veri við tykkum
20Og tá ið hann hetta hevði sagt, visti hann teimum hendurnar og síðuna. Tá vórulærisveínarnir glaðir, tá it teir sóu Harran.
21Hanu segti tá uppaftur vió teir: Fritur yeri við tykkum Líkasum faðirm hevir utsent meg, sendi eisini eg eykkun.
22Og tá it hann hetta hevði sagt, andaði hann í teir og sigir við teir: Takið vit halgum anda.
23Teimum sum tit fyrigeva syndirnar, teimum eru tær fyrigivnar; teimum sum tit fasthalda syndirnar, teimum eru tær ikki ivrigivðar.
24Men Tomas, ein av teimum tólv, hann it kallast Didymos, var ikki hjá teimum ta fertina, it Jesus kom.
25Hinir læeisveinarðir tógdn tá vit hann: Vit hava sæð Harran. Men hann segti við teir: Utan eg síggi naglamerkini í hondum hansara og leggi fingur min í haglam erkini og stirigi hond mina í síðu hansara, man eg als ikki trúgva.
26Og atta dagar seinni vóru hansara lærisveinar uppaftur inni, og Tomas við ternum. Jesus kemur, metan dyrnar vóru læstar, og seóð mitt imillum teirra og segði: Friður veri við tykkum!
27Tínæst Sigir hann vió Tomas: Rætt fingur tin higar og hygg at hondum mmum, og kom tú vió hond tíni og legghana í situ mina, og vert ikkí vað trúgvaðgi, men trúgvandi.
28Tomas svarati og segði við hann: Harrin min og Gud mini
29Jesus sigir við hann: Ti at tú hevir: sæð meg, hevir tú trúð; sæl eru tey, ið ikki hava sæð og tó trúð
30Men eisini nógv onnur jartekn gjőrdi Jesus fyri eygunum a lærisveinum sinum, sum ikki standa skrivat í hesari bók.
31Men hetta er skrivat til jess, at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristes, Guds sonur, og til tess, at tit, tá it tit trúgva, skulu hava lív í hansara navni.
Currently Selected:
Jóhannesar Evangelium 20: FAO1908
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
historical text publoshed by Scripture Gift Mission (Lifewords) and maintained by the British and Foreign Bible Society