Лого на YouVersion
Иконка за търсене

Genesis 18

18
Harrin birtist Ábrahami í Mamrelund
1Síðan birtist Harrin fyri honum í Mamrelund, har hann sat í tjalddurum sínum í hádegishitanum. 2Og tá ið hann hugdi upp og leit seg um, sí, tá stóðu tríggir mans framman fyri honum; og tá ið hann sá teir, fór hann úr tjalddurunum rennandi ímóti teimum og lútaði til jarðar, 3og mælti: «Harri, havi eg funnið náði í eygum tínum, tá far ikki um træl tín! 4Loyv okkum at fara eftir einum sindri av vatni, so at tit mega tváa føtur tykkara; og hvílið tykkum síðan undir trænum! 5Eg skal eisini fáa tykkum ein breyðbita, so at tit mega styrkja tykkum til at halda ferðina fram, tá ið tit nú kortini eru komnir her framvið hjá træli tykkara.» Teir svaraðu: «Ger, sum tú sigur.» 6Tá skundaði Ábraham sær inn í tjaldið til Sáru og mælti: «Tak sum skjótast trý mál av mjøli, elt tað og baka køkur!» 7Sjálvur rann hann út til neytini og tók ein snotiligan og góðan kálv og fekk sveininum hann, sum alt í einum matgjørdi hann. 8Síðan tók hann rómastamp og mjólk og kálvin, ið til var gjørdur; og hann setti fyri teir og gekk teimum sjálvur til handa undir trænum, meðan teir fingu sær.
Harrin heitir Ábrahami aftur føðing Ísaks
9Teir søgdu tá við hann: «Hvar er Sára, kona tín?» Hann svaraði: «Har inni í tjaldinum.» 10Tá segði hann: «Vissuliga skal eg vitja teg aftur í áramótið, og tá man Sára, kona tín, hava son.» Sára stóð og lurtaði í durum tjaldsins, ið var aftan fyri teir. 11Men Ábraham og Sára vóru gomul og høvdu nógv ár á baki, so at tað ikki longur gekst Sáru eins og konum annars; 12tí læði hon við sær sjálvari og hugsaði: «Man girndarhugur koma á meg, nú tá ið ellin hevur boygt meg, og maður mín eisini er vorðin gamal?» 13Tá segði Harrin við Ábraham: «Hví lær Sára og hugsar: Hvussu skal eg, sum eri so gomul, føða son? 14Man nakað vera Harranum óført? Tá ið eg komi aftur til tín í áramótið, tá skal Sára hava son!» 15Men av tí at Sára nú var vorðin rædd, noktaði hon fyri tí og segði: «Nei, eg læði ikki!» Men hann svaraði: «Jú, víst læði tú!»
Harrin boðar oyðing Sódomu
16Síðan reistust teir frá borði og fóru avstað haðan niðan móti Sódomu; og Ábraham fylgdi teimum á leið. 17Tá hugsaði Harrin: «Eigi eg at loyna fyri Ábrahami tað, sum eg ætli mær at gera? 18Ábraham verður jú vissuliga stór og máttmikil tjóð, og allar tjóðir á fold munnu fáa signing av honum; 19tí at hann havi eg valt út til tess, at hann skal bjóða børnum sínum og ætt síni eftir seg at varðveita veg Harrans og inna rætt og rættlæti, so at Harrin kann lata Ábraham fáa tað, sum hann hevur fyrijáttað honum.» 20Tá segði Harrin: «Vissuliga er rópið yvir Sódomu og Gómorru mikið, og synd teirra er ovurtung; 21tí skal eg stíga oman til tess at sjá, um teir hava borið seg at soleiðis, sum hetta rópið sigur mær frá, ella ikki; tað vil eg vita!»
Forbøn Ábrahams
22Síðan snúðust menninir haðan og fóru til Sódomu; men Harrin varð standandi eftir frammi fyri Ábrahami. 23Tá nærkaðist Ábraham honum og mælti: «Ætlar tú av sanni at avoyða rættvísar saman við órættvísum? 24Kanska eru fimmti rættvísir í staðnum, vilt tú tá oyða teir av og ikki eira staðnum vegna teirra fimmti rættvísu, sum har eru? 25Fjart veri tað tær at gera tílíkt, at týna rættvísar saman við órættvísum, so at tað fer rættvísum á sama hátt sum órættvísum; fjart veri sovorðið tær; man hann, ið dømir alt jarðarríkið, ikki inna rætt?» 26Harrin svaraði: «Finni eg í Sódomu fimmti rættvísar innanborgar, skal eg eira øllum staðnum teirra vegna.» 27Men Ábraham tók aftur til orða og segði: «Eg eri farin at tala við Harra mín, tó at eg eri dust og øska. 28Vera má, at fimm vanta í fimmti rættvísar; vilt tú tá oyða allan staðin vegna hesa fimm?» Hann svaraði: «Finni eg fjøruti og fimm rættvísar í honum, skal eg ikki oyða hann.» 29Men hann helt fram at tala við hann og segði: «Vera má, at har einans finnast fjøruti.» Hann svaraði: «Vegna teirra fjøruti skal eg lata tað verða ógjørt.» 30Uppaftur mælti hann: «Harri mín má ikki verða illur um, at eg tali, men vera má, at har einans finnast tríati.» Hann svaraði: «Finni eg tríati, skal eg ikki gera tað.» 31Og hann segði: «Sí, eg eri farin at tala við Harra mín; men vera má, at har einans finnast tjúgu.» Hann svaraði: «Vegna teirra tjúgu skal eg ikki oyða hann.» 32Uppaftur segði hann: «Harri mín má ikki verða illur, tá ið eg nú tali á síðsta sinni; men vera má, at har einans finnast tíggju.» Hann svaraði: «Vegna teirra tíggju skal eg lata tað verða ógjørt.» 33Tá ið Harrin hevði endað talu sína við Ábraham, fór hann leið sína; og Ábraham vendi heim aftur til sín sjálvs.

Избрани в момента:

Genesis 18: FB

Маркирай стих

Споделяне

Копиране

None

Искате ли вашите акценти да бъдат запазени на всички ваши устройства? Регистрирайте се или влезте