Лого на YouVersion
Иконка за търсене

Genesis 19

19
Einglar vitja Lot; spillan í Sódomu
1Men báðir einglarnir komu um kvøldið til Sódomu; og tá ið Lot, sum sat í borgarliði Sódomu, bar eyga við teir, fór hann ímóti teimum, lútaði til jarðar 2og mælti: «Góðu menn, komið inn hjá træli tykkara at gista og tváið føtur tykkara; í morgin árla mega tit so fara leið tykkara.» Men teir svaraðu: «Nei, vit vilja sova úti á torginum í nátt.» 3Men hann strongdi so á teir, at teir fóru við honum; og tá ið teir komu inn í hús hansara, setti hann mat fyri teir, bakaði ósúrgaðar køkur, og teir ótu. 4Men áður enn teir vóru farnir til hvíldar, slógu borgarmenninir, íbúgvar Sódumu, ring um húsið, bæði ungir og gamlir, hvør maður av húsi. 5Og teir rópaðu á Lot og søgdu: «Hvar eru menninir, sum komu til tín í kvøld? Send teir út til okkara, so at vit mega svala girndarhug okkara á teimum!» 6Lot fór tá út í dyr til teirra, lokaði hurðina eftir sær 7og segði við teir: «Fremjið, brøður mínir, fyri alt ongar ósømdir! 8Sí, eg havi tvær døtur, sum ikki hava kent kallmann; tær skal eg fáa tykkum; gerið við tær, sum tit vilja; men latið hesar menninar vera í náðum, tá teir nú eru komnir inn undir skuggan av taki mínum!» 9Tá rópaðu teir: «Hav teg burtur! Hesin eini maður er komin higar at búgva sum fremmandur, og nú vil hann gera seg til dómara! Men nú skulu vit fara verri við tær enn við teimum!» Og teir løgdu á mannin, á Lot, og nærkaðust til at bróta upp hurðina. 10Tá rættu menninir hondina útum, tóku Lot til sín inn í húsið og lokaðu hurðina. 11Men menninar, sum vóru uttan fyri húsdyrnar, blindaðu teir, bæði smáar og stórar, so at teir góvust at finna inngongdina.
Bjarging Lots
12Og menninir søgdu við Lot: «Alt skyldfólk títt, mágar tínar, synir tínar og døtur og alt, sum tú eigur í borgini, skalt tú føra burtur frá hesum staði, 13tí at vit ætla at oyða henda staðin, av tí at rópið yvir teir er vorðið so mikið fyri Harranum, at Harrin hevur sent okkum at oyða staðin.» 14Tá fór Lot út at tala við mágar sínar, ið skuldu fáa døtur hansara, og mælti: «Standið upp og rýmið hiðan, tí at Harrin ætlar at oyða staðin!» Men mágar hansara tóku hetta upp fyri gjøldur. 15Tá ið nú dagur tók at lýsa, skundaðu einglarnir undir Lot og søgdu: «Statt upp og tak við tær konu tína og báðar døtur tínar, ið hjá tær eru, so at tú ikki verður týndur fyri misgerð staðarins.» 16Men tá ið hann drálaði, tóku menninir hann og konu og døtur hansara, av tí at Harrin vildi eira honum, og leiddu hann út og sleptu honum ikki, fyrr enn hann var komin út um staðin. 17Og tá ið teir høvdu leitt hann útum, søgdu teir: «Bjarga tær, tí at lív títt liggur við! Lít teg ikki aftur um bak og steðga ongar staðir á slættanum; men bjarga tær niðan í fjøllini, so at tú ikki ferst!» 18Men Lot segði við teir: «Á nei, harri mín! 19Sí, trælur tín hevur jú funnið náði í eygum tínum, og mikla miskunn hevur tú sýnt mær við at lata meg vera á lívi; men eg kann ikki bjarga mær niðan í fjøllini; ógævan man fáa meg aftur, og eg man lívið týna. 20Men sí, har er bygd í nánd at flýggja til; og hon hevur lítið at týða; hagar kann eg bjarga mær, hon hevur vissuliga lítið at týða; og lív mítt er tá bjargað!» 21Tá svaraði hann honum: «Eisini hesa bøn skal eg veita tær; eg skal ikki oyða bygdina, sum tú talar um. 22Bjarga tær sum skjótast hagar, tí at einki fái eg gjørt, fyrr enn tú ert komin hagar.» Tí verður tann bygdin nevnd Zoar.
Oyðing Sódomu og Gómorru, kona Lots
23Í sólarrenningini, tá ið Lot var komin til Zoar, 24læt Harrin regna av himni svávul og eld frá Harranum niður yvir Sódomu og Gómorru. 25Og hann oyddi av hesar borgir og allan Jórdanslættan og allar íbúgvar borganna og jarðargróðurin. 26Men kona hans leit seg aftur um bak og varð at saltstólpa. 27Snimma morgunin eftir fór Ábraham á tann staðin, har hann hevði staðið frammi fyri Harranum; 28og tá ið hann leit yvir at Sódomu og Gómorru og út um allan Jórdanslættan, tá sá hann royk koma upp úr jørðini eins og royk úr bræðsluovni. 29Men tá ið Guð oyddi av borgirnar á Jórdanslættanum, mintist hann á Ábraham og leiddi Lot út úr oyðingini, sum hann læt koma yvir tær borgir, ið Lot búði í.
Døtur Lots
30Lot fór nú úr Zoar niðan í fjallalandið og settist niður har saman við báðum døtrum sínum, tí hann tordi ikki at búgva í Zoar; og hann búði í hellinum saman við døtrum sínum. 31Tá segði hin eldra við hina yngru: «Faðir okkara er gamal, og eingin kallmaður er eftir her í landinum at koma inn til okkara á vanligan hátt. 32Kom tí, latum okkum geva faðir okkara vín at drekka og leggja okkum hjá honum, so at vit mega fáa avkom við faðir okkara.» 33Sama kvøldið góvu tær honum vín at drekka; og hin eldra kom og legði seg hjá faðir sínum; hann vardi hvørki, at hon legði seg, ella at hon fór upp. 34Morgunin eftir segði hin eldra við hina yngru: «Sí, í nátt lá eg hjá faðir mínum; latum okkum nú eisini í kvøld geva honum vín at drekka; far tú tá og legg teg hjá honum, so at vit mega fáa avkom við faðir okkara!» 35Síðan góvu tær aftur tað kvøldið faðir sínum vín at drekka, og hin yngra fór og legði seg hjá faðir sínum; og hann vardi hvørki, at hon legði seg, ella at hon fór upp. 36Soleiðis vórðu báðar døtur Lots við barn av ávum faðirs teirra. 37Og hin eldra føddi son og nevndi hann Móab; hann er ættarfaðir Móabs enn í dag. 38Eisini hin yngra føddi son; og hon nevndi hann Ben-Ammi; hann er ættarfaðir Ammonita enn í dag.

Избрани в момента:

Genesis 19: FB

Маркирай стих

Споделяне

Копиране

None

Искате ли вашите акценти да бъдат запазени на всички ваши устройства? Регистрирайте се или влезте