Jóhannesar Evangelium 11

11
11 KAPITUL.
1MEN har var ein maður, ið lá sjúkur, Lázarus úr Betániu, ur teirri bygd, hvar Maria og systir hennar Marta búðu.
2(Men tað var tann Maria, ið smurdi Harran við smyrslum og turkaði føtur hansara við har-lokkum sínum; bróðir hennar, Lázarus, var sjúkur.)
3Systrarnar sendu tá boð til hansara og sőgdu: Harri, sí, hann sum tú elskar, er sjúkur.
4Men tá ið Jesus hoyrdi tað, segði hann: Henda sjúkan er ikki til deyða, men Gudi til æru, til tess at Guds sonur kann dyrmetast av henni.
5Men Jesus elskaði Martu og systur hennar og Lázarus.
6Tá ið hann nú hevði hoyrt, at Lázarus var sjúkur, tá dvaldist hann í tveir dagar á tí staði, hvar hann var.
7Siðani sigir hann tínæst við lærisveinarnar: Latum okkum fara aftur til Júdeu.
8Lærisveinarnir siga við hann: Meistari, nyliga ætlaðu Jødarnir at grýta teg, og tú fert aftur hagar
9Jesus svaraði: Eru ikki tólv tímar í deginum? gongur maður á degi, sn av ar hann ikki, tí at hann sær henda heimsins Ijós;
10Men gongur maður á nátt, sn av ar hann, tí at ljósið er ikki í honum.
11Hetta segði hann, og tínæst sigir hann við teir: Lázarus, vinmaður okkara, er sovnaður, men eg fari at vekja hann úr svovni.
12Tá sőgdu lærisveinarnir við hann: Harri, er hann sovnaður, so man hann batna.
13Men Jesus hevði sagt tað um hansara deyða; men teir hildu, at hann segði tað um svovnhvíluna.
14So segði tá Jesus bart út við teir: Lázarus er deyður;
15Og fyri tykkara skuld, til tess at tit skulu trúgva, eri eg glaður við, at eg ikki var staddur bar; men latum okkum fara til hansara.
16Tá segði Tomas (hann sumkallast Didymos t.e.: tvíburá-bárn) við teir, ið vóru lærisveinar viðhonum: Latum eisini okkum fara at doyggja við honum.
17Tá ið nú Jesus kom, fánn hann, at hann longu hevði ligið fyra dagar í grővini.
18Men Betánia lá nær við Jerusalem, nakað sum fimtan stádiur (t.e.: hálvan annan fjórðung) haðanítrá.
19Men nógvir av Jødunum vóru komnir til Mariu og Mariu at troysta tær eftir bróður teirra.
20Tá ið nú Marta hoyrdi, at Jesus kom, fór hon út ímóti honum; men Maria sat heima í husinum.
21Tá segði Marta við Jesus: Harri, hevði tú verið her, mundi bróðir min ikki verið deyður;
22Men eisini nú veit eg, at ált sum tú biður Gud um, tað man Gud gevá tær.
23Jesus sigir við hana: Bróðir tin man reisast upp aftur.
24Marta sigir við hann: Eg veit, at hann man reisast upp aftur í uppreisnini á evstá degi.
25Jesus segði við hana: Eg eri uppreisnin og lívið; hann, ið tryr á meg, um enn hann doyr, man hann liva,
26Og hvőr tann, sum livir og tryr á meg, hann skál áidrin um ævir doyggja; tryrt tú hesum?
27Hon sigir við hann: Ja, harri; eg havi trúð, at tú ert Krittns, Guds sonur, hann ið kemur í heimin.
28Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon av stað og rópaði systur sina Mariu og segði loyn-iligá: Lærarin er her og rópár teg.
29Tá ið hon hoyrdi tað, resist hon við skundi og fer til hans ara.
30Men Jesus var evn ikki ko ju in í bygdina, men var á ti stað i, hvar Marta hevði møtt honum.
31Tá ið nú Jødarnir, sum vóru hjá henni í núsinum og troystaðu hana, sóu, at Maria við skundi reistist og fór út, fóru teir aftaná hana í teirri hugsan, at hon fór út til grővina at gráta har.
32Tá ið nú Maria kom hagar, hvar Jesus var, og sá hann, fall hon honum til fóta og segði við hann: Harri, hevði tú verið her, so var bróðir min ikki deyður.
33Tá ið nú Jesus sá hana gráta og teir Jødar gráta, ið vóru komnir við henni, hrmaðist hann í andanum og rørdist almikið;
34Og hann segði: Hvar hava tit lágt hann? Teir siga við hann: Harri, kom og síggj?
35Jesus feldi tár.
36Jødarnir sőgdu tá: Sí, hvussu hann elskaði hanu!
37Men summir av teimum sőgdu: Kundi ikki hann, ið opnaði eyguni hjá ti blinda, hava gjőrt, at eisini hesin ikki var deyður?
38Jesus harmast tá uppaftur í sær og kemur til grővina; men hon var eitt helli, og ein steinur lá fyri tí.
39Jesus sigir: Takið steinin frá. Marta, systir tann deyða, sigir við hann: Harri, roykur gongur longu av honum; ti hann hevir ligið har fyra dagar.
40Jesus sigir við hana: segði eg tær ikki, at um tú tryrt, skalt tú síggja Guds dyrd?
41Teir tóku tá steinin frá. Men Jesus hevði eyguni upp móti himli og segði.: Faðir, eg takki tær, at tú hevir hoyrt meg.
42Væl visti eg at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannflokksins, ið stendur rundan um, segði eg tað, at tey skulu trúgva, at tað er tú, ið hevir útsent meg.
43Og tá ið hann hetta hevði sagt, rópaði hann hart: Lázarus, kom út hegar!
44Hin deyði kom út, bundin um føturnar og hendurnar við likklæðum, og hansara andlit var umbundið við sveittadúki. Jesus sigir við tey: Loysið hann og latið hann ganga.
45Nógvir av teimum Jødunum, ið vóru komnir til Mariu og hvővdu sæð, hvat hann gjőrdi, trúðu tá á hann.
46Men summir av teimum fóru avstað til Fariseararnar og sőgdu teimum, hvat Jesus hevði gjórt.
47Tá saman kallaðu hővuðsprestarnir og Fariseararnir ráðið, og teir sőgdu: Hvat skulu vit gera, ti hesin maðurin ger nógv jartekn?
48Sleppa vit honum soleiðis, fara allir at trúgva á hann, og menninir úr Hom munu sara at koma og taka bæði okkara stað og okkara sólk.
49Men ein av teimum, Kaiafas, sum var hővuðsprestur hetta árið, segði við teir: Tit vita einki,
50Ei heldur hugsa tit um, at tað er tykkum gagnligari, at ein maður doyr fyri fólkið, enn at alt fólkið oyðist.
51Men hetta segði hann ikki av sær sjálvum, men sum hann var hővuðsprestur hetta árið, spáaði hann, at Jesus varð at doyggja fyri fólkið,
52Og ikki fyri Jødafólkið eina, men fyri eisini at samla tey spjaddu Gudsbðrnini í eitt.
53Frá ti degi samráddust teir ti um at taka hann av dógum.
54Ti gekk Jesus ikki longur opinberliga millum Jődanna, men fór burtur haðani út í bygdalagið nær við oyðumőrkina, til eina bygd, ið eitur Efráim, og har dvaldist hann við lærisveinunum.
55Men pátkirnar hjá Jødunum vóru nær, og nógvir fóru úr lándsbygdini niðan til Jerúsalems fyri páskir til at reinsá seg.
56Teir leitaðu nú eftir Jesusi og sőgdu hvőr við annan, meðan teir stóðu í halgidominum: Hvat tykist tykkum? man hann als ikki koma til hőgtíðina?
57Men hővuðsprestarnir og Fariseararnir hővdu givið orð og boð, at um nakar visti, hvar hann var, skuldi hann siga til, at teir kundu handtaka hann.

Qhakambisa

Dlulisela

Kopisha

None

Ufuna ukuthi okuvelele kwakho kugcinwe kuwo wonke amadivayisi akho? Bhalisa noma ngena ngemvume

Ividiyo ye- Jóhannesar Evangelium 11