Evangeliið eftir Jóhannes 6
6
Jesus gevur 5000 mat
1Eftir hetta fór Jesus avstað til økið hinumegin Galileuvatnið ella Tiberiasvatnið. 2Og stór mannamúgva fylgdi honum, tí at tey sóu tey tekin, sum hann gjørdi á hinum sjúku. 3Men Jesus fór niðan á fjallið og settist har saman við lærusveinum sínum. 4Men páskir, hátíðin hjá Jødum, vóru í nánd. 5Tá ið Jesus nú lyfti upp eygum sínum og sá, at stór mannamúgva kom til hansara, sigur hann við Filippus: «Hvar skulu vit keypa breyð, so at hesi kunnu fáa nakað at eta?» 6Men hetta segði hann fyri at royna hann; tí at sjálvur visti hann, hvat hann ætlaði sær at gera. 7Filippus svaraði honum: «Breyð fyri tvey hundrað denarar røkkur ikki til hjá teimum, so at hvør teirra kann fáa eitt lítið sindur.» 8Ein av lærusveinum hansara, Andrias, bróðir Símun Pæturs, sigur við hann: 9«Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum?» 10Jesus segði: «Latið fólkið setast niður!» Men har var nógv gras á staðinum. Tá settust kallmenninir niður, okkurt um fimm túsund í tali. 11Jesus tók tá breyðini, og tá ið hann hevði takkað, býtti hann tey til teirra, sum setstir vóru niður, somuleiðis eisini av fiskunum so mikið, sum teir vildu hava. 12Men tá ið teir vóru mettir, sigur hann við lærusveinar sínar: «Hentið saman breyðmolarnar, sum leypa av, so at einki fer til spillis!» 13Teir hentaðu teir so saman og fyltu upp í tólv tægur av molum, sum vóru til avlops av teimum fimm byggbreyðunum hjá teimum, sum høvdu etið. 14Tá ið nú fólkini sóu tað tekinið, sum hann hevði gjørt, søgdu tey: «Hesin er av sonnum profeturin, sum koma skal í heimin.» 15Tá ið Jesus tí skildi at teir ætlaðu at koma og taka hann við valdi, til tess at gera hann til kong, fór hann aftur avsíðis niðan á fjallið, einsamallur í einingi.
Jesus gongur eftir vatninum
16Men tá ið komið var at kvøldi, fóru lærusveinar hansara oman at vatninum, 17og teir fóru í ein bát og ætlaðu at fara yvir um vatnið til Kapernaum. Og tað var longu vorðið myrkt, og Jesus var enn ikki komin til teirra. 18Og tað vóru stórar aldur á vatninum, við tað at vindurin var nógvur. 19Tá ið teir nú høvdu róð okkurt um fimm og tjúgu ella tríati stádiur, síggja teir Jesus koma gangandi eftir vatninum og nærkast bátinum, og teir ræddust. 20Men hann sigur við teir: «Tað eri eg, ræðist ikki!» 21Teir vildu nú taka hann inn í bátin, og straks var báturin komin at landinum, sum teir hildu ímót.
Jesus talar um lívsins breyð
22Dagin eftir sá mannamúgvan, sum stóð hinumegin vatnið, at har ikki hevði verið meira enn ein bátur og at Jesus ikki var farin inn í bátin saman við lærusveinum sínum, men at lærusveinar hansara vóru farnir avstað einsamallir; 23– men har vóru komnir bátar frá Tiberias nær til tann staðin, har sum teir ótu breyðið, aftan á at Harrin hevði gjørt takkargerð. 24Tá ið tí mannamúgvan sá, at Jesus ikki var har, ikki heldur lærusveinar hansara, fóru tey í bátarnar og komu til Kapernaum fyri at leita eftir Jesusi. 25Og tá ið tey funnu hann hinumegin vatnið, søgdu tey við hann: «Rabbi, nær komst tú higar?» 26Jesus svaraði teimum og segði: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit leita eftir mær, ikki tí at tit sóu tekin, men tí at tit ótu av breyðunum og vórðu mett. 27Arbeiðið ikki fyri tann matin, sum forferst, men fyri tann matin, sum varir við til ævigt lív, sum menniskjusonurin skal geva tykkum; tí at hann hevur faðirin, Guð sjálvur, innsiglað.» 28Teir søgdu tí við hann: «Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna Guðs gerningar?» 29Jesus svaraði og segði við teir: «Hetta er Guðs gerningur, at tit skulu trúgva á hann, sum hann sendi.» 30Teir søgdu tá við hann: «Hvat tekin gert tú tá, til tess at vit mega síggja og trúgva tær? Hvat arbeiði gert tú? 31Fedrar okkara ótu manna í oyðimørkini, soleiðis sum skrivað er: Breyð av himni gav hann teimum at eta.» 32Tá segði Jesus við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Ikki Móses gav tykkum breyðið av himni; men faðir mín gevur tykkum hitt sanna breyðið av himni. 33Tí at Guðs breyð er tað, sum kemur niður av himni og gevur heiminum lív.» 34Tá søgdu teir við hann: «Harri, gev okkum altíð hetta breyðið!» 35Jesus segði við teir: «Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta. 36Men eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð meg og trúgva tó ikki. 37Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. 38Tí at eg eri komin niður av himni, ikki fyri at gera vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg. 39Men hetta er vilji hansara, sum sendi meg, at av øllum tí, sum hann hevur givið mær, skal eg einki missa, men eg skal reisa tað upp á evsta degi. 40Tí at hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.» 41Tá ilskaðust Jødarnir á hann, tí at hann segði: «Eg eri tað breyðið, sum kom niður av himni.» 42Og teir søgdu: «Er hetta ikki Jesus, sonur Jósefs, sum vit kenna bæði faðir og móður at? Hvussu kann hann tá siga: «Eg eri komin niður av himni?» » 43Jesus svaraði og segði við teir: «Ilskist ikki tykkara millum! 44Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. 45Skrivað er hjá profetunum: «Og teir skulu allir verða upplærdir av Guði.» Ein og hvør, sum hevur hoyrt av faðirinum og lært, kemur til mín. 46Ikki so at nakar hevur sæð faðirin uttan hann, sum er frá Guði, hann hevur sæð faðirin. 47Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr, hevur ævigt lív. 48Eg eri lívsins breyð. 49Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini og doyðu. 50Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni, at tey skulu eta tað og ikki doyggja. 51Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir; og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.» 52Tá trættu Jødarnir sín ámillum og søgdu: «Hvussu kann hann geva okkum hold sítt at eta?» 53Jesus segði tá við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eta tit ikki hold menniskjusonarins og drekka blóð hansara, tá hava tit ikki lív í tykkum. 54Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hevur ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. 55Tí at hold mítt er sannur matur, og blóð mítt er sannur drykkur. 56Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hann verður verandi í mær og eg í honum. 57Eins og hin livandi faðirin sendi meg, og eg livi vegna faðirsins, soleiðis skal tann, sum etur meg, liva vegna mín. 58Hetta er breyðið, sum er komið niður av himni; tað er ikki sum hjá fedrunum, sum ótu og doyðu; tann, sum etur hetta breyðið, skal liva allar ævir.» 59Hetta segði hann, meðan hann lærdi í einum samkomuhúsi í Kapernaum.
Úrslit av taluni; játtan Pæturs
60Mangir av lærusveinum hansara søgdu, tá ið teir hoyrdu tað: «Hetta er hørð tala, hvør orkar at lýða á hann?» 61Men Jesus visti við sær sjálvum, at lærusveinar hansara ilskaðust um hetta, og hann segði tí við teir: «Taka tit tykkum meinboga av hesum? 62Hvat tá, um tit fáa at síggja menniskjusonin fara upp hagar, sum hann var áður? 63Tað er andin, sum lívgar; holdið gagnar einki. Orðini, sum eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív. 64Men tað eru summir av tykkum, sum ikki trúgva.» Tí at Jesus visti frá fyrstu stund, hvørjir teir vóru, sum ikki trúðu, og hvør tann var, sum skuldi svíkja hann. 65Og hann segði: «Tess vegna havi eg sagt tykkum, at eingin kann koma til mín, uttan at tað er honum givið av faðirinum.» 66Frá teirri tíð fóru mangir av lærusveinum hansara burtur frá honum og ferðaðust ikki longur um við honum. 67Jesus segði tá við teir tólv: «Vilja tit eisini fara burtur?» 68Símun Pætur svaraði honum: «Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs; 69og vit hava trúð og vita, at tú ert hin heilagi Guðs.» 70Jesus svaraði teimum: «Havi eg ikki útvalt mær tykkum tólv? Og ein tykkara er ein djevul.» 71Men hetta meinti hann við Judas, son Símunar Iskarjot; tí at tað var hann, sum síðan skuldi svíkja hann, ein av teimum tólv.
Айни замон обунашуда:
Evangeliið eftir Jóhannes 6: FB
Лаҳзаҳои махсус
Паҳн кунед
Нусха
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society