Evangeliið eftir Jóhannes 16
16
Forfylging í væntan
1«Hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit ikki skulu fáa meinboga. 2Teir skulu koyra tykkum út úr samkomuhúsunum; ja, tann stund kemur, tá ið hvør tann, sum drepur tykkum, skal halda, at hann veitir Guði eina dýrkan. 3Og hetta gera teir, av tí at teir hvørki kenna faðirin ella meg. 4Men hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit, tá ið tann stund kemur, skulu minnast, at eg havi sagt tykkum tað. Men hetta segði eg tykkum ikki av fyrstu tíð, við tað at eg var hjá tykkum.
Gerningur heilaga andans
5Men nú fari eg burtur til hansara, sum sendi meg; og eingin tykkara spyr meg: «Hvar fert tú?» 6Men av tí at eg havi talað hetta til tykkara, hevur sorg fylt hjarta tykkara. 7Men eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara. 8Og tá ið hann kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm. 9Um synd, av tí at teir ikki trúgva á meg; 10um rættvísi, av tí at eg fari til faðirin, og tit síggja meg ikki longur; 11men um dóm, av tí at høvdingin í hesum heimi er dømdur. 12Enn havi eg nógv at siga tykkum; men tit eru ikki mentir at bera tað nú. 13Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum. 14Hann skal dýrmeta meg; tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum. 15Alt tað, sum faðirin hevur, er mítt. Tí segði eg, at hann tekur av mínum og kunnger tykkum.
Teir skulu skiljast, men síggjast aftur
16Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja meg.» 17Tá søgdu nakrir av lærusveinum hansara hvør við annan: «Hvat er hetta, sum hann sigur við okkum: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg, og: Eg fari til faðirin?» 18Teir søgdu tí: «Hvat er hetta, sum hann sigur: Um lítla stund. Vit skilja ikki, hvat hann talar.» 19Jesus visti, at teir ætlaðu at spyrja hann, og hann segði við teir: «Er tað hetta, tit skifta orð um tykkara millum, at eg segði: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg? 20Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu gráta og eymka tykkum, men heimurin skal fegnast: Tit skulu verða sorgarbundnir, men sorg tykkara skal verða vend til gleði. 21Konan, sum skal eiga barn, hevur sorg, tí at tími hennara er komin; men tá ið hon hevur átt barnið, kemur henni ikki longur neyðina í hug fyri gleðina um, at ein menniskja er fødd í heimin. 22Eisini tit hava tá nú sorg, men eg skal síggja tykkum aftur, og tá skal hjarta tykkara gleðast, og eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum. 23Og tann dagin skulu tit ikki spyrja meg um nakað. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvat tit so biðja faðirin um, tað skal hann geva tykkum í navni mínum. 24Higartil hava tit einki biðið um í navni mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin. 25Hetta havi eg talað til tykkara í líknilsum. Tann stund kemur, tá ið eg ikki longur skal tala til tykkara í líknilsum, men beint fram kunngera tykkum um faðirin. 26Tann dagin skulu tit biðja í navni mínum, og eg sigi tykkum ikki, at eg skal biðja faðirin fyri tykkum; 27tí at faðirin sjálvur elskar tykkum, av tí at tit hava elskað meg og trúð, at eg eri gingin út frá faðirinum. 28Eg eri gingin út frá faðirinum og eri komin í heimin; eg fari úr heiminum aftur og fari til faðirin.» 29Lærusveinar hansara siga: «Sí, nú talar tú beint fram og sigur einki líknilsi. 30Nú vita vit, at tú veitst alt, og at tær ikki tørvar, at nakar spyr teg; tess vegna trúgva vit, at tú ert komin frá Guði.» 31Jesus svaraði teimum: «Nú trúgva tit! 32Sí, tann stund kemur og er longu komin, tá ið tit skulu spjaðast sundur, hvør til sítt, og lata meg vera einsamallan eftir. Tó eri eg ikki einsamallur, tí at faðirin er við mær. 33Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at tit skulu hava frið í mær. Í heiminum hava tit trongd; men havið gott treyst, eg havi vunnið sigur av heiminum.»
Currently Selected:
Evangeliið eftir Jóhannes 16: FB
Označeno
Deli
Kopiraj
![None](/_next/image?url=https%3A%2F%2Fimageproxy.youversionapi.com%2F58%2Fhttps%3A%2F%2Fweb-assets.youversion.com%2Fapp-icons%2Fsl.png&w=128&q=75)
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society