Genesis 2
2
Menniskjan í Eden
1Soleiðis vórðu himin og jørð og allur herur teirra fullgjørd. 2Og Guð fullgjørdi á sjeynda degi verk sítt, sum hann hevði skapað; og hann hvíldi á sjeynda degi frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað. 3Guð vælsignaði hin sjeynda dagin og halgaði hann, tí á honum hvíldi Guð frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað og gjørt. 4Hetta er søgan um uppruna himins og jarðar, tá ið tey vórðu skapað.
5Tá ið Harrin Guð skapaði jørð og himin – men á vøllum jarðar var enn als eingin runnur til; og ongar urtir vuksu enn á markini, av tí at Harrin Guð enn ikki hevði latið tað regna á jørðina, og eingir menn vóru til at dyrka jørðina; 6men upp úr jørðini kom kelda og vætaði alla markina – 7tá myndaði Harrin Guð mannin av mold jarðar og blásti lívsanda í nasar hans, og soleiðis varð maður til livandi skepnu.
8Síðan plantaði Harrin Guð aldingarð í Eden í eysturlandi; og har setti hann mannin, sum hann hevði myndað. 9Og Harrin Guð læt úr dyrkilendinum spretta upp alskyns trø, frálík á at líta og góð til matna og í miðjum aldingarði lívsins træ og træ kunnleikans um gott og ilt. 10Úr Eden rann stórá til at væta aldingarðin; fyri uttan greinaðist hon sundur og varð til fýra áir. 11Hin fyrsta eitur Pisjon; hon rennur kring um alt landið Hávila, har sum gullið finst; 12og gullið har í landinum er gott; har finst eisini bdellium og sjóhamsteinur. 13Onnur áin eitur Gihon; hon rennur kring um alt landið Kusj 14Triðja áin er Hiddekel; hon rennur fyri eystan Assýriu. Fjórða áin er Frat. 15Og Harrin Guð tók Ádam og setti hann í aldingarðin Eden til tess at dyrka hann og varða um hann. 16Men Harrin Guð beyð Ádami og segði: «Av øllum trøum er tær loyvt at eta eftir vild; 17men av træi kunnleikans um gott og ilt skalt tú ikki eta; tí at so skjótt, sum tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja!»
18Harrin Guð segði nú: «Ikki er gott, at maðurin er einsamallur; eg vil gera honum medhjálp, sum hóskar honum.» 19Og Harrin Guð myndaði úr mold øll djór á markini og allar fuglar himinsins og læt tey koma fram fyri Ádam til tess at sjá, hvat navn hann fór at geva teimum, tí at hvør livandi skepna skuldi bera tað navn, sum hann gav henni. 20Ádam gav øllum fenaðinum og fuglum himinsins og øllum djórum á markini nøvn – men til sín sjálvs fann Ádam onga hóskandi medhjálp. 21Tá læt Harrin Guð fastan svøvn koma á Ádam; og tá ið hann var sovnaður, tók hann eitt av rivjabeinum hans og fylti aftur í aftur við holdi. 22Og Harrin Guð myndaði konu av rivinum, sum hann hevði tikið av Ádami og leiddi hana til Ádams. 23Tá mælti Ádam: «Hesa ferðina er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi; hon skal kallast kallinna, tí av kallmanni er hon tikin!» 24Tí fer maður frá faðir og móður og heldur seg aftur at konu síni, og tey verða eitt hold. 25Tey vóru nakin, bæði Ádam og kona hansara, men blúgvaðust tó ikki.
Currently Selected:
Genesis 2: FB
Označeno
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society