YouVersion လိုဂို
ရှာရန် အိုင်ကွန်

Jóhannesar Evangelium 13

13
13 KAPITUL.
1MEN fyri páskahőgtíðina, tá ið Jesus visti, at hansara timi var komin, at hann skuldi sara úr hesum heiminum heim til faðirin, tá var tað, at hann, sum hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, elskaði teir til tað síðsta.
2Meðan nátturði varð etin, tá ið djevulin longu hevði skotið Júdasi Ískarjot, Símunar soni, í hjarta at s vikja hann,
3Tá reisist Jesus—sum visti, j at faðirin hevði fingið honum alt upp í hendur, og at hann var komin frá Gudi og fór til Guds—frá nátturðanum,
4Og hann tekur yvirklæðini av sær, og hann tók ein líndúk og bant hann um seg.
5Síðan hellir hann vatn í vaskiílátið, og hann fór at tváa føturnar hjá lærisveinunum og turka teir við ti líndúki, hann hevði bundið um seg.
6Hann kemur tá til Símun Pæturs; hann sigir við hann: Harri, tu tváar minar føtur?
7Jesus svaraði og segði við hann: Hvat eg geri, veitst tú ikki nú, men seinni mant tú fara at skilja tað.!
8Pætur sigir við hann: Aldri I í allar ævir skalt tú tváa minar i føtur. Jesus svaraði honum: Tvái eg teg ikki, hevir tú ikki felag við meg.
9Símun Pætur sigir við hann: Harri, ikki minar føtur aleina, men eisini hendurnar og hővdið.
10Jesus sigir við hann: Hann, ið er tvigin, honum nytist ikki at tváa annað enn føturnar, men er allur reinur; og tit eru reinir, men ikki allir,
11Ti hann kendi hann, sum sveik hann; ti segði hann: Tit eru ikki allir reinir.
12Tá ið hann nú varliðugur at tváa føtur teirra og hevði tikið; klæði sini og seibt seg aftur, segði hann við teir: Skilja tit, hvat eg havi gjðrt við tykkum?
13Tit nevna meg: meistarin og harrin; og tit siga satt; ti eg eri tað.
14Tá ið nú eg, harrin og meistarin, havi tvigið tykkara føtur, eiga eisini tit at tváa føturnar hvőr hjá őðrum.
15Ti eitt fyridømi havi eg givið tykkum, at eisini tit skulu gera, sum eg havi gjőrt við tykkum.
16Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, ein tænari er ikki meiri enn harri hansara, ei heldur ein sendimaður meiri enn hann, ið sendi hann.
17Tá ið tit vita hetta, sælir eru tit, um tit so gera.
18Eg sigi tað ikki um tykkum allar; eg veit, hvőrjar eg havi útvalt; men tað er so, til tess at skriftin skuldi ganga út: „Hann, ið etur við mær breyðið, hevir lyft hæl sin ímóti mær.“
19Frá hesi stund sigi eg tykkum tað, áður enn tað gongur út, at tit, tá ið tað er gingið út, skulu trúgva, at eg eri tað, eg eri.
20Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, hann, ið tekur við honum, ið eg sendi, tekur við mær, men hann, ið við mær tekur, tekur við honum, ið sendi meg.
21Tá ið Jesus hetta hevði sagt, harmaðist hann í andanum, og hann vitnaði og segði: Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, ein tykkara fer at svíkja meg.
22Lærisveinarnir hugdu hvőr uppá annan, í óvissu um, hvőr tað var, ið hann tosaði um.
23Ein av Jesusar lærisveinum lá upp í fovningin hjá honum, tann sami, sum Jesus elskaði.
24At honum nikkaði tá Símun Pætur og sigir við hann: Sig, ihvőr tað er, ið hann tosar um.
25Og sum hann lá upp í fovningin hjá Jesusi, sigir hann við hana: Harri, hvőr er tað?
26Jesus svarar: Tað er hann, sum eg gevi tann bitan, eg nú drepi niður í. Hann drap tá bitan niður í og gevur Júdasí, soni Símun Ískarjots.
27Og tá ið hann hevði fingið bitan, tá fór Satan inn í hanm Jesus sigir tá við hann: Tað sum tú gert, tað ger skjótt!
28Men eingin teirra, ið sótu til borðs, skildij hví hann segði hetta við hann.
29Ti summir hildu, av tí at Júdas hevði pengakistilin, at Jesús segði við hann: Keyp, hvat vit nýta til hőgtíðina; elia at hann skuldi geva nakað til tey fatæku.
30Tá ið hann nú hevði tikið bitan, fór hann strax út; men tað var nátt.
31Tá ið hann nú var farin út, sigir Jesus: Nú er mannasonurin vorðin dyrmætur, og Gud er dyrmettur í honum.
32Er Guð heiðraður í honum, man eisini Gud heiðra hann í sær, og bratt man hann heiðra hann.
33Kæru born, enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum; tit munu fara at leita eftir mær, og líkasum eg segði við Jødarnar; „Hagar sum eg fari, kunna tit ikki koma,“ sigi eg nú eisini við tykkum.
34Eitt nytt boðorð gevi eg tykkum, at tit skulu elska hvőr annan, líkasum eg havi elskað tykkum, til tess at eisini tit skulu elska hvőr annan.
35Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærisveinar hjá mær, um tit hava kærleika tykkara mill-um.
36Símun Pætur sigir við hann: Harri, hvar fert tú? Jesus svaraði: Hagar sum eg fari, kant tú ikki fylgja nú, men seinni mant tú fylgja.
37Pætursigirvið hann: Harri, hví kann eg ikki fylgja tær nú? mítt lív skal eg lata fyri teg.
38Jesus svarar: Títt lív skalt tú lata fyri meg? sanniliga, sanniliga, sigi eg taer, hanin man ikki gala, fyrr enn tú hevir avnoktað meg tríggjar ferðir.

လက်ရှိရွေးချယ်ထားမှု

Jóhannesar Evangelium 13: FAO1908

အရောင်မှတ်ချက်

မျှဝေရန်

ကူးယူ

None

မိမိစက်ကိရိယာအားလုံးတွင် မိမိအရောင်ချယ်သောအရာများကို သိမ်းဆည်းထားလိုပါသလား။ စာရင်းသွင်းပါ (သို့) အကောင့်ဝင်လိုက်ပါ

Jóhannesar Evangelium 13 အကြောင်း ဗီဒီယိုများ