Evangeliið eftir Jóhannes 2

2
Brúdleyp í Kána
1Og triðja dagin varð hildið brúdleyp í Kána í Galileu, og móðir Jesu var har. 2Men eisini Jesus varð boðin í brúdleypið og lærusveinar hansara. 3Og tá ið har treyt vín, sigur móðir Jesu við hann: «Tey hava einki vín.» 4Og Jesus sigur við hana: «Kvinna, hvat vilt tú mær? Enn er ikki mín tími komin.» 5Móðir hansara sigur við tænararnar: «Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit gera.» 6Men har vóru sett seks vatnsker av steini eftir reinsanarsiði hjá Jødum, og tók hvørt teirra tvær ella tríggjar kannur. 7Jesus sigur við teir: «Fyllið vatnskerini við vatni!» Og teir fyltu tey á tremur. 8Og hann sigur við teir: «Oysið nú upp og berið høvuðskokkinum!» Og teir bóru honum. 9Men tá ið høvuðskokkurin smakkaði á vatnið, sum var vorðið vín, og ikki visti, hvaðan tað var, – men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið upp, vistu tað – kallar høvuðskokkurin á brúðgómin og sigur við hann: 10«Hvør maður setir fyrst hitt góða vínið fram, og tá ið teir eru vorðnir druknir, hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið líka til nú.» 11Hesa byrjan av teknum sínum gjørdi Jesus í Kána í Galileu og opinberaði dýrd sína, og lærusveinar hansara trúðu á hann.
Jesus í Kapernaum
12Eftir hetta fór hann oman til Kapernaum, hann sjálvur og móðir hansara og brøður hansara og lærusveinar hansara, og tey vóru har ikki mangar dagar.
Jesus ruddar halgidómin
13Og páskir hjá Jødum vóru nær, og Jesus fór niðan til Jerúsalem. 14Og hann hitti teir sitandi í halgidóminum, sum seldu neyt og seyð og dúgvur, og peningavekslararnar. 15Og hann gjørdi sær ein koyril av reipum og rak teir allar út úr halgidóminum, bæði seyðin og neytini, og hann spjaddi smápengarnar hjá vekslarunum útum og koyrdi borð teirra um koll. 16Og við dúgvuseljararnar segði hann: «Takið hetta burtur hiðani; gerið ikki hús faðirs míns til krambúð!» 17Lærusveinum hansara rann í huga, at skrivað stendur: «Vandni um hús títt skal eta meg upp.» 18Tá tóku Jødarnir til orða og søgdu við hann: «Hvat tekin sýnir tú okkum, eftir sum tú gert hetta?» 19Jesus svaraði og segði við teir: «Brótið niður hetta templið, og eftir trimum døgum skal eg reisa tað.» 20Tá søgdu Jødarnir: «Í seks og fjøruti ár hevur hetta templið staðið í gerð, og tú vilt reisa tað eftir trimum døgum!» 21Men hann talaði um tempul likams síns. 22Tá ið hann tí var upprisin frá deyðum, mintust lærusveinar hansara til, at hann hevði sagt hetta; og teir trúðu skriftini og tí orði, sum Jesus hevði sagt. 23Men tá ið hann var í Jerúsalem á páskum, um hátíðina, trúðu mangir á navn hansara, tá ið teir sóu tekin hansara, sum hann gjørdi. 24Men Jesus sjálvur leit seg ikki til teirra, við tað at hann kendi allar, 25og honum ikki tørvaði, at nakar vitnaði um menniskjuna; tí at hann visti sjálvur, hvat ið var í menniskjuni.

Одоогоор Сонгогдсон:

Evangeliið eftir Jóhannes 2: FB

Тодруулга

Хуваалцах

Хувилах

None

Тодруулсан зүйлсээ бүх төхөөрөмждөө хадгалмаар байна уу? Бүртгүүлэх эсвэл нэвтэрнэ үү