Evangeliið eftir Markus 9
9
Jesus umbroytist á fjallinum
2Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes við sær og fer við teimum einsamøllum fyri seg sjálvan niðan á eitt høgt fjall; og hann umbroyttist fyri eygum teirra. 3Og klæði hansara vórðu skínandi bjørt, hvít sum fann, hvítari enn nakar maður á foldum, sum hevur klæði á bliki, kann fáa tey. 4Og Elia saman við Mósesi sýndi seg fyri teimum, og teir vóru í samtalu við Jesus. 5Og Pætur tók til orða og sigur við Jesus: «Meistari, tað er gott, at vit eru her! Lat okkum gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.» 6Tí at hann visti ikki, hvat hann átti at siga, tí at teir vórðu heilt óttafullir. 7Og eitt skýggj kom og skuggaði yvir teimum, og ein rødd kom út úr skýnum: «Hesin er sonur mín, hin elskaði. Lýðið á hann!» 8Og í sama viðbragdi, tá ið teir litu um seg, sóu teir ongan meira uttan Jesus einsamallan hjá teimum. 9Og meðan teir gingu oman av fjallinum, álegði hann teimum ikki at siga nøkrum frá tí, sum teir høvdu sæð, fyrr enn menniskjusonurin var risin upp frá deyðum. 10Og teir løgdu sær hetta orðið í geyma, og teir spurdu hvør annan sín ámillum, hvat tað mundi vera at rísa upp frá deyðum.
Jóhannes doyparin sum Elia, ið koma skal
11Og teir spurdu hann og søgdu: «Hvussu kann tað bera til, at Fariseararnir og hinir skriftlærdu siga, at Elia eigur at koma fyrst?» 12Men hann segði við teir: «Elia kemur fyrst og førir alt aftur í lag; og hvussu er skrivað um menniskjusonin? At hann skal líða mangt og verða vanvirdur. 13Men eg sigi tykkum, at bæði er Elia komin, og teir hava gjørt við hann alt, sum teir vildu, soleiðis sum skrivað stendur um hann.»
Ein drongur við málleysum anda verður grøddur
14Og tá ið teir koma til lærusveinarnar, sóu teir eina stóra mannamúgvu rundan um teir og nakrar skriftlærdar, som vóru í orðaskifti við teir. 15Og við tað sama mannamúgvan bar eyga við hann, hvukku tey øll við, og tey komu rennandi og heilsaðu honum. 16Og hann spurdi tey: «Hvat skifta tit orð við teir um?» 17Og ein úr fjøldini svaraði honum: «Meistari, eg kom higar til tín við syni mínum, sum hevur ein málleysan anda; 18og hvar hann so kemur á hann, syftir hann hann niður, og froðan veður um munnin á honum, og hann gríslar tenn, og hann kemur burtur í einki. Og eg segði við lærusveinar tínar, at teir skuldu reka hann út; men teir vóru ikki førir fyri tí.» 19Men hann svaraði teimum og segði: «O, tú vantrúna slekt! Hvussu leingi skal eg verða hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum? Førið hann til mín!» 20Og teir førdu hann til hansara. Og við tað sama, hann sá hann, sleit andin í hann, og hann fell niður til jarðar og lá og veltist, og froðan vóð um munnin. 21Og hann spurdi faðir hansara: «Hvussu langt er tað síðan, hetta kom á hann?» Men hann segði: «Frá barnaárunum. 22Og ofta hevur hann kastað hann bæði í eld og í vatn fyri at forkoma honum; men um tú ert nakað mentur, tá miskunna okkum og hjálp okkum.» 23Men Jesus segði við hann: «Um tú ert mentur! Alt er møguligt fyri honum, sum trýr.» 24Í stundini skar barnsins faðir í róp og segði: «Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!» 25Men tá ið Jesus sá, at mannamúgvan tyrptist saman um, hótti hann at hinum óreina andanum og segði við hann: «Tú málleysi andi og deyvi! Eg bjóði tær, far út úr honum og far ikki meira inn í hann!» 26Tá rópaði hann og sleit ógvuliga í hann og fór út; og hann varð sum eitt deytt, so at flest øll søgdu, at hann var deyður. 27Men Jesus tók í hondina á honum og reisti hann upp, og hann reis á føtur. 28Og tá ið hann var komin til húsa, spurdu lærusveinar hansara hann einsæris: «Hvussu bar tað til, at vit ikki vóru førir fyri at reka hann út?» 29Og hann segði við teir: «Hetta slagið fer ikki út við nøkrum, uttan við bøn [og føstu].»
Jesus talar á øðrum sinni um líðing sína
30Og teir fóru burtur haðani og ferðaðust um Galileu; og hann vildi ikki, at nakar skuldi vita av tí; 31tí at hann lærdi lærusveinar sínar og segði við teir: «Menniskjusonurin verður givin upp í mannahendur; og tey skulu drepa hann, og tá ið hann er dripin, skal hann tríggjar dagar aftaná rísa upp.» 32Men teir fataðu ikki hesa talu, og teir tordu ikki at spyrja hann.
Tann størsti skal vera tænari
33Og teir komu til Kapernaum; og tá ið hann var komin heim til húsa, spurdi hann teir: «Hvat var tað, sum tit talaðu saman um á veginum?» 34Men teir tagdu; tí at teir høvdu talað sín ámillum á veginum um, hvør teirra var størstur. 35Og hann settist niður og kallaði teir tólv til sín og sigur við teir: «Um onkur vil vera fremstur, tá skal hann vera seinastur av øllum og tænari hjá øllum.» 36Og hann tók eitt lítið barn og setti tað inn ímillum teirra, og hann tók tað í føvningin og segði við teir: 37«Tann, ið tekur móti einum slíkum barni í mínum navni, hann tekur móti mær; og tann, ið tekur móti mær, hann tekur ikki móti mær, men honum, ið sendi meg.»
Ein fremmandur rekur út illar andar í Jesu navni
38Jóhannes segði við hann: «Meistari, vit sóu ein mann, sum ikki er í fylgi við okkum, reka út illar andar við navni tínum; og vit meinaðu honum tað, av tí at hann ikki fylgdi okkum.» 39Men Jesus segði: «Meinið honum tað ikki, tí at tann er eingin, sum ger kraftargerð við mínum navni og beint aftaná kann tala illa um meg. 40Tí at tann, sum ikki er ímóti okkum, hann er við okkum. 41Tí at tann, sum gevur tykkum eina skál av vatni at drekka í mínum navni, av tí at tit hoyra Kristi til, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal ikki missa løn sína.
Meinbogi fyri teimum smáu
42Og tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, sum trúgva, honum var tað nógv betri, um mylnusteinur hekk um hálsin á honum, og hann varð kastaður í havið. 43Og um hond tín freistar teg, tá høgg hana av; tí at betri er tær at ganga krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og fara í helviti, í hin ósløkkjandi eldin. 44Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar. 45Og um fótur tín freistar teg, tá høgg hann av; tí at betri er tær at ganga lamin inn til lívið enn at hava báðar føtur og verða kastaður í helviti. 46Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar. 47Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út; tí at betur er tær at ganga einoygdur inn í Guðs ríki enn at hava bæði eygu og verða kastaður í helviti? 48Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar. 49Tí at ein og hvør skal verða saltaður við eldi, [eins og eitt og hvørt offur skal verða saltað við salti.] 50Saltið er gott; men um saltið verður dovið, við hvørjum vilja tit tá geva tí kraft aftur? Havið salt í sjálvum tykkum og haldið frið tykkara millum!»
Valið núna:
Evangeliið eftir Markus 9: FB
Áherslumerki
Deildu
Afrita

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society