Evangeliið eftir Markus 7

7
Reint og óreint hjá Farisearum
1Og Fariseararnir og nakrir av hinum skriftlærdu, ið komnir vóru frá Jerúsalem, koma saman til hansara. 2Og tá ið teir sóu, at nakrir av lærusveinum hansara fingu sær at eta við vanhalgaðum hondum, tað er, við ótváaðum hondum; – 3tí at Fariseararnir og allir Jødar fáa sær ikki at eta, uttan teir væl og virðiliga hava tváað sær um hendurnar, við tað at teir halda fast við gamlan fedranna sið; 4og tá ið teir koma heim av torgi, fáa teir sær ikki mat, uttan teir hava tváað sær áður; og mangt annað er, sum teir hava tikið sær fyri at halda fast við, reinsan av bikarum og konnum og koparketlum og beinkjum – 5tá spurdu Fariseararnir og hinir skriftlærdu hann: «Hví fylgja lærusveinar tínir ikki gomlum fedranna siði, men fáa sær mat við vanhalgaðum hondum?» 6Men hann segði við teir: «Beint hevur Jesaja profeterað um tykkum, tykkara falsarar, soleiðis sum skrivað stendur: «Hetta fólkið ærir meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt burtur frá mær. 7Men til einkis dýrka tey meg, tá ið tey læra lærdómir, ið eru mannaboð.» 8Tit skoyta ikki Guðs boðum, men halda fast við mannasiðir.» 9Og hann segði við teir: «Tað er prýðiligt av tykkum, at tit taka Guðs boð av, til tess at tit kunnu halda fast við sið tykkara. 10Tí at Móses hevur sagt: «Æra faðir tín og móður tína» og «tann, ið biður ilt fyri faðir ella móður, honum er deyðin vísur.» 11Men tit siga: «Um ein maður sigur við faðir sín ella móður sína: «Hetta, sum tú kundi havt hjálp í frá mær, skal vera ein korban (tað er: ein tempulgáva)», 12so loyva tit honum ikki longur at gera nakað fyri faðir sín ella móður sína, 13við tað at tit taka Guðs orð av við siðum tykkara, sum tit hava ásett. Og mangt annað tílíkt gera tit.» 14Og hann kallaði aftur til sín mannamúgvuna og segði við tey: «Hoyrið meg øll og fatið! 15Einki er uttan fyri menniskjuna, sum kann gera hana óreina, um tað fer inn í hana; men tað, sum fer út úr menniskjuni, tað er tað, sum ger hana óreina. 16[Um nakar hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!»] 17Og tá ið hann var komin inn við hús burtur frá mannamúgvuni, spurdu lærusveinar hansara hann um hetta líknilsið. 18Og hann sigur við teir: «Eru tit við so skilaleysir? Skilja tit ikki, at alt tað, sum uttarífrá fer inn í menniskjuna, ikki kann gera hana óreina; 19tí at tað fer ikki inn í hjarta hennara, men í magan, og fer út, har sum tað eigur at fara; og soleiðis verður øll føði rein.» 20Men hann segði: «Tað, ið fer út úr menniskjuni, tað ger menniskjuna óreina; 21tí at innanfrá úr mannahjartanum koma út illar hugsanir, siðloysi, tjóvskapur, manndráp, 22hordómur, ágirnd, illskapur, svik, ólíkligskapur, øvund, spottan, hugmóð, óspekt. 23Alt hetta illa kemur innanfrá og ger menniskjuna óreina.»
Kánaneiska konan
24Og hann stóð upp og fór burtur haðani til bygdarløgini við Týrus. Og hann fór inn í eini hús og vildi ikki, at nakar skuldi vita av; men hann kundi ikki vera duldur. 25Men við tað sama ein kona hoyrdi tíðindi um hann, – hon átti eina lítla dóttur, sum hevði ein óreinan anda – kom hon og fell honum til fóta. 26Men konan var griksk (tað er: heiðin, ættað úr Sýrofønikíu); og hon bað hann um at reka hin illa andan út úr dóttur síni. 27Og hann segði við hana: «Lat fyrst børnini eta seg mett; tí at tað er ikki vakurt at taka breyðið hjá børnunum og blaka hundunum tað.» 28Men hon svaraði og sigur við hann: «Satt er tað, Harri, men hundarnir eta tó undir borðinum av molunum hjá børnunum.» 29Og hann segði við hana: «Fyri hatta orðið kanst tú fara heim aftur. Hin illi andin er farin út úr dóttur tíni.» 30Og hon fór avstað, heim til hús hjá sær sjálvari, og fann barnið liggjandi í seingini, og hin illi andin var út farin.
Ein deyvur grøddur
31Og hann fór avstað aftur úr bygdarløgunum við Týrus og ferðaðist gjøgnum Sidon til vatnið í Galileu mitt gjøgnum bygdarløgini í Dekapolis. 32Og tey koma til hansara við einum deyvum manni, sum eisini illa kundi tala, og tey biðja hann um at leggja hondina á hann. 33Og hann tók hann burtur frá einsæris úr mannfjøldini og stakk fingrarnar inn í oyru hansara og spýtti og nam við tungu hansara. 34Og hann leit upp til himmals og suffaði og sigur við hann: «Effata!» – tað er: Opna teg! 35Og oyru hansara opnaðust, og við tað sama losnaði tunguband hansara, og hann talaði raðið. 36Og hann álegði teimum ikki at siga nøkrum frá, men tess meira hann álegði teimum tað, tess meira boðaðu tey frá. 37Og tey vóru heilt ovfarin av bilsni og søgdu: «Alt hevur hann gjørt væl, eisini deyv letur hann hoyra og málleys tala.»

Áherslumerki

Deildu

Afrita

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in