Evangeliið eftir Markus 11

11
Jesus ríður inn í Jerúsalem
1Og tá ið teir nærkast Jerúsalem og koma til Betfage og Betániu við Oljufjallið, sendir hann tveir av lærusveinum sínum undan og sigur við teir: 2«Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum; og alt fyri eitt sum tit koma inn í hana, munnu tit finna eitt fyl standa bundið, sum eingin maður enn hevur sitið á. Loysið tað og leiðið tað higar. 3Og um onkur sigur við tykkum: «Hví gera tit hetta?» so sigið: «Harranum tørvar tað, og hann skal senda tað higar aftur við tað sama.» » 4Og teir fóru og funnu fylið bundið uttan fyri dyrnar úti í túninum, og teir loystu tað. 5Og nakrir av teimum, ið har stóðu, søgdu við teir: «Hvat gera tit? Loysa tit fylið?» 6Men teir søgdu við teir, soleiðis sum Jesus hevði sagt; og teir lótu teir so gera. 7Og teir koma við fylinum til Jesus, og teir leggja klæði síni á tað, og hann setti seg upp á tað. 8Og mong breiddu kappar sínar á vegin, men onnur leyv, sum tey høvdu slitið á markini. 9Og tey, ið gingu undan, og tey, ið fylgdu aftaná, rópaðu: «Hosianna! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! 10Vælsignað veri hitt komandi ríki faðirs várs Dávids! Hosianna í hægsta himli!» 11Og hann fór inn í Jerúsalem og inn í halgidómin; og tá ið hann hevði hugt at øllum, fór hann út til Betániu við teimum tólv, av tí at tað longu var seint á degi.
Jesus bølbiður fikutræið
12Og morgunin eftir, tá ið teir vóru farnir út úr Betániu, kendi hann sær svongd. 13Og tá ið hann langt burtur sá eitt fikutræ, ið hevði bløð, fór hann hagar at vita, um hann mundi finna okkurt á tí; men tá ið hann kom at tí, fann hann einki uttan bløð; tí at ikki var fikutíð. 14Og hann tók til orða og segði við tað: «Onga tíð á ævini eti nakar frukt av tær meira!» Og lærusveinar hansara hoyrdu hetta.
Jesus ruddar halgidómin
15Og teir koma til Jerúsalem; og hann gekk inn í halgidómin og tók at reka út teir, sum seldu, og teir, sum keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. 16Og ikki gav hann loyvi til, at nakar bar eitt ílát um halgidómin. 17Og hann lærdi og segði við teir: «Er ikki skrivað: «Hús mítt skal nevnast eitt bønhús fyri øll fólkasløg?» Men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.» 18Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu hoyrdu hetta, og teir hugsaðu um, hvussu teir skuldu fáa hann av døgum; tí at teir ræddust hann, við tað at øll mannamúgvan stóð bilsin av læru hansara.
Trúarkraftin
19Og tá ið komið var at kvøldi, fór hann haðani og út um staðin. 20Og tá ið teir um morgunin komu framvið, sóu teir, at fikutræið var følnað úr rótini. 21Og Pæturi kom hetta í hug, og hann sigur við hann: «Rabbi! hygg fikutræið, sum tú bannaði, er følnað.» 22Og Jesus svaraði og sigur við teir: «Havið trúgv á Guð! 23Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, ið sigur við hetta fjallið: «Lyft teg upp og kasta teg í havið,» og ikki ivast í hjarta sínum, men trýr, at so verður, sum hann sigur, tá skal tað verða honum fyri. 24Tí sigi eg tykkum: «Alt tað, sum tit biðja um og tráa eftir, trúgvið, at tit hava fingið tað, tá skal tað verða tykkum fyri. 25Og tá ið tit standa og halda bøn, tá fyrigevið, um tit hava okkurt ímóti onkrum, at faðir tykkara, sum er í himlunum, eisini má fyrigeva tykkum misgerðir tykkara.» [ 26Men um tit ikki fyrigeva, tá skal faðir tykkara, sum er í himlunum, heldur ikki fyrigeva misgerðir tykkara.»]
Ráðið spyr um vald Jesu
27Og teir koma aftur til Jerúsalem; og meðan hann gekk runt í halgidóminum, koma til hansara høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu og teir elstu; 28og teir søgdu við hann: «Av hvørjum valdi gert tú hetta? Ella hvør hevur givið tær hetta valdið til at gera hetta?» 29Men Jesus segði við teir: «Eg vil seta tykkum ein spurning, og svarið tit mær, og tá skal eg siga tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta: 30Dópur Jóhannesar, var hann frá himni ella frá monnum? Svarið mær!» 31Og teir samráddust sín ámillum og søgdu: «Um vit siga: «Frá himni,» so man hann siga: «Hví trúðu tit honum tá ikki?» 32Men siga vit: «Frá monnum;»» – tað tordu teir ikki fyri fólkinum, av tí at øll hildu Jóhannes av sonnum fyri ein profet. 33Og teir svaraðu Jesusi og siga: «Vit vita ikki.» Og Jesus sigur við teir: «So sigi eg heldur ikki tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta.»

Áherslumerki

Deildu

Afrita

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in