Evangeliið eftir Lukas 4
4
Djevulin freistar Jesus í oyðimørkini
1Men Jesus vendi aftur frá Jórdan, fullur av heilagum anda, og hann varð av andanum førdur út í oyðimørkina 2í fjøruti dagar, alt meðan hann varð freistaður av djevulinum. Og hann át einki teir dagarnar, og tá ið teir vóru lidnir, fór hann at hungra. 3Men djevulin segði við hann: «Ert tú sonur Guðs, tá sig við henda steinin, at hann skal verða breyð.» 4Og Jesus svaraði honum: «Skrivað stendur: «Menniskjan livir ikki av breyði eina.» 5Tá fór hann niðan á við honum og sýndi honum øll ríki heimsins í einum eygnabragdi. 6Og djevulin segði við hann: «Tær vil eg geva alt hetta veldið og dýrd teirra, tí at mær er tað givið í hendur, og eg lati hvønn fáa tað, sum eg vil. 7Um tú tí vilt tilbiðja meg, tá skal tað alt verða títt.» 8Og Jesus svaraði og segði við hann: «Skrivað stendur: «Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.»» 9Og hann fór við honum inn í Jerúsalem og setti hann upp á tindin á halgidóminum og segði við hann: «Um tú ert sonur Guðs, tá stoyt teg oman hiðani; 10tí at skrivað stendur: «Einglum sínum man hann geva boð um teg, at teir skulu varðveita teg, 11og á hondum munnu teir bera teg, at tú ikki skalt meiða fót tín á nøkrum steini.»» 12Og Jesus svaraði og segði við hann: «Tað hevur verið sagt: «Tú mást ikki freista Harran, Guð tín.»» 13Og tá ið djevulin hevði lokið alla freisting, veik hann frá honum um stund.
Jesus til Galileu og til Nasaret
14Og Jesus vendi í kraft andans aftur til Galileu; og tíðindi um hann komu út um øll bygdarløgini har um vegir. 15Og hann lærdi í samkomuhúsum teirra og varð lovaður av øllum. 16Og hann kom til Nasaret, har sum hann var vaksin upp, og hann fór, sum siður hansara var, hvíludagin inn í samkomuhúsið; og hann reisti seg upp at lesa fyri. 17Og bók Jesaja profets varð honum fingin, og tá ið hann opnaði bókina, fann hann niður á tann staðin, har sum skrivað stóð: 18«Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, 19til at kunngera eitt Harrans náðiár.» 20Og hann legði bókina saman og fekk tænaranum hana og settist niður; og hvørs mans eygu í samkomuhúsinum hugdu upp á hann. 21Men hann tók undir at tala til teirra: «Í dag er hetta skriftorðið gingið út fyri oyrum tykkara.» 22Og øllum leitst væl á hann, og tey undraðust á tey lívsælu orð, sum komu av munni hansara; og tey søgdu: «Er hann ikki sonur Jósefs?» 23Og hann segði við tey: «Óivað munnu tit fara og siga við meg hetta orðtakið: «Lækni, lek sjálvan teg. Ger eisini her í heimbygd tíni so stór verk, sum vit hava frætt at vera hend í Kapernaum.»» 24Og enn meira segði hann: «Sanniliga sigi eg tykkum: Eingin profetur er væl kendur í sínum egna fosturlandi. 25Men eg sigi tykkum av sonnum: Mangar vóru einkjurnar í Ísrael á døgum Elia, tá ið himmalin var latin aftur í trý ár og seks mánaðir, ta ferðina tað var stórur hungur í øllum landinum; 26og til onga teirra var Elia sendur, men bert til Sáreptu við Sidon til eina einkju. 27Og mangir vóru hinir spitalsku í Ísrael, meðan Elisa profetur var uppi á døgum, og eingin teirra varð reinsaður, men eina Náaman Sýriulendingur.» 28Og øll í samkomuhúsinum vórðu full av vreiði, tá ið tey hoyrdu hetta, 29og tey reistust og koyrdu hann avstað út úr bygdini og fóru við honum ytst á røðina á tí fjallinum, sum bygd teirra var bygd á, at rinda honum oman har. 30Men hann gekk ígjøgnum, mitt ímillum teirra, og fór leið sína.
Jesus rekur út illan anda í Kapernaum
31Og hann kom oman til Kapernaum, eina bygd í Galileu; og hann lærdi tey har um hvíludagin; 32og tey vóru bilsin av læru hansara, tí at tala hansara var við mekt og mæti. 33Og í samkomuhúsinum var ein maður, sum hevði ein óreinan, illan anda, og hann rópaði so hart, sum hann var mentur: 34«Ey! Hvat hava vit at gera við teg, Jesus úr Nasaret? Ert tú komin at oyðileggja okkum? Eg veit, hvør tú ert, hin heilagi Guðs.» 35Og Jesus hótti at honum og segði: «Tig og far út úr honum!» Og hin illi andin rendi hann mitt inn ímillum teirra og fór út úr honum, men hevði ikki skaðað hann nakað. 36Og ræðsla kom á øll, og tey talaðu saman sín ámillum og spurdu hvør annan: «Hvat er hetta fyri orð? Tí at við mátti og megi býður hann teimum óreinu andunum, og teir fara út!» 37Og tíðindini um hann komu út allar staðir har um vegir.
Jesus grøðir vermóður Pæturs og onnur sjúk
38Men hann reistist og fór út úr samkomuhúsinum og gekk inn við hús hjá Símuni. Men vermóðir Símunar lá sjúk, yvirtikin av sterkari hitasótt; og tey bóðu hann fyri hana. 39Og hann gekk fram at henni og stóð uppi yvir henni og hótti at hitasóttini, og hon fór av henni; og í stundini fór hon upp og borðreiddi fyri teimum. 40Men tá ið sólin setti, komu øll tey, sum høvdu sjúk fólk av alskyns sjúkum, við teimum til hansara; og hann legði hendurnar á hvørt eitt av teimum og grøddi tey. 41Eisini illir andar fóru út úr mongum, og teir rópaðu og søgdu: «Tú ert sonur Guðs!» Og hann hótti at teimum og gav teimum ikki loyvi at tala, tí at teir vistu, at hann var Kristus.
Jesus prædikar
42Men tá ið dagur var komin, gekk hann út og fór burtur á ein oyðistað, og mannamúgvurnar leitaðu eftir honum; og tey komu til hansara og royndu at halda honum aftur, at hann ikki skuldi fara frá teimum. 43Men hann segði við tey: «Eg eigi eisini at bera hinum bygdunum gleðiboðskapin um Guðs ríki, tí at til tess varð eg sendur.» 44Og hann prædikaði í samkomuhúsunum í Galileu.
Valið núna:
Evangeliið eftir Lukas 4: FB
Áherslumerki
Deildu
Afrita

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society