Evangeliið eftir Lukas 23
23
Jesus fyri Pilatusi og Heródesi; fólkið biður um Barabbas
1Og teir reistust, allur flokkurin, og førdu hann til Pilatusar. 2Og teir tóku at klaga hann og søgdu: «Vit eru vorðnir varir við, at hesin maðurin villir fólk okkara inn á avvegir og forbjóðar at lata keisaranum skatt og sigst sjálvur vera Kristus, kongur.» 3Og Pilatus spurdi hann og segði: «Ert tú kongur Jødanna?» Men hann svaraði honum og segði: «Tú sigur tað.» 4Men Pilatus segði við høvuðsprestarnar og við fólkið: «Eg finni onga søk hjá hesum manni.» 5Men teir gjørdust enn ágrýtnari og søgdu: «Hann øsir upp fólkið, við tað at hann lærir um alla Júdeu, líka frá Galileu, har sum hann setti á, og higar.» 6Men tá ið Pilatus hoyrdi tað, spurdi hann, um maðurin var Galileingur. 7Og tá ið hann var vorðin vísur í tí, at hann var úr umdømi Heródesar, sendi hann hann til Heródesar, sum sjálvur eisini var staddur í Jerúsalem í teimum døgunum. 8Men tá ið Heródes sá Jesus, varð hann ógvuliga glaður; tí at hann hevði langa tíð fegin viljað sæð hann, av tí at hann hevði hoyrt um hann; og hann gjørdi sær vón um at fáa at síggja eitthvørt tekin gjørt av honum. 9Og hann spurdi hann mangar spurningar; men hann svaraði honum einki. 10Men høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu stóðu har og átalaðu hann harðliga. 11Men tá ið Heródes við hermonnum sínum hevði hildið hann fyri háð og spott, kastaði hann eitt skartaklæði um hann og sendi hann aftur til Pilatusar. 12Og tann dagin vórðu teir Pilatus og Heródes vinmenn báðir; tí at áður hevði verið fíggindskapur teirra millum. 13Men Pilatus kallaði saman høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar og fólkið 14og segði við tey: «Tit hava ført mær higar henda mann sum tann, ið villir fólkið út á avvegir; og sí, eg havi so tit hava hoyrt, forhoyrt hann, og eg havi onga søk funnið hjá hesum manni í tí, sum tit klaga hann fyri. 15Og heldur ikki Heródes; tí at hann sendi hann aftur til okkara; og sí, hann hevur einki gjørt, sum hann eigur at verða dripin fyri. 16Eg vil tí revsa hann og sleppa honum leysum.» ( 17Men hann noyddist at sleppa teimum einum fanga leysum um hátíðina.) 18Men tey rópaðu øll somul og søgdu: «Burtur við honum! Gev okkum Barabbas leysan!» 19Men hetta var ein maður, sum var settur fastur fyri uppreist, sum verið hevði í staðinum, og fyri manndráp. 20Og Pilatus talaði upp aftur til teirra, av tí at hann hevði hug at lata Jesus leysan. 21Men tey rópaðu og søgdu: «Krossfest, krossfest hann!» 22Men triðju ferðina segði hann við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt? Eg havi onga deyðasøk funnið hjá honum; eg vil tí revsa hann og lata hann leysan.» 23Men tey strongdu á við hørðum rópum og kravdu, at hann skuldi verða krossfestur; og róp teirra vórðu við yvirlutan. 24Og Pilatus dømdi tá, at tað skuldi verða soleiðis, sum tey kravdu; 25og hann slepti honum leysum, sum fyri uppreist og manndráp hevði verið settur fastur, tí, sum tey bóðu um; men Jesus gav hann teimum eftir vild teirra.
Jesu krossfesting; biður fyri fíggindum sínum, uggar annan ránsmannin og doyr
26Men tá ið teir førdu hann út, tóku teir fatur á einum manni, Símuni frá Kýrene, sum kom uttan av markini, og teir løgdu krossin upp á hann, at hann skuldi bera hann aftan á Jesus. 27Men honum fylgdi ein stórur skari av fólkinum, og av kvinnum, sum bæði harmaðu hann og grótu um hann. 28Men Jesus vendi sær á ímóti teimum og segði: «Jerúsalem-døtur, grátið ikki um meg, men grátið um tykkum sjálvar og um børn tykkara! 29Tí at, sí, teir dagar skulu koma, tá ið sagt man verða: «Sælar eru ófruktirnar, og sæl eru tey móðurlív, sum ikki hava føtt, og tey bróst, sum ikki hava givið at súgva! 30Tá skulu tey fara at siga við fjøllini: «Fallið yvir okkum!» og við heyggjarnar: «Fjalið okkum!» 31Tí at gera tey hetta við hitt grøna træið, hvussu fer tá at gangast hinum turra?» » 32Men tveir aðrir, tveir illgerðarmenn, vórðu førdir út við at verða tiknir av døgum saman við honum. 33Og tá ið teir komu á tann staðin, sum kallast Skallin, krossfestu teir hann har og illgerðarmenninar, annan høgrumegin og annan vinstrumegin. 34Men Jesus segði: «Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!» Men teir býttu klæði hansara millum sín og kastaðu lut um tey. 35Og fólkið stóð og hugdi at. Men høvuðsprestarnir hildu hann fyri spott og søgdu: «Øðrum hevur hann hjálpt, lat hann nú hjálpa sær sjálvum, um hann er Guðs Kristus, hin útvaldi!» 36Somuleiðis spottaðu eisini hermenninir hann; teir komu og rættu honum edik og søgdu: 37«Ert tú kongur Jødanna, so bjarga tær sjálvum!» 38Men ein yvirskrift var eisini uppi yvir honum: Hetta er kongur Jødanna. 39Men annar av illgerðarmonnunum, sum hongdir vóru, spottaði hann og segði: «Ert tú ikki Kristus? Bjarga tær sjálvum og okkum!» 40Men annar svaraði og hevði at honum og segði: «Óttast tú heldur ikki Guð, tá ið tú ert undir sama dómi? 41Og vit eru tað við rættum; tí at vit fáa tað afturlønt, sum vit hava gjørt; men hesin hevur einki ósámiligt gjørt.» 42Og hann segði: «Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!» 43Og hann segði við hann: «Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!» 44Og tað var nú okkurt um hin sætta tíman, og myrkur kom um alt landið líka til hin níggjunda tíman, 45við tað at sólin myrknaði. Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey eftir miðjuni. 46Og Jesus rópaði við harðari rødd og segði: «Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!» Og í tí hann hetta segði, andaðist hann. 47Men tá ið herhøvdingin sá tað, sum hendi, gav hann Guði æruna og segði: «Av sonnum var hesin maður rættvísur!» 48Og allar tær mannamúgvur, sum saman vóru komnar at síggja hesa sjón, slógu seg fyri bringuna, tá ið tær sóu, hvat ið hendi, og fóru avstað aftur. 49Men allir kunningar hansara, og tær kvinnur, sum høvdu fylgt honum úr Galileu, stóðu langt burtur frá og hugdu at hesum.
Jesus jarðaður
50Og sí, ein maður var, ið æt Jósef; hann var ráðsharri, ein góður og rættvísur maður; 51og hann hevði ikki samtykt í teirra ráði og verki; hann var úr Arimateu, einum staði í Jødalandi, og hann væntaði Guðs ríki. 52Hesin maður fór til Pilatusar og bað um likamið av Jesusi. 53Og hann tók tað niður, sveipaði tað inn í línklæði og legði tað í eina grøv, høgda inn í klettin, sum eingin hevði ligið í áður. 54Og tað var atfangadagur, og hvíludagurin var í hondum. 55Og tær kvinnurnar, sum vóru komnar við honum úr Galileu, fylgdu eftir, og tær sóu grøvina og hvussu likam hansara varð lagt. 56Tær fóru so avstað aftur og gjørdu til angandi urtir og smyrsl; og hvíludagin hildu tær sær í kvirrum eftir lógini.
Valið núna:
Evangeliið eftir Lukas 23: FB
Áherslumerki
Deildu
Afrita
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society