1
Evangeliið eftir Markus 6:31
BÍBLIA
Og hann sigur við teir: «Komið tit nú sjálvir burtur einsamallir í ein óbygdan stað og hvílið tykkum eitt sindur.» Tí at har vóru mong, sum komu og fóru, og teir fingu ikki so frægt sum matnáðir.
Bera saman
Njòttu Evangeliið eftir Markus 6:31
2
Evangeliið eftir Markus 6:4
Og Jesus segði við tey: «Ein profetur er ikki vanvirdur uttan í sínum egna heimlandi og millum sítt egna skyldfólk og í sínum egna húsi!»
Njòttu Evangeliið eftir Markus 6:4
3
Evangeliið eftir Markus 6:34
Og tá ið hann kom upp á land, sá hann eina stóra mannfjøld, og honum tókti hjartaliga synd í teimum, tí at tey vóru sum seyðir, ið ongan hirða hava; og hann tók undir at læra tey mangt.
Njòttu Evangeliið eftir Markus 6:34
4
Evangeliið eftir Markus 6:5-6
Og hann kundi ikki har gera nakra kraftargerð, undantikið at hann legði hendurnar á nøkur fá sjúk og grøddi tey. Og hann undraðist á vantrúgv teirra. Og hann ferðaðist bygd úr bygd har um vegir og lærdi.
Njòttu Evangeliið eftir Markus 6:5-6
5
Evangeliið eftir Markus 6:41-43
Og hann tók hini fimm breyðini og báðar fiskarnar og leit upp til himmals og vælsignaði; og hann breyt breyðini og fekk lærusveinunum tey at bera teimum; og báðar fiskarnar býtti hann eisini sundur ímillum øll. Og tey fingu sær øll og vórðu mett. Og teir hentaðu upp í tólv fullar tægur av molum, eisini av fiskunum.
Njòttu Evangeliið eftir Markus 6:41-43
Heim
Biblía
Áætlanir
Myndbönd