Evangeliið eftir Markus 6:41-43

Evangeliið eftir Markus 6:41-43 FB

Og hann tók hini fimm breyðini og báðar fiskarnar og leit upp til himmals og vælsignaði; og hann breyt breyðini og fekk lærusveinunum tey at bera teimum; og báðar fiskarnar býtti hann eisini sundur ímillum øll. Og tey fingu sær øll og vórðu mett. Og teir hentaðu upp í tólv fullar tægur av molum, eisini av fiskunum.