Jóhannesar Evangelium 7
7
7 KAPITUL.
1EFTIR hetta ferðaðist Jesus um í Gálíleu; tí hann vildi ikki ferðast um í Júdeu, tí at Jødarnir tráaðu eftir at drepa hann.
2Men hőgtíðin hjá Jødunum, leyvsala hőgtíðin, var fyri hond.
3Brøður hansara sőgdu tá við hann: Far hiðani og leita til Júdeu, at eisini tínir lærisveinar mega siggja tínar gerningar, sum tú gert.
4Tí eingin ger nakað í loyndum, sum sjálvur tráar eftir at vera opinberur millum fólkið; gert tú slíkt, so syn teg sjálvan fyri mannfjőldini.
5Tí heldur ikki hansara brøður trúðu uppá hann.
6Jestfs sigir við teir: Mín timi er enn ikki fyri hond, men tykkara timi er j av nán til reiðár.
7Heimniin kann ikki bata tykkum, men meg hatar hann, ti at eg beri vitni um hann, at hansara gerningar eru óndir.
8Farið tit niðan til hőgtíðina; eg fari ikki niðan til hesa hogtíðiná, ti min timi er enn ikki búgvin.
9Hetta segði hann við teir og var kvirrur í Gaiíien.
10Men tá ið hansara brøður vóru farnir niðan til hőgtíðina, tá fór eisini hann niðan, ikki opinberliga, men í loyndum.
11Jødarnir leitaðu nú eftir honum á hőgtíðini og sőgdu: Hvar man tó hann vera?
12Og tað var nógv orðaskifti um hann í fólkahópunum; summir sőgdu: hann er ein góður máður; aðrir sőgdu: nei, hann villir fólkið.
13Tó talaði eingin djarvliga um hann av ótta fyri Jødunum.
14Men hőgtíðin var longu hálvliðin, tá fór Jesus niðan í nalgidómln og lærdi.
15Tá undraðust Jødarnir og sőgdu: Hvussu hevir hann tó fingið sin lærdóm, tá ið hann ikki hevir lært?
16Tá svaraði Jesus teimum og segði: Mín lærdómur er ikki min, men hansara, ið meg sendi.
17Um nakar vil gera hansara vilja, hann man koma tilroyndar um lærdómin, antin hann er av Guði, ella eg tali av mær sjálvum.
18Hann, ið talar av sær sjalvnm, søkir sina egnu æru; men hann, ið søkir hansara æru, sum sendi hann, hann er sannorðaður, og órættvísi er ikki í honum.
19Hevir ikki Moses givið tykkum lógina? ðg eingin tykkara heldur lógina. Hvi royna tit at taka meg av dðgum?
20Mannamúgvan svaraði: Tú hevirein djevul; hvőr roynir at taka teg av dőgum?
21Jesus svaraði og segði við teir: Ein gerning gj ordi eg, og tit nndratt allir.
22Móses hevir givið tykkum umskurðin (ikki ti at hann er frá Mósesi, men frá fedrunum), og á hvíludegi umskera tit eitt mansbarn.
23Fær nú eitt mansbarn umskurð á hvíludegi, til tess at Mósesar lóg ikki má brótast, eru tit tá vreiðir við meg, ti at eg gjőrdi ein mann, allan sum hann er, trrskán á nvriudegl?
24Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið ein rættvisan dóm.
25Tá sőgdu nakrir av Jerúsalemsmonnum: Er hetta ikki maðurin, sum teir royna at taka av dőgum?
26Og si, hann talar djarvliga, og teir siga einki við hann Munu hővuðsmenninir av sonn um hava fingið at vita, at hesin er Kristus?
27Tó, um hendan vita vit, hvaðani hann er; men tá ið Kristus kemur, veit eingin, hvaðani hann er.
28Tá rópaði Jesus, meðan hann lærdi í halgidóminum, og segði: Ja, meg kenna tit, og tit vita, hvaðani eg eri! Og frá mær sjálvum eri eg ikki komin; men sannur er hann, sum meg sendi, hann sum tit ikki kenna.
29Eg kenni hann, ti at eg eri frá honum og hann hevir sent meg.
30Teir royndu nú at handtaka hann; tó var tað eingin, ið legði hond á hann, ti at hansara timi enn ikki var komin.
31Men av fólkahópinum trúðu nógvir á hann, og teir sőgdu Tá ið Kristus kemur, man hann tá gera fleiri jártekn enn tey, ið hesin ger?
32Fariseararnir hoyrdu fólkahópin mőlma slíkt um hann, og hővuðsprestarnir og Fariseararnir sendu sveinar út at handtaka hann.
33Jesus segði tá: Enn eina lítlá stund eri eg hjá tykkum, so fari eg burtur til hansara, sum meg sendi.
34Tit munu leita eftir mær og ikki finna meg, og hvar eg eri, kunna tit ikki koma.
35Tá sőgdu Jødamir hvőr við annan: Hvar man hann ætla sær at fara, síðan vit ikki kunna finna hann? Hann man tá ikki ætla sær at fara til teirra, ið liva í útlegd hjá Grikkunun, og at læra Grikkárnár?
36Hvat meinast við hesum orðinum, hann sigir: Tit munu leita eftir mær og ikki íinná meg, og hvar eg eri, kunna tit ikki koma?
37Men á ti siðsta, ti stóra deginum í hőgtíðini, stóð Jesus og rópaði og segði: Um nakar tyrstir, hann komi og drekki!
38Hann sum tryr uppá meg, úr hansara lívi munu, sum skriftin hevir sagt, renna lőkir við livandi vatni.
39Men hetta segði hann um andan, sum teir, ið trúðu uppá hann, tknidu faa. Ti enn var ikki andi, ti at Jesus enn ikki var dyrmettur.
40Tá vóru nakrir úr fólkanópinum, sum, tá ið teir hoyrdu hesi orðini, sőgdu: Hann er sanniliga profeturin.
41Aðrir sőgdu: Hann er Krittnt. Men aðrir sőgdu: Krittnt man tá ikki koma úr Galíien?
42Hevir ikki skriftin sagt, at Krittnt kemur av Dáviðs ætt og úr Betlehem, úr teirri bygd, hvar Dáviðs var?
43Teir komu ta til ósættis um hann í fólkahópinum;
44Og nakrir av teimum vildu handtaka hann; men tó var tað eingin, ið legði hond á hann.
45Nú komu sveinarnir til hovuðsprestarnar og Farise-ararnar, sum sőgdu við teir: Hvi koma tit ikki við honum?
46Sveinarnir svaraðu: Aldrin talaði nakar maður soleiðis, sum hesin maðurin talar.
47Fariseararnir svaraðu teimum: Tit eru tá ikki eisini leiddir av leið?
48Man tá nakar av hővuðsmonnunum hava fingið trúgv á hann, ella av Farisearunum?
49Men tað er hesin fólkahópurin, sum ikki kennir lógina, — teir eru bannaðir!
50Nikodemus, sum var ein av teimum, sigir við teir:
51Man okkara lóg døma mannin, utan at hann fyrst er yvirhoyrdur og fingið er at vita, hvat hann ger?
52Teir svaraðu og sőgdu við hann: Mant tú eisini vera úr Gálíleu? rannsaka og síggj, at profetur hevir ikki komið úr Gálíleu.
נבחרו כעת:
Jóhannesar Evangelium 7: FAO1908
הדגשה
שתף
העתק
רוצים לשמור את ההדגשות שלכם בכל המכשירים שלכם? הירשמו או היכנסו
historical text publoshed by Scripture Gift Mission (Lifewords) and maintained by the British and Foreign Bible Society