YouVersion Logo
Search Icon

Evangeliið eftir Markus 5

5
Jesus hjá Gerasenum
1Og teir komu yvir um vatnið í bygdarlagið hjá Gerasenum. 2Og líka skjótt sum hann var farin upp úr bátinum, kom ein maður við óreinum anda ímóti honum út úr gravhellunum. 3Hann hevði tilhald sítt í gravhellunum, og eingin kundi longur fáa bundið hann, um tað so var við leinkjum; 4tí at ofta hevði hann verið bundin við fótfjøtrum og leinkjum, og leinkjurnar hevði hann slitið av sær, og fótfjøtrini hevði hann brotið sundur, og eingin var mentur at temja hann. 5Og í heilum nátt og dag var hann í gravhellunum og uppi í fjøllunum og rópaði og bardi seg sjálvan við gróti. 6Og tá ið hann sá Jesus langt burtur, kom hann rennandi og kastaði seg niður fyri føturnar á honum 7og rópaði háróp og segði: «Hvat havi eg at gera við teg, Jesus, son Guðs hins hægsta? Eg svørji teg við Guð, at tú ikki mást pína meg!» 8Tí at hann segði við hann: «Far út úr manninum, tú óreini andi!» 9Og hann spurdi hann: «Hvat er navnið títt?» Og hann sigur við hann: «Legión er navnið mítt, tí at vit eru mangir.» 10Og hann bað hann bønliga um, at hann ikki mátti senda teir burtur úr bygdini. 11Men har var undir fjallinum eitt stórt svínafylgi, sum gekk á biti; 12og teir bóðu hann og søgdu: «Send okkum í svínini, so at vit kunnu fara inn í tey.» 13Og hann eftirlíkaði teimum. Og hinir óreinu andarnir fóru út og fóru í svínini; og fylgið stoyttist oman av hamrinum í vatnið, okkurt um tvey túsund í tali, og druknaði í vatninum. 14Og hirðarnir, sum sótu hjá teimum, rýmdu og søgdu frá inni í staðinum og úti um á bygdum; og fólk fóru út at síggja, hvat tað var, sum hent var. 15Og tey koma til Jesus og síggja mannin, sum hin illi andin hevði verið í, hann, sum hevði havt legiónina, sita ílatnan og við sínum fulla viti; og ótti kom á tey. 16Og teir, ið sæð høvdu, greiddu teimum frá, hvussu til hevði gingist við manninum, sum hin illi andin var í, og um svínini. 17Og tey fóru at biðja hann fara burtur frá teirra bygdarløgum. 18Og í tí hann steig inn í bátin, bað maðurin, sum hin illi andin hevði verið í, hann um at sleppa at vera hjá honum. 19Og hann loyvdi honum tað ikki, men sigur við hann: «Far tú heim til tín sjálvs og til húsfólk tíni og sig teimum, hvørjar stórar gerðir Harrin hevur gjørt ímóti tær, og hvussu hann hevur miskunnað tær.» 20Og hann fór avstað og tók at kunngera í Dekapolis, hvørjar stórar gerðir Jesus hevði gjørt ímóti honum; og øll undraðust.
Dóttir Jairi og konan við blóðsótt
21Og tá ið Jesus var farin yvirum aftur á bátinum, kom stór mannfjøld saman um hann; og hann var við vatnið. 22Og ein av forstøðumonnunum fyri samkomuhúsinum, Jairus nevndur, kemur; og tá ið hann sær hann, fellur hann honum til fóta, 23og biður hann bønliga og sigur: «Lítla dóttir mín liggur og stríðist. Hevði tú viljað komið og lagt hendurnar á hana, at hon má sleppa undan og liva!» 24Og hann fór við honum; og ein stór mannamúgva fylgdi honum, og tey troðkaðust um hann. 25Og har var ein kona, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt; 26og hon hevði útstaðið nógv av nógvum læknum og hevði latið út alt tað, sum hon átti; og onga hjálp hevði hon fingið, men var heldur versnað. 27Av tí at hon hevði hoyrt tíðindini um Jesus, kom hon nú í mannatrongdini aftan ífrá og nam við klæði hansara. 28Tí at hon segði: «Um eg fái nomið, er tað so bert við klæði hansara, verði eg frísk.» 29Og í somu stund tornaði blóðkelda hennara, og hon kendi á kroppi sínum, at hon var grødd av meini sínum. 30Og alt fyri eitt, tá ið Jesus kendi við sær sjálvum, at ein kraft var gingin út frá honum, vendi hann sær við í mannamúgvuni og segði: «Hvør nam við klæði míni?» 31Og lærusveinar hansara søgdu við hann: «Tú sært, at mannamúgvan troðkast uttan um teg, og tú sigur: «Hvør nam við meg?» » 32Og hann hugdi rundan um seg fyri at fáa eyga á hana, sum gjørt hevði hetta. 33Men konan kom óttafull og piprandi, av tí at hon visti, hvat ið henni var hent, og kastaði seg niður fyri føturnar á honum, og segði honum allan sannleikan. 34Men hann segði við hana: «Dóttir, trúgv tín hevur frelst teg! Far tú heim í friði, og ver frísk av meini tínum!» 35Meðan hann enn talaði, koma nøkur frá forstøðumanninum og siga: «Dóttir tín er sloknað. Hví ómakar tú meistaran longur?» 36Men Jesus tók ikki eftir teimum orðunum, ið talað vórðu, og sigur við forstøðumannin: «Óttast ikki! Trúgv eina!» 37Og hann gav ongum loyvi at fylgjast við sær uttan Pæturi og Jákupi og Jóhannesi, bróður Jákups. 38Og teir koma at húsum hjá forstøðumanninum, og hann sær har slíkan gang av fólki, ið grótu og góvu seg illa; 39og hann fer inn og sigur við tey: «Hví leika tit so í og gráta? Barnið er ikki deytt, men tað svevur.» 40Og tey læðu at honum. Men hann koyrdi tey øll út, og hann tekur faðirin at barninum og móðurina og teir, sum við honum vóru, við sær og fer innar, har sum barnið lá. 41Og hann tekur í hondina á barninum og sigur við hana: «Talita kumi!» tað er týtt: «Lítla genta, eg sigi tær: reis teg upp!» 42Og við tað sama reisti gentan seg upp og gekk umkring; tí at hon var tólv ára gomul. Og í stundini vórðu tey frá sær sjálvum av ógvuligum bilsni. 43Og hann legði teimum, ríkan við, at eingin mátti fáa hetta at vita, og segði, at tey skuldu geva henni at eta.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy