YouVersion Logo
Search Icon

Hitt almenna bræv Jákups 4

4
Varningar móti ósemju og hugmóðigum sinnalagi
1Av hvørjum koma bardagar og av hvørjum stríð tykkara millum? Av hvørjum øðrum enn av girndum tykkara, sum stríðast í limum tykkara? 2Tit girnast og hava ikki; tit drepa og øvunda og kunnu ikki fáa; tit liggja í stríði og bardøgum; og tó hava tit ikki, av tí at tit biðja ikki. 3Tit biðja og fáa ikki, av tí at tit biðja illa, fyri at tit kunnu oyða tað upp í girndum tykkara. 4Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Guði? Tann, sum tí vil vera vinur við heimin, hann verður óvinur Guðs. 5Ella halda tit, at skriftin talar í tóman heim? Við yvri tráar hann eftir andanum, sum hann hevur givið bústað í okkum, 6men hann veitir tess størri náði. Tí sigur skriftin: «Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði.» 7Verið tí Guði undirgivnir! Men standið ímót djevulinum, og tá skal hann flýggja frá tykkum. 8Haldið tykkum nær at Guði, so skal hann halda seg nær at tykkum. Reinsið hendurnar, tit syndarar, og tváið hjørtuni, tit tvílyntu! 9Berið tykkum illa, syrgið og grátið! Látur tykkara vendist til sorg og gleðin til harm! 10Eyðmýkið tykkum fyri Harranum, tá skal hann upphevja tykkum!
Varningar móti illmæli
11Talið ikki ilt hvør um annan, brøður! Tann ið talar ilt um bróður sín ella dømir bróður sín, talar ilt um lógina og dømir lógina; men um tú dømir lógina, tá ert tú ikki ein slíkur, sum ger eftir lógini, men dómari hennara. 12Ein er lóggevarin og dómarin, tann sum er mentur at frelsa og at týna; men hvør ert tú, sum dømir næstan?
Varningar móti ósannari trygd
13Og nú tit, sum siga: «Í dag ella í morgin skulu vit fara í ta ella ta bygdina og verða har eitt ár og handla og hava vinning,» 14tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin! Tí at hvørjum er lív tykkara líkt? Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur. 15Í staðin fyri at tit áttu at sagt: «Um Harrin vil, og vit liva, tá skulu vit gera hetta ella hatta!» 16Men nú rósa tit tykkum í breggjan tykkara. Alt tílíkt rós er vánt. 17Hvør, sum tí hevur vit at gera gott og ikki ger tað, honum er tað synd.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy