YouVersion Logo
Search Icon

Fimta Mósebók 32

32
Ljóð Mósesar
Inngangur
1Gevið ljóð, tit himnar, og latið meg orðum mæla: Lýð, tú jørð, á talu mína. 2Frøði mín sum regnið skal streyma, røða mín drúpa sum døggin, eins og skúrir á grønar nálir og æl á grønskandi urtir. 3Tí at navn Harrans vil eg kunngera; geva skulu tit Guði várum heiður.
Harrin lítargóður, Ísrael lítarleysur
4Hann er kletturin, fullkomin eru verk hans, tí at allir vegir hans eru rættlæti, trúfastur Guð uttan svik; rættvísur og rættlátur er hann. 5Men synir hansara gjørdu illa, hetta spilta og rangvørga ættarkyn!
Harrin hevur ríkliga vælsignað Ísrael
6Vilja tit løna Harranum svá, tú fávitskuta, óvitra tjóð? Er hann ikki faðir tín og skapari, sá, sum gjørdi og myndaði teg? 7Minnist dagarnar í forðum, hyggið at árum hinna farnu ætta! Spyr faðir tín, hann skal frøða, gamalmenni tíni, tey skulu greina tær mál. 8Tá ið hin hægsti líknaði tjóðunum arvagrein og greindi sundur mannanna børn, tá setti hann landamark tjóðanna eftir tali Ísraels sona; 9men arvagrein Harrans var Jákup, Ísrael tilskilaði lutur hans. 10Hann fann hann í oyðimarkarlandi, í óbygdum, har djórini ýla; hann goymdi at honum hyggiliga og varðveitti hann sum sín eygnastein. 11Eins og ørnin vekur upp reiður sítt og sveimar yvir ungum sínum, svá breiddi hann út veingir sínar og bar hann á flogfjaðrum sínum. 12Harrin eina leiddi hann, eingin fremmandur gud var við honum. 13Hann læt hann taka fram yvir hólar landsins og eta gróður markarinnar, læt hann súgva hunang úr klettinum og olju úr tinnusteinum, 14aldi hann upp við róma undan kúm og mjólk undan seyði, við møri úr lombum og veðrum, úr Básjans tørvum og høvrum og við bestu hveiti; og av vínberjablóði drakst tú vín.
Fólkið lønti tað aftur við illum signingina
15Men tá ið Jesjurun varð feitur, sló hann frá sær. Tú varðst feitur, digur og væl í holdum, tá havnaði hann Guði, skapara sínum, einkisvirdi frelsunarklett sín. 16Teir vaktu vandlæti hans við fremmandum gudum, reittu hann við andstygdum sínum. 17Teir ofraðu skógartrøllum, sum ikki eru gudar, gudum, sum teir áður ikki kendu, nýggjum gudum, nýliga uppkomnum, sum fedrar tykkara ikki óttaðust. 18Klettin, upphav títt, hirdi tú ikki um og gloymdi tann Guð, sum teg hevði alt.
Tí mátti Guð revsa
19Tá ið Harrin hetta sá, havnaði hann teimum av gremju yvir synir sínar og døtur 20og segði: «Eg vil fjala andlit mítt fyri teimum og vita, hvat ið verður av teimum, tí at teir eru rangvørgt ættarkyn, sum trúskapur ikki er skaptur í. 21Teir vaktu vandlæti mítt við tí, sum ikki er Guð, reittu meg við fánýtu gudum sínum. Eisini eg skal vekja vandlæti teirra við tí, sum ikki er fólk, reita teir við tjóð av dárum. 22Tí at eldur brennur í vreiði míni og logar dygst niður til heljar, etur upp jørðina og gróður hennar og kveikir í fjallanna grundir. 23Alt ilt skal eg rúgva yvir teir, skjóta í teir allar ørvar mínar. 24Ørmaktast teir av hungri og tærast av brunasótt og eitrandi sjúkum, tá sendi eg villdjór við flensandi tonnum og eiturormar eftir teimum. 25Úti skal svørðið týna og innandura ræðslan, bæði ungar menn og moyggjar, bróstabørn og gráhærdar oldingar.
Men Harrin vil ikki vera til háð fyri heidningum, tí skal hann oyða teir og bjarga fólki sínum
26Eg setti mær fyri at blása teir burtur og týna minnið um teir millum manna. 27Men eg óttaðist, at fíggindar skuldu elva mær harm, mótstøðumenn teirra misskilja tað og siga: Hond okkara var á lofti, ikki var tað Harrin, sum gjørdi alt hetta! 28Tí at teir eru ráðaleys tjóð, hjá teimum er eingin hyggja. 29Vóru teir vitrir, skiltu teir hetta og vistu, hvat ið endi teirra verður. 30Hvussu skuldi ein elt túsund, og tveir rikið tíggju túsund á flótta, um ikki klettur teirra hevði selt teir, og Harrin givið teir upp? 31Tí at klettur vár er ikki eins og klettur teirra, tað vita fíggindar okkara fullvæl. 32Vínviður teirra er úr Sódomu og av akurlendi Gómorru; eitrandi eru vínber teirra og beisk teirra vínberjatyssi. 33Drekaeitur er vín teirra, ræðuligt ormaeitur. 34Er hetta ikki goymt hjá mær, innsiglað í goymsluhúsum mínum, 35til hevndardagurin kemur og endurgjaldið, tá ið føtur teirra skulu snáva? Tí at glatunardagur teirra er í nánd, í bræði kemur tað, sum teimum er ætlað.» 36Tí at Harrin man veita fólki sínum rætt og eymkast yvir tænarar sínar, tá ið hann sær, at megin er uppi bæði hjá trælum og hinum frælsu. 37Tá man hann spyrja: «Hvar eru nú gudar teirra, kletturin, sum teir litu á, 38sum ótu fiti sláturofra teirra og drukku vín droypiofra teirra? Rísi teir nú og hjálpi tykkum; veri teir nú vørn tykkara! 39Sannið nú, at eg, eg eri Guð, og at eingin Guð er til uttan eg! Eg deyði og lívgi, eg særi og grøði, og eingin bjargar úr mínum hondum. 40Tí at eg havi upp hond mína móti himni og sigi: So satt sum eg livi um ævir! 41Tá ið eg havi brýnt mín glógvandi brand, og eg fari undir at døma, tá hevni eg meg inn á fíggindar mínar, endurgjaldi teimum, ið meg hata. 42Eg geri ørvar mínar druknar í blóði og metti svørð mítt við holdi, í blóði av vignum og hertiknum, av høvdingahøvdum fíggindanna.»
Allar tjóðir skulu prísa Ísrael
43Lovið, tit tjóðir, fólki hans, tí at hann hevnir blóð tænara sína, hann hevnir seg inn á sínar mótstøðumenn, og landi fólks síns veitir hann sáttargerð.
Áminning um at halda lógina
44Móses kom tá og flutti fólkinum alt hetta kvæði, hann og Jósva Nunsson. 45Og tá ið Móses hevði lokið at mæla øllum hesum orðum fyri øllum Ísrael, 46segði hann við teir: «Leggið tykkum væl í geyma øll hesi orð, sum eg í dag havi flutt til vitnis ímóti tykkum, og bjóðið børnum tykkara at halda vandaliga øll orð í hesi lóg. 47Tí at hetta eru ikki tóm orð fyri tykkum, heldur stendur lív tykkara í tí, og í tí stendur eisini, um tit skulu liva leingi í tí landi, sum tit nú halda inn í yvir Jórdan til tess at taka tað til ognar.»
Móses skal fara niðan á Nebo at doyggja
48Henda sama dag talaði Harrin við Móses og segði: 49«Far har niðan á Ábarim fjallið, Nebo fjallið, í Móabs landi ábeint Jeriko og lít út yvir Kánáanland, sum eg skal geva Ísraelsmonnum til ognar. 50Og har uppi á fjallinum, sum tú fert niðan á, skalt tú doyggja og savnast til ættarfólks tíns, eins og Áron, bróðir tín, doyði á Hór fjallinum og savnaðist til ættarfólks síns, 51aftur fyri at tit vóru trúleysir móti mær millum Ísraelsmanna við Meribavøtn í Kádesj í Zin oyðimørk, við tað at tit ikki halgaðu meg millum Ísraelsmanna. 52Tí skalt tú síggja landið har yviri, men ikki sjálvur koma hagar, inn í tað land, sum eg skal geva Ísraelsmonnum.»

Currently Selected:

Fimta Mósebók 32: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy