Ámos 7
7
Tríggjar sjónir um undirgang Ísraels
1Harrin, drottin, birti mær hesa sjón: Hann læt ongsprettur kykna upp, so skjótt sum hógvurin tók at grógva og grasið aftur spratt, eftir at kongur hevði sligið. 2Tá ið tær høvdu oyðetið grasið av jørðini, mælti eg: «Á Harri, drottin, fyrigev! Hvussu kann Jákup standast, hann, sum er so vesælur?» 3Tá iðraði Harrin seg um hetta. «Tað skal verða av ongum,» segði Harrin. 4Harrin, drottin, birti mær hesa sjón: Sí, Harrin, drottin, beyð út oyðandi eldi, sum turkaði upp hitt mikla djúp; men tá ið hann fór at oyða landið, 5mælti eg: «Á Harri, drottin, lætt av! Hvussu kann Jákup standast, hann, sum er so vesælur?» 6Tá iðraði Harrin seg um hetta. «Hetta skal verða av ongum!» segði Harrin, drottin. 7Hesa sjón læt hann mær berast fyri: Sí, Harrin stóð uppi á borgargarði og helt á blýloddi, 8og hann segði við meg: «Hvat sært tú, Ámos?» Eg svaraði: «Blýlodd!» Tá mælti Harrin: «Nú vil eg ræsa blýlodd mitt niður í fólk mítt Ísrael; eg vil ikki umbera tað meira.
Dómsorð yvir hovini og kongaættina
9Ísaks offurheyggjar skulu oyddir verða og Ísraels halgidómar týnast; við svørði eg rísi móti ætt Jeróboams.»
Ámos heimrikin
10Tá sendi Ámazja, prestur í Betel, Jeróboami, Ísraels kongi, hesi boð: «Ámos kveikir samansvørjing móti tær í miðjum Ísraels ríki; landið kann ikki bera øll orð hansara. 11Tí at soleiðis sigur Ámos: Fyri svørði skal Jeróboam falla, og Ísrael herleiddur verða burtur úr landi sínum.» 12Og Ámazja segði við Ámos: «Hav teg burtur, síggjari, og slepp tær aftur til Júdalands; har kanst tú vinna tær føðina og profetera har; 13í Betel mást tú ikki longur profetera, tí at her er kongahalgidómur og ríkistempul.» 14Tá svaraði Ámos og segði við Ámazja: «Eg eri hvørki profetur ella profetalærusveinur, eg eri seyðamaður og morberjarøktari; 15men Harrin tók meg burtur frá fylginum og segði við meg: Far og profetera fyri fólki mínum Ísrael. 16Hoyr tí orð Harrans, tú, sum sigur: Profetera ikki móti Ísrael og tala ikki móti Ísaks ætt! 17Tessvegna sigur Harrin: Kona tín skal vera skøkja í borgini; synir tínir og døtur skulu fyri svørði falla og jørð tín verða sundurskift við mátingarbandi; sjálvur tú skalt doyggja í óreinum landi og Ísrael verða herleiddur burtur av landi sínum.»
Currently Selected:
Ámos 7: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society