YouVersion Logo
Search Icon

Ámos 3

3
Guðs fólk harðari revsing enn hini
1Hoyrið hetta orð, sum Harrin talar móti tykkum, Ísraelsmenn, móti øllum tí ættarkyni, sum eg leiddi út úr Egyptalandi: 2Einans tykkum kennist eg við av øllum ættarkynjum jarðar; tessvegna revsi eg tykkum fyri allar misgerðir tykkara.
Harrin noyðir profetin at tala
3Munnu tveir menn leggja ferðalag saman uttan hvør at kenna annan? 4Man ljónið ýla í skóginum, tá ið tað onga bráð hevur? Ella man ungljónið grenja og ongan fong hava fingið? 5Fellur fuglur til jarðar uttan at vera raktur? Man gildran støkka upp frá jørðini, uttan at eitthvørt er í henni? 6Verður blást í lúður innan borgar, uttan at skelkur kemur á fólk? Man í borgini nøkur ógæva berast á, sum Harrin hevur ikki volt? 7Nei, Harrin, drottin, ger einki uttan at birta loyndarráð síni fyri profetunum, tænarum sínum. 8Ljónið ýlir, hvør má ikki óttast? Harrin, drottin, talar, hvør má tá ikki profetera?
Fall Sámáriu
9Rópið út yvir hallir Asdods og tær í Egyptalandi! Sigið: «Savnist saman á Sámáriufjalli og síggið har hin mikla háva og yvirgangin inni í borgini.» 10Tey duga ikki at gera tað, sum rætt er, sigur Harrin; valdsgerð og kúgan rúgva tey upp í hallum sínum; 11tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Fíggindar skulu umringa land títt allar vegir, vernd tín verða tikin frá tær og hallir tínar verða rændar.
Dómur yvir hinar ríku í Sámáriu
12So sigur Harrin: Eins og hirðin bjargar úr gapi ljónsins tveimum leggjum og lepa av oyra, soleiðis skulu Ísraelsmenn, ið búgva í Sámariu, komast undan við áklæði legu sínar og hvíldarhøgindi sínum. 13Hoyrið og vitnið móti Jákups húsi, sigur Harrin, drottin, Guð herliðanna; 14tann dag eg revsi Ísrael fyri misbrot síni, tá lati eg revsingina raka Betels altar, so at altarhornini støkka av og falla til jarðar; 15tá smildri eg bæði vetrarhallir og summarhallir; fílabeinshallir skulu farast og mong hús leggjast í oyði, sigur Harrin.

Currently Selected:

Ámos 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in