YouVersion Logo
Search Icon

Ámos 1

1
Yvirskrift
1Tey orð, sum Ámos, ein av hirðunum frá Tekoa, skoðaði viðvíkjandi Ísrael á døgum Uzzia, Júdakongs, á døgum Jeróboams Jóassonar, Ísraels kongs, tvey ár undan landskjálvtanum.
Harrin hóttir fólk sítt
2Og hann segði: Harrin ýlir av Zion, úr Jerúsalem hann letur rødd sína gella; hirðanna fløtur syrgja, og Karmels tindar følna.
Dómsorð yvir Dámaskus
3So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Dámaskusar, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir tresktu Gilead við treskisleðum av jarni, 4tí seti eg eld á Házaels hús, og hann skal oyða Ben-Hádads hallir; 5eg smildri lokur Dámaskusar, avoyði íbúgvar Bikat-Ávens og hann, ið ber veldissprota í Bet-Eden; og Sýrlendingar skulu verða herleiddir til Kir, sigur Harrin.
Dómsorð yvir Filistar
6So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Gazu, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir herleiddu heilar bygdir og framseldu Edómitum tær, 7tí seti eg eld á borgargarðar Gazu, og hann skal oyða hallir hennara; 8eg oyði hvørt livandi kykt úr Asdod og úr Askalon hann, sum ber veldissprota; eg bregði míni hond móti Ekron, so at eingin Filisti verður eftir, sigur Harrin, drottin.
Dómsorð yvir Týrus
9So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Týrusar, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir framseldu Edómitum heilar herleiddar bygdir og ikki mintust brøðrasáttmálan, 10tí seti eg eld á borgargarðar Týrusar, og hann skal oyða hallir hennara.
Dómsorð yvir Edóm
11So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Edóms, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir eltu bróður sín við svørði og køvdu alla várkunn, skræddu í vreiði síni støðugt sundur og goymdu ævinliga ilsku sína; 12tí seti eg eld á Teman, hann skal oyða hallir Bozra.
Dómsorð yvir Ammon
13So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Ammonita, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir sprettu upp kviðin á hinum burðarbúnu í Gilead til tess at víðka um landamark síni, 14tí seti eg eld á borgargarðar Rabbu, og hann skal oyða hallir hennara, meðan herróp dynja á orrustudegnum, og stormurin leikar á harðveðursdegnum. 15Og kongur teirra skal í útlegd fara, bæði hann og høvdingar hans, sigur Harrin.

Currently Selected:

Ámos 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in