YouVersion Logo
Search Icon

Seinna Timoteusarbrævið 3

3
Menniskjan í teimum síðstu tíðunum
1Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir; 2tí at menniskjuni skulu vera sjálvkær, peningagramm, reypsom, hástór, spottsom, óhoyrilig móti foreldrum, ótakksom, vanheilag, 3kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, óhóvsom, ólátað, ikki elskandi tað, sum gott er, 4svikafull, framlopin, dramblát, sum heldur elska lystir sínar enn elska Guð, 5sum hava yvirbragd av gudsótta, men hava avnoktað kraft hansara. Og frá slíkum skalt tú venda tær burtur! 6Tí at úr teirra flokki eru teir, sum sníkja seg inn í húsini og fanga konufólk, sum eru ovbyrðað av syndum og verða rikin av mongum ymsum girndum, 7og altíð læra og onga tíð kunnu koma til kunnleika um sannleikan. 8Eins og Jannes og Jambres stóðu ímót Mósesi, soleiðis standa eisini hesir móti sannleikanum, menn, sum eru spiltir í huganum, svíkir í trúnni. 9Men teir skulu ikki koma longur fram, tí at vitloysi teirra skal verða øllum opinlýst, soleiðis sum tað eisini varð hjá hinum.
Timoteus hevur fylgt Paulusi í trúskapi
10Men tú hevur fylgt mær eftir í læru, í atferð, í ráðum, í trúgv, í langmóði, í kærleika, í toli, 11í astóknum, í líðingum, slíkum sum mær vórðu fyri í Antiokíu, í Ikonium og í Lýstru; – slíkar atsóknir, sum eg havi útstaðið, – og Harrin bjargaði mær út úr teimum øllum. 12Og allir, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøktir; 13men ringar menniskjur og svikarar skulu fara fram til tað, sum verri er, villandi onnur og fara villir sjálvir.
Áminning um at læra av hinum heilagu skriftunum
14Men tú, verð tú verandi í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um, við tað at tú veitst, av hvørjum tú hevur lært tað, 15og við tað at tú frá barnsbeini kennir hinar heilagu skriftirnar, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Krist Jesus. 16Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi, 17fyri at Guðs-menniskjan kann verða albúgvin, fullfør til eitt og hvørt gott verk.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in