YouVersion Logo
Search Icon

Hitt fyrra almenna bræv Pæturs 2

2
Ávaring móti illskapi og áminning um at leita sær andliga føði í orðinum – og verða eitt andligt hús, Guðs fólk
1Leggið tí av allan illskap og alt svik og fals og alla øvund og alt illmæli, 2og stundið eins og nýfødd børn eftir hini andligu, ósviknu mjólk, fyri at tit kunnu vaksa av henni til frelsu; 3um tað er so, at tit hava smakkað, at Harrin er góður. 4Komið til hansara, hin livandi steinin, sum væl varð vrakaður av monnum, men er útvaldur og dýrmætur hjá Guði, 5og latið tykkum sjálvar verða uppbygdar sum livandi steinar til eitt andligt hús, til ein heilagan prestaskap, til at frambera andlig offur væl toknað av Guði fyri Jesus Krist. 6Tí at tað eitur í skriftini: «Sí, eg leggi í Sion ein aðalhyrnisstein, útvaldan og dýrmætan; og tann, sum trýr á hann, skal als ikki verða til skammar.» 7Tykkum tí, sum trúgva, hoyrir æran til; men hinum vantrúgvu er hesin steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, vorðin ein aðalhyrnissteinur og ein snávingarsteinur og ein meinbogaklettur; 8og teir renna á hann, við tað at teir eru ólýdnir móti orðinum, men til tess vóru teir eisini ætlaðir. 9Men tit eru ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð, eitt ognarfólk, fyri at tit skulu boða frá dygdum hansara, sum kallaði tykkum frá myrkrinum til sítt undurfulla ljós; 10tit, sum áður ikki vóru eitt fólk, men nú eru Guðs fólk, tit, sum ikki funnu miskunn, men nú hava fingið miskunn.
Atferð teirra kristnu heidninganna millum
11Elskaðu tit! Eg áminni tykkum sum gestir og útlendingar at halda tykkum frá holdligum girndum, sum jú eru í stríði móti sálini, 12so at tit hava eina góða atferð heidninganna millum, fyri at teir av teimum góðu gerningum, sum teir fáa at síggja, kunnu prísa Guði á vitjunardeginum fyri tað, sum teir nú tala ilt um tykkum fyri sum illgerðarmenn.
Atferð móti stýrisvøldum
13Verið fyri Harrans sakir eini og hvørjari menniskjuligari fyriskipan undirgivnir, hvørt tað so er einum kongi sum hinum hægsta, 14ella landshøvdingum sum teimum, ið av honum eru sendir, teimum til revsingar, sum gera ilt, men teimum til rós, sum gera gott. 15Tí at soleiðis er tað Guðs vilji, at tit við at gera tað, ið gott er, skulu teppa vankunnuni hjá fávitskutum monnum; 16sum frælsir, men ikki sum teir, ið hava frælsið sum lótir fyri illskapin, men sum tænarar Guðs. 17Virðið øll, elskið brøðraskapin, óttist Guð, heiðrið kongin!
Tænastufólk og húsbøndur
18Tit tænarar, verið húsbóndum tykkara undirgivnir við mesta ótta, ikki bert teimum góðu og mildu, men eisini teimum ólagaligu. 19Tí at tað fær yndi, um einhvør av samviti við Guð tolir tvørleikar og líður sakleysur. 20Tí at hvat rós er í tí, um tit eru tolnir, tá ið tit synda og fáa revsing afturfyri? Men um tit eru tolnir, tá ið tit gera gott og líða ilt kortini, tað finnur náði hjá Guði. 21Tí at til tess eru tit kallaðir, av tí at Kristus leið eisini fyri tykkum og eftirlæt tykkum eina fyrimynd, fyri at tit skulu fylgja fótasporum hansara. 22Hann gjørdi ikki synd, og svik vórðu ikki funnin í munni hansara. 23Hann deildi ikki aftur ímót, tá ið hann varð deildur, og hann hóttaði ikki, tá ið hann leið, men hann læt tað til hansara, sum dømir rættvísliga. 24Hann bar sjálvur syndir okkara á likami sínum upp á træið, fyri at vit, deyðir frá syndunum, skulu liva fyri rættvísini. Við sár hansara eru tit grøddir. 25Tí at tit vóru vilstir sum seyðir, men nú hava tit vent við til hirðan og tilsjónarmannin fyri sálum tykkara.

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in