YouVersion Logo
Search Icon

1 John 3

3
Vónin um sælu krevur av Guðs børnum, at tey avnokta synd
1Síggið, hvussu miklan kærleika faðirin hevur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guðs børn; og tað eru vit. Av teirri grund kennir heimurin okkum ikki, at hann ikki hevur kent hann. 2Elskaðu tit, nú eru vit Guðs børn, og tað er enn ikki opinberað, hvat vit skulu verða. Vit vita, at tá ið hann verður opinberaður, tá skulu vit verða honum lík, tí at vit skulu síggja hann, sum hann er. 3Og ein og hvør, sum hevur hesa vón til hansara, reinsar seg sjálvan, eins og hann er reinur. 4Hvør tann, sum ger synd, ger eisini lógbrot, og syndin er lógbrot. 5Og tit vita, at hann varð opinberaður, fyri at taka burtur syndirnar; og í honum er ikki synd. 6Hvør tann, sum verður verandi í honum, syndar ikki; hvør tann, sum syndar, hevur ikki sæð hann og kennir hann ikki heldur.
Syndarin er av djevulinum. Guðs børn verða kend av tí at tey elska hvørt annað
7Børn míni, latið ongan villa tykkum! Tann, sum fremur rættvísi, er rættvísur, eins og hann er rættvísur. 8Tann, sum ger synd, er av djevulinum; tí at djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tess varð Guðs sonur opinberaður, at hann skuldi bróta niður djevulsins verk. 9Hvør tann, sum er føddur av Guði, ger ikki synd, tí at sáð hansara verður verandi í honum, og hann kann ikki synda, tí at hann er føddur av Guði. 10Av hesum eru Guðs børn og djevulsins børn kunn; hvør, sum ikki fremur rættvísi, er ikki av Guði, og heldur ikki tann, sum ikki elskar bróður sín. 11Tí at hetta er tann boðskapurin, sum tit hava hoyrt frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan; 12ikki eins og Káin, sum var av hinum illa og myrdi bróður sín. Og hvat myrdi hann hann fyri? Tí at gerningar hansara vóru vándir, men gerningar bróður hansara rættvísir. 13Undrist ikki, brøður mínir, um at heimurin hatar tykkum. 14Vit vita, at vit eru komnir frá deyðanum yvir til lívið, tí at vit elska brøðurnar; tann, sum ikki elskar, verður verandi í deyðanum. 15Hvør tann, sum hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verðandi í sær. 16Av hesum kenna vit kærleikan, at hann læt lívið fyri okkum; so eiga vit eisini at lata lívið fyri brøðurnar. 17Men tann, sum hevur heimsins góðs og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum, hvussu kann tá kærleiki Guðs verða verandi í honum?
Kærleikin gevur frímóð
18Børn míni, latum okkum ikki elska við orði og ikki elska við tungu, men í verki og sannleika. 19Og av hesum kunnu vit kenna, at vit eru av sannleikanum, og tá skulu vit frammi fyri ásjón hansara fáa hjørtu okkara at verða still, 20hvat so hjarta okkara kann døma okkum fyri; tí at Guð er størri enn hjarta okkara og kennir allar lutir. 21Elskaðu tit, um hjarta okkara ikki dømir okkum, tá hava vit frímóð fyri Guði, 22og hvat sum vit biðja um, tað fáa vit frá honum, tí at vit halda boð hansara og gera tað, sum honum hugnar. 23Og hetta er boð hansara, at vit skulu trúgva á navn sonar hansara, Jesu Krists, og elska hvør annan eftir tí boði, sum hann gav okkum. 24Og tann, sum heldur boð hansara, hann verður verandi í honum og hann í honum; og av hesum kenna vit, at hann verður verandi í okkum, av andanum, sum hann hevur givið okkum.

Currently Selected:

1 John 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in