Genesis 46

46
Jákup fer til Egyptalands
1Tá fór Ísrael avstað við øllum, sum hann átti, og hann kom til Beersjebu og ofraði Guði Ísaks, faðirs síns, sláturoffur. 2Men Guð talaði við Ísrael í náttarsjón og segði: «Jákup, Jákup!» Hann svaraði: «Her eri eg!» 3Og hann mælti: «Eg eri Guð, Guð faðirs tíns. Óttast ikki fyri at fara til Egyptalands; tí at har skal eg gera teg at miklari tjóð. 4Eg skal sjálvur koma við tær til Egyptalands, og eg man eisini føra teg aftur haðan; og Jósef skal lata eygu tíni aftur.» 5Síðan fór Jákup frá Beersjebu. Synir Ísraels settu Jákup, faðir sín, og børn síni og konur sínar upp í vagnarnar, sum Fárao hevði sent eftir honum. 6Og teir tóku fenað sín og allan tann eyð, sum teimum hevði ognast í Kánáanlandi, og komu til Egyptalands, Jákup og alt avkom hansara við honum. 7Soleiðis flutti hann við sær synir og sonasynir sínar, døtur og sonadøtur sínar og alt avkom sítt til Egyptalands.
Ættleggur Jákups
8Hesi eru nøvn Ísraels sona, sum komu til Egyptalands, Jákup og synir hansara: Ruben, frumgitni sonur Jákups. 9Men synir Rubens vóru: Hánok, Pallu, Hezron og Karmi. 10Synir Símeons: Jemuel, Jámin, Óhad, Jákin, Zóhar og Sjául, sonur kanversku konunnar. 11Synir Levi: Gersjon, Kehat og Merari. 12Synir Júda: Er, Ónan, Sjela, Perez og Zera. Men Er og Ónan doyðu í Kánáanlandi; og synir Perez vóru Hezron og Hámul. 13Synir Issakars: Tóla, Pua, Jásjub og Sjimron. 14Synir Zebulons: Sered, Elon og Jáleel. 15Hesir vóru synir Leu, sum hon føddi Jákupi í Paddon-Áram, umframt Dinu, dóttur hans. Allir synir og allar døtur hansara vóru tríati og trý. 16Og synir Gáds: Zifjon, Haggi, Sjúni, Ezbon, Eri, Áros og Áreli. 17Og synir Ásjers: Jimna, Jisjva, Jisjvi, Beria og Sera, systir teirra. Synir Beria vóru Heber og Malkiel. 18Hesir vóru synir Zilpu, sum Lában gav Leu, dóttur síni; hesar føddi hon Jákupi, sekstan sálir. 19Og synir Rakular konu Jákups: Jósef og Benjamin. 20Jósef fekk í Egyptalandi synir við Asnat, dóttur Potifera prests í Ón: Efraim og Manasse. 21Synir Benjamins vóru: Bela, Beker, Asjbel, Gera, Náaman, Ehi, Rosj, Muppim, Huppim og Ard. 22Hesir vóru synir Rakular, sum hon føddi Jákupi, íalt fjúrtan sálir. 23Sonur Dáns var Husjim. 24Synir Naftali: Jázeel, Guni, Jezer og Sjillem. 25Hesir vóru synir Billu, sum Lában gav Rakuli, dóttur síni; hesar føddi hon Jákupi, sjey sálir íalt. 26Og alt húski Jákups, ið kom við honum til Egyptalands, og sum av honum var komið, var seksti og seks sálir, umframt sonakonur Jákups. 27Synir Jósefs, ið føddust honum í Egyptalandi, vóru tveir. Allar sálir av ætt Jákups, ið komu til Egyptalands, vóru sjeyti.
Koma hans til Egyptalands
28Hann sendi nú Júda undan sær til Jósefs, til tess at hann skuldi beina teimum á Gosen. Síðan komu teir til Gosenlands. 29Tá læt Jósef búgva til vagn sín og fór ímóti faðir sínum til Gosen; og tá ið hann hitti hann, hálsfevndi hann hann og græt leingi í ørmum hans. 30Tá segði Ísrael við Jósef: «Nú doyggi eg glaður; tí at nú havi eg sæð andlit títt, at tú enn ert á lívi!» 31Men Jósef segði við brøður sínar og við húsfólk faðirs síns: «Nú skal eg fara og bera Fárao hesi tíðindi og siga við hann: Brøður mínir og húsfólk faðirs míns í Kánáanlandi eru komin til mín. 32Hesir menn eru hirðar og fenaðarmenn; nú eru teir komnir higar við smalum og stórdýrum sínum og øllum, sum teir eiga. 33Men tá ið nú Fárao stevnir tykkum fyri seg og spyr tykkum um starv tykkara, 34tá skulu tit svara: Trælir tínir hava frá barnaárum av verið fenaðarmenn eins og fedrar sínir, – til tess at tit mega fáa loyvi til at búgva í Gosenlandi; tí at Egyptar hava andstygd fyri øllum hirðum.»

Zur Zeit ausgewählt:

Genesis 46: FB

Markierung

Teilen

Kopieren

None

Möchtest du deine gespeicherten Markierungen auf allen deinen Geräten sehen? Erstelle ein kostenloses Konto oder melde dich an.

Kostenlose Lesepläne und Andachten zum Thema Genesis 46

YouVersion verwendet Cookies, um deine Erfahrung zu personalisieren. Durch die Nutzung unserer Webseite akzeptierst du unsere Verwendung von Cookies, wie in unserer Datenschutzrichtlinie beschrieben