Genesis 44

44
Steypið í sekki Benjamins
1Síðan beyð hann húshaldara sínum og segði: «Fyll sekkir mannanna við vistum so nógvum, sum teir eru mentir at bera og legg silvur hvørs teirra ovast í sekkir teirra. 2Og steyp mítt, silvursteyp mítt, skalt tú leggja ovast í sekkin hjá tí yngsta og somuleiðis silvurið fyri korn hans!» Og hann gjørdi, sum Jósef beyð. 3Í lýsingini morgunin eftir vórðu teir latnir avstað, teir og asnar teirra. 4Men ikki vóru teir komnir langt út um borgina, áður enn Jósef mælti við húshaldara sín: «Skunda tær avstað og halt aftan á menninar; og tá ið tú hevur fingið teir aftur, skalt tú siga við teir: Hví hava tit lønað gott við illum? 5Hví hava tit stolið silvursteyp mítt? Er tað ikki tað, sum harri mín drekkur úr og spáar við? Illa hava tit gjørt!» 6Og tá ið hann nú hevði fingið teir aftur, segði hann hetta við teir. 7Men teir svaraðu honum: «Hví talar harri mín soleiðis? Fjart veri tað trælum tínum at gera tílíkt! 8Sí, tað silvur, som vit funnu omaná í sekkjum okkara, høvdu vit jú við aftur til tín úr Kánáanlandi; hví skuldu vit tá stolið úr húsi harra tíns silvur ella gull? 9Tann av trælum tínum, ið tað verður funnið hjá, skal láta lív, og vit verða trælir hjá harra tínum!» 10Hann svaraði: «Verði tað so, sum tit siga: Tann, ið tað verður funnið hjá, skal verða trælur mín, men hinir verða frælsir.» 11Teir settu tá skundisliga sekkirnar niður á jørðina og opnaðu hvør sín sekk. 12Og hann tók at leita frá tí elsta til hin yngsta, og varð tá steypið funnið í sekki Benjamins. 13Teir skræddu tá klæði síni, løgdu aftur hvør á sín asna og snúðust aftur í borgina. 14Og tá ið Júda og brøður hansara komu inn í húsið hjá Jósefi, var hann staddur har enn; og teir lútaðu honum til jarðar. 15Men Jósef segði við teir: «Hvat hava tit gjørt! Vistu tit ikki, at tílíkur maður sum eg dugir at gera eftir?» 16Tá mælti Júda: «Hvat skulu vit svara harra mínum? Hvat skulu vit siga, og hvussu skulu vit rættvísgera okkum? Guð hevur funnið misgerð træla tína; sí, nú eru vit trælir harra míns, bæði vit og hann, sum steypið varð funnið hjá!» 17Men hann svaraði: «Fjart verði tað mær at gera tílíkt! Nei, hann, sum steypið varð funnið hjá, hann skal verða trælur mín; men farið tit við friði heim aftur til faðirs tykkara!» 18Tá steig Júda fram fyri hann og mælti: «Halt mær til góðar, harri mín! Loyv træli tínum at tala eitt orð við harra mín og lat ikki vreiði tína brenna móti træli tínum. Tí at tú ert jú eins og sjálvur Fárao! 19Harri mín spurdi trælir sínar og mælti: Eiga tit faðir ella bróður? 20Vit svaraðu harra mínum: Ja, vit eiga aldraðan faðir og ungan bróður, sum hann gat í elli síni; bróðir hansara er deyður; og hann er tann einasti, ið er á lívi eftir móður sína, og faðir hansara elskar hann. 21Og tú segði við trælir tínar: Komið við honum higar til mín, so at eg fái hann at síggja við egnum eygum! 22Men vit svaraðu harra mínum: Ikki má sveinurin fara frá faðir sínum; tí at fer hann frá faðir sínum, man tað leggja hann í grøvina! 23Tá segði tú við trælir tínar: Koma tit ikki higar við yngsta bróður tykkara, so skulu tit ikki koma fyri andlit mítt aftur! 24Og tá ið vit komu heim aftur til træl tín, faðir okkara, søgdu vit honum frá orðum harra míns. 25Men tá ið faðir okkara seinni segði við okkum: Farið aftur og keypið okkum eitt sindur av vistum, 26tá svaraðu vit: Vit kunnu ikki fara hagar; men kemur yngsti bróðir okkara við okkum, skulu vit fara; tí at vit fáa ikki andlit mansins at síggja, uttan vit koma við yngsta bróður okkara! 27Tá segði trælur tín, faðir mín, við okkum: Tit vita, at kona mín føddi mær tveir synir; 28ein teirra fór heiman frá mær; og eg segði: Hann er óivað sundurskræddur. Og eg havi ikki sæð hann aftur. 29Taka tit nú eisini henda frá mær, og ógæva verður honum fyri, tá leggja tit meg á gamalsaldri av harmi í grøvina! 30Komi eg nú heim aftur til træl tín, faðir okkara, og sveinurin, sum hann elskar av heilum huga, ikki er við okkum, 31tá man tað elva deyða hans at síggja, at sveinurin ikki er við, og vit trælir tínir verða atvoldin til, at trælur tín, faðir okkara, á gamalsaldri av harmi fer í grøvina! 32Tí at trælur tín hevur játtað faðir sínum at leggja lívið við fyri sveinin og at vera faðir mínum sekur um ævir, um eg ikki komi aftur til hansara við honum. 33Lat tí træl tín vera eftir her sum træl hjá harra mínum í stað sveinsins; men loyv sveininum at fara heim við brøðrum sínum; 34tí hvussu kann eg koma heim til faðir mín, uttan at sveinurin er við mær? Eg hevði ikki tolað at sæð faðir mín í tílíkum harmi!»

Zur Zeit ausgewählt:

Genesis 44: FB

Markierung

Teilen

Kopieren

None

Möchtest du deine gespeicherten Markierungen auf allen deinen Geräten sehen? Erstelle ein kostenloses Konto oder melde dich an.