Genesis 40
40
Jósef ræður dreymar í myrkustovu
1Eftir hetta bar so á, at skeinkjari kongsins í Egyptalandi og bakarin forsóu seg móti Fárao, kongi Egyptalands. 2Tá reiddist Fárao inn á hesar báðar hirðmenn sínar, høvuðsskeinkjaran og høvuðsbakaran, 3og læt teir seta í varðhald í húsi lívvarðarhøvdingans, í myrkustovu, har sum Jósef sat fangi. 4Lívvarðarhøvdingin setti Jósef til at hava umsjón yvir teimum og ganga teimum til handa. Tá ið teir nú høvdu sitið um bil í varðhaldi, 5droymdi teir báðar, skeinkjara og bakara kongsins í Egyptalandi, sum sótu í myrkustovu, hvør sín dreym á somu nátt; og hvør dreymurin hevði sína merking. 6Tá ið Jósef um morgunin kom inn til hirðmanna Fáraos, ið við honum vóru í varðhaldi í húsi húsbónda hans, og sá, at teir vóru tungir í huga, 7spurdi hann teir: «Hví hava tit so sorgligt yvirbragd í dag?» 8Teir svaraðu honum: «Okkum hevur droymt dreym, ið eingin er førur at ráða.» Tá segði Jósef við teir: «Hoyrir tað ikki Guði til at ráða dreymar? Sigið mær, hvat ið tykkum hevur droymt!» 9Tá segði høvuðsskeinkjarin Jósefi frá dreymi sínum og mælti við hann: «Mær tókti í dreyminum at síggja víntræ standa framman fyri mær. 10Á víntræinum vóru tríggjar greinar, og so skjótt sum gróðurknapparnir skutust, spruttu blómur, og víntyssini bóru staðin vínber. 11Í hondini hevði eg steyp Fáraos; og eg tók vínber og fergdi tey niður í steyp Fáraos og rætti Fárao tað.» 12Tá segði Jósef við hann: «Hesin dreymur skal ráðast á henda hátt: Tríggjar greinar merkja tríggjar dagar; 13um tríggjar dagar man Fárao hevja títt høvur aftur og seta teg aftur í embæti títt, so at tú aftur rættir Fárao steypið, eins og tú áður vart vanur, tá ið tú vart skeinkjari hans. 14Men tá ið tú nú fært aftur eydnuna við tær, tá minst til mín og sýn mær ta vælvild at minna Fárao á meg, so at tú fært meg út aftur úr hesum húsi! 15Tí at eg eri stolin loyniliga úr landi Hebrea; heldur ikki havi eg gjørt meg sekan í nøkrum til at verða rindaður í myrkustovu.» 16Tá ið høvuðsbakarin sá, at ráðanin var góð, segði hann við Jósef: «Eisini meg droymdi dreym og tókti mær, at eg bar á høvdi mínum tríggjar tægur við hveitibreyðum. 17Í ovastu tæguni var bakkulsi til Fárao; men fuglarnir komu og ótu tað úr tæguni, sum var á høvdi mínum.» 18Tá svaraði Jósef og mælti: «Hesin dreymur skal ráðast á henda hátt: Tríggjar tægur merkja tríggjar dagar; 19innan tríggjar dagar man Fárao hevja høvur títt og heingja teg upp í okkurt træ; og fuglarnir munnu fara at eta hold títt.» 20Tríggjar dagar eftir hetta, tá ið Fárao á føðingardegi sínum helt veitslu fyri øllum tænarum sínum, hevjaði hann høvur høvuðsskeinkjarans og høvuðsbakarans í hjástøðu tænara sína. 21Høvuðsskeinkjaran setti hann aftur í embæti sítt, so at hann aftur rætti Fárao steypið; 22men høvuðsbakaran læt hann heingja samsvarandi dreymin, ið Jósef hevði rátt teimum. 23Men høvuðsskeinkjarin hugsaði ikki um Jósef; hann gloymdi hann.
Zur Zeit ausgewählt:
Genesis 40: FB
Markierung
Teilen
Kopieren
![None](/_next/image?url=https%3A%2F%2Fimageproxy.youversionapi.com%2F58%2Fhttps%3A%2F%2Fweb-assets.youversion.com%2Fapp-icons%2Fde.png&w=128&q=75)
Möchtest du deine gespeicherten Markierungen auf allen deinen Geräten sehen? Erstelle ein kostenloses Konto oder melde dich an.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society