Genesis 35
35
Jákup í Betel
1Tá segði Guð við Jákup: «Statt upp og far niðan til Betel og búgv har og reis har altar fyri Guði, sum birtist fyri tær, tá ið tú flýddi undan Esavi, bróður tínum!» 2Jákup segði nú við húsfólk sítt og øll, ið við honum vóru: «Tveitið burtur hinar fremmandu gudar, sum tit hava hjá tykkum, og reinsið tykkum og latist í onnur klæði! 3Vær skulum fara niðan til Betel; har vil eg reisa altar fyri Guði, sum bønhoyrdi meg á ógævustund míni og var við mær í ferðini, sum eg havi farið!» 4Tá fingu teir Jákupi allar hinar fremmandu gudarnar, ið teir høvdu við sær, og somuleiðis ringarnar, sum teir høvdu í oyrum sínum; og Jákup gróv tað niður undir eikini, sum er við Sikem. 5Síðan fóru teir haðan; og ræðsla frá Guði var yvir øllum bygdunum har um leið, so at eingin elti synir Jákups. 6Jákup kom tá við øllum fólki sínum til Luz í Kánáanlandi, tað er Betel. 7Og har reisti hann altar og nevndi staðin Betels Guð, tí at har hevði Guð birtst fyri honum, tá ið hann flýddi undan bróður sínum. 8Har andaðist Debora, fostra Rebekku, og varð jarðað niðanvert við Betel undir eikini, sum tí eitur gráteikin. 9Og Guð birtist aftur fyri Jákupi á heimferð hans úr Paddan-Áram og vælsignaði hann. 10Og Guð segði við hann: «Navn títt er Jákup; tó skalt tú ikki longur eita Jákup; men Ísrael skal navn títt vera.» Og hann nevndi hann Ísrael. 11Tá segði Guð við hann: «Eg eri Guð hin alvaldi; verð gróðrarmikil og fjølmentur! Tjóð, ja mangar tjóðir skulu koma av tær; og kongar ganga út úr lendum tínum! 12Landið, sum eg gav Ábrahami og Ísaki, gevi eg tær; og avkomi tínum eftir teg man eg geva landið.» 13Síðan fór Guð upp frá honum, har sum hann hevði talað við hann. 14Og Jákup reisti steinsúlu har á staðnum, sum hann hevði talað við hann, merkisstein, og droypti droypioffur yvir hann og úthelti yvir hann olju. 15Og Jákup nevndi staðin, har ið Guð hevði talað við hann, Betel.
Føðing Benjamins, deyði Rakular
16Seinnameiri fluttu teir frá Betel, og tá ið teir høvdu stutt eftir til Efrat, komu verkir á Rakul, og barnsótt hennara var mikil. 17Men tá ið barnverkir hennara vóru sum harðast, segði nærkonan við hana: «Óttast ikki, tí eisini nú hevur tú fingið son!» 18Og meðan tað stóð um lívið hjá henni – tí hon doyði – tá nevndi hon hann Benoni; men faðir hansara nevndi hann Benjamin. 19Og Rakul andaðist og varð jarðað við vegin til Efrat, tað er Betlehem. 20Og Jákup reisti minnisvarða á leiði hennara; tað er gravarsteinur Rakular, ið stendur har enn í dag.
Skemdargerð Rubens
21Síðan helt Ísrael fram ferðini og setti upp tjaldbúðir sínar handan Migdal-Eder. 22Men meðan Ísrael búði í tí bygdarlagnum har, fór Ruben og legðist hjá Billu, hjákonu faðirs síns; og Ísrael fekk fregn um tað. Jákup átti tólv synir.
Synir Jákups
23Synir Leu vóru: Ruben, frumgitni sonur Jákups, Símeon, Levi, Júda, Issakar, Zebulon. 24Synir Rakular vóru: Jósef og Benjamin. 25Synir Billu, trælkonu Rakular, vóru: Dán og Naftali. 26Synir Zilpu, trælkonu Leu, vóru: Gád og Ásjer. Hesir vóru synir Jákups, ið føddust honum í Paddan-Áram.
Jákup í Hebron, Ísakur doyr
27Síðan kom Jákup til Ísaks, faðirs síns, í Mamre við Kirjat-Arba, tað er Hebron, har sum Ábraham og Ísakur høvdu dvalst í útisetri. 28Ævidagar Ísaks vóru eitt hundrað og áttati ár. 29Síðan andaðist Ísakur og doyði og savnaðist hjá frændum sínum, gamal og mettur av døgum. Synir hansara Esav og Jákup jarðaðu hann.
Zur Zeit ausgewählt:
Genesis 35: FB
Markierung
Teilen
Kopieren
Möchtest du deine gespeicherten Markierungen auf allen deinen Geräten sehen? Erstelle ein kostenloses Konto oder melde dich an.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society