Genesis 3

3
Syndafallið
1Men ormurin var sniðfundigari enn øll onnur djór á markini, sum Harrin Guð hevði skapað. Og hann mælti við konuna: «Man nú Guð hava sagt, at tit ikki mega eta av nøkrum træi í aldingarðinum?» 2Konan svaraði orminum: «Av ávøkstum træanna í aldingarðinum mega vit eta; 3men av ávøksti træsins, ið stendur í miðjum aldingarði, hevur Guð sagt, at vit mega ikki eta og ikki nerta hann, tí annars verður deyðin okkum vísur.» 4Men ormurin segði við konuna: «Tit skulu als ikki doyggja. 5Men Guð veit, at so skjótt sum tit eta av tí trænum, munnu eygu tykkara verða upplatin, og tit munnu verða eins og Guð og duga at skyna á illum og góðum.» 6Tá ið nú konan sá, at træið var gott til matna og frálíkt á at líta og avbært til at fáa vit av, tá tók hon av ávøksti tess og át; somuleiðis gav hon eisini manni sínum, ið hjá henni var, og hann át. 7Men tá lótust eyguni upp á teimum báðum; og tá ið tey vórðu vør við, at tey vóru nakin, tóku tey at seyma sær belti úr bløðunum av fikutrøum.
8Men tá ið Ádam og kona hans í kvøldarlotinum hoyrdu Harran Guð koma gangandi gjøgnum aldingarðin, royndu tey at krógva seg fyri honum millum trøini í aldingarðinum. 9Tá kallaði Harrin Guð á Ádam og segði: «Hvar ert tú?» 10Hann svaraði: «Eg hoyrdi teg í aldingarðinum og varð bangin og krógvaði meg, av tí at eg eri nakin.» 11Tá segði hann: «Hvør hevur sagt tær, at tú ert nakin? Mestur hevur tú etið av trænum, sum eg beyð tær ikki at eta av!» 12Ádam svaraði: «Konan, ið tú setti mær við lið, gav mær av trænum, og eg át.» 13Tá segði Harrin Guð við konuna: «Hvat hevur tú gjørt?» Konan svaraði: «Tað var ormurin, ið tøldi meg, so at eg át.»
14Tá mælti Harrin Guð við ormin: «Fyri at tú gjørdi hetta, skalt tú verða bannaður millum allan fenaðin og millum øll djór á markini; á búki tínum skalt tú skríða og eta mold allar ævidagar tínar! 15Og eg seti fjandskap millum teg og konuna, millum avkom títt og avkom hennara; tað skal morla høvur títt, og tú skalt bíta tað í hælin!» 16Við konuna segði hann: «Við miklum treytum skalt tú ganga við barni; og við pínu skalt tú føða; men tó skal tráan tín vera eftir manni tínum; og hann skal valda tær!» 17Við Ádam segði hann: «Av tí at tú lýddi konu tíni og átst av tí træi, sum eg hevði sagt, at tú skuldi ikki eta av, tí skal jørðin verða tær bannað tín vegna; við strevi skalt tú vinna tær føðslu av henni allar ævidagar tínar. 18Tornir og tistlar skal hon bera tær; og tú skalt eta urtir markarinnar. 19Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, hagar til tú aftur fert í jørðina, sum tú ert tikin av; tí av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða!»
20Og Ádam nevndi konu sína Evu, tí at hon varð móðir at øllum, sum liva. 21Síðan gjørdi Harrin Guð Ádami og konu hans skinnbúnar og læt tey í teir. 22Tá segði Harrin Guð: «Sí, Ádam er vorðin sum ein av okkum til at skyna á illum og góðum! Nú má hann ikki rætta út hond sína og taka eisini av lívsins træi og eta og liva um allar ævir!» 23Tá koyrdi Harrin Guð hann út úr aldingarðinum í Eden og setti hann til at dyrka ta jørð, sum hann var sjálvur tikin av. 24Og hann rak Ádam út; og fyri eystan Edens aldingarð setti hann kerúbarnar við hinum glampandi logasvørði til at verja vegin til lívsins træ.

Zur Zeit ausgewählt:

Genesis 3: FB

Markierung

Teilen

Kopieren

None

Möchtest du deine gespeicherten Markierungen auf allen deinen Geräten sehen? Erstelle ein kostenloses Konto oder melde dich an.