Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 8
8
Fyri tey, sum eru í Kristi, er eingin fordøming, tey eru við Guðs anda fríað frá holdsins og deyðans mátti
1So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. 2Tí at lóg lívsins anda hevur í Kristi Jesusi gjørt meg frían frá lóg syndarinnar og deyðans. 3Tí at tað, sum var ómøguligt hjá lógini, av tí at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi Guð, við tað at hann sendi sín egna son í líki av syndigum holdi og fyri syndarinnar skuld og dómfeldi syndina í holdinum, 4fyri at rættlætiskravið í lógini skuldi verða fullgjørt hjá okkum, sum ikki ganga eftir holdi, men eftir anda. 5Tí at tey, sum ganga eftir holdi, tráa eftir tí, sum holdsins er; men tey, sum ganga eftir anda, tráa eftir tí, sum andans er. 6Tí at trá holdsins er deyði, men trá andans er lív og friður; 7tí at trá holdsins er fíggindskapur móti Guði, av tí at hon ikki er Guðs lóg lýðin, ja, kann heldur ikki vera tað. 8Men tey, sum eru í holdinum, kunnu ikki toknast Guði. 9Men tit eru ikki í holdinum, men í andanum, so framt sum andi Guðs býr í tykkum; men hevur einhvør ikki anda Krists, tá hoyrir hann ikki honum til. 10Men er Kristus í tykkum, tá er væl likamið deytt fyri syndarinnar skuld, men andin er lív fyri rættvísinnar skuld. 11Men um andi hansara, sum vakti upp Jesus frá deyðum, býr í tykkum, tá skal hann, sum vakti upp Krist Jesus frá deyðum, eisini gera livandi deyðiligu likam tykkara fyri anda síns skuld, sum býr í tykkum.
Andans vitnisburður um barnarætt hjá Guði
12So standa vit tá, brøður, ikki í skuld til holdið, so at vit skuldu liva eftir holdinum. 13Tí at liva tit eftir holdinum, tá skulu tit doyggja; men deyða tit við andanum gerningar likamsins, tá skulu tit liva. 14Tí at so mong, sum verða leidd av anda Guðs, tey eru Guðs børn. 15Tí at ikki fingu tit trældómsanda aftur til ræðslu, men tit fingu sonarættaranda, sum vit rópa í: Abba, faðir! 16Sjálvur andin vitnar saman við anda okkara, at vit eru Guðs børn. 17Men eru vit børn, tá eru vit eisini arvingar, og tað Guðs arvingar, og Krists samarvingar, so framt sum vit líða við honum, til tess at vit eisini skulu verða dýrmett við honum.
Frælsisstynjan skapningsins og okkara, andans hjálp
18Tí at eg haldi tað, at líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki eru aftur ímót teirri dýrd, sum skal verða opinberað á okkum. 19Tí at tráan skapningsins bíðar eftir opinbering Guðs barna. 20Tí at skapningurin er lagdur undir fáfongdina, – ikki við sínum vilja, men fyri hansara skuld, sum legði hann undir hana, – 21í vón um, at eisini sjálvur skapningurin skal verða loystur úr trældómi forgongiligleikans til dýrdarfrælsis Guðs barna. 22Tí at vit vita, at allur skapningurin stynjar tilsaman og hevur føðingarverkir tilsaman líka til nú. 23Ja, ikki bert hann; men eisini vit, sum hava frumgróður andans, eisini vit stynja við okkum sjálvum, við tað at vit bíða eftir sonarættinum, endurloysing likams okkara. 24Tí at í vónini eru vit vorðin frelst; men ein vón, ið sæst, er ikki vón, tí at hvør vónar tað, sum hann sær? 25Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, tá bíða vit eftir tí við tolmóði. 26Men somuleiðis kemur eisini andin veikleika okkara til hjálpar; tí at vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, soleiðis sum tað eigur at vera gjørt; men sjálvur andin gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum. 27Og hann, sum rannsakar hjørtuni, veit, hvat trá andans er, at hann eftir Guðs vilja gongur í forbøn fyri heilagum.
Allir lutir samvirka til góða hjá teim, sum elska Guð og eru kallað av honum
28Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað. 29Tí at tey, sum hann kendi frammanundan, tey skilaði hann eisini til frammanundan til at líkjast mynd sonar síns, fyri at hann kundi vera hin fyrstiføddi millum mangar brøður, 30og tey, sum hann skilaði til frammanundan, tey kallaði hann eisini; og tey, sum hann kallaði, tey rættvísgjørdi hann eisini; og tey, sum hann rættvísgjørdi, tey dýrmetti hann eisini.
Við Kristi eiga vit trygd og Guðs kærleika
31Hvat eiga vit tá at siga um hetta? Er Guð við okkum, hvør er tá ímót okkum? 32Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum? 33Hvør vil ásaka Guðs útvaldu? Guð er tann, sum rættvísger. 34Hvør er tann, sum fordømir? Kristus Jesus er tann, sum deyður er, og meira enn tað, er risin upp frá deyðum, hann sum er við høgru hond Guðs, hann sum eisini gongur í forbøn fyri okkum. 35Hvør skal skilja okkum frá kærleika Krists! Trongd? Ella angist? Ella atsókn? Ella hungur? Ella nakni? Ella váði? Ella svørð? 36Tað er sum skrivað stendur: «Tín vegna verða vit dripnir allan dagin, verða mettir javnt við skurðseyð.» 37Men í øllum hesum vinna vit meira enn sigur við honum, sum elskaði okkum. 38Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur, 39hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, harra okkara.
Currently Selected:
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 8: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society