YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 85

85
1Til songmeistarans, av Kora sonum, ein sálmur. 2Tú hevði, Harri, til land títt yndi, forløgum Jákups vendi tú við; 3misgerðir fólks tíns tókst tú burtur, syndir tess allar fjaldi tú! Sela. 4Tú vreiði tína alla lætst fara, tína brennandi ilsku stillaði tú! 5Vend til okkara aftur, várar frelsunnar Guð, lat vreiði tíni móti okkum renna! 6Vilt tú allar ævir vera illur við okkum, lata vreiði tína røkka frá ætt og til ætt? 7Vilt tú ikki aftur til lívs okkum kalla, so at fólk títt kann í tær eiga gleði? 8Lat okkum, Harri, tína miskunn skoða, frelsu tína okkum tú veiti! 9Eg vil hoyra, hvat Guð Harrin talar! Frið hann talar fólki sínum, teimum heilagu sínum, og teimum, ið hjartanum venda til hans. 10Ja, nær er hans frelsa hjá teimum, hann frykta, brátt man dýrd taka búgv í landi várum! 11Mildi og trúfesti finnast á fundi, rættferð og friður heilsast við kossi. 12Sannleikur sprettur av jørðini upp, rættvísi skoðar av himni her oman. 13Ja, Harrin, hann gevur lukku, og land várt gevur grøði sína! 14Rættvísi gongur undan honum, og friður fylgir í sporum hans!

Currently Selected:

Sálmarnir 85: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Sálmarnir 85