Sálmarnir 83
83
1Ein songur, ein sálmur, av Ásafi. 2Guð, tú halt teg ei í friði, ver ei tigandi og stillur, o Guð! 3Tí sí, tínir fíggindar gera slíkan háva, tínir hatarar høvdinum lyfta! 4Loynibrøgd teir móti fólki tínum ætla, leggja ráðini saman móti teimum, tú goymdi. 5Teir siga: «Komið, úr fólkanna tali tey oyðum, aldri meira skal minnast Ísraels navn!» 6Ja, teir hava ráðlagt av einum huga, eru gingnir í felag móti tær saman, 7Edóms tjøld og Ísmaelitar, Móab og Hagritar, 8Gebal, Ammon, Ámalek, Filistaland og Týrusmenn. 9Eisini Assur er við teimum í hóslag og hevur arm sín Lots sonum lænt. Sela. 10Ger við teir sum við Midjan, sum við Sisera, sum við Jábin við Kisjon á, 11ið gingu til grundar við En-Dór og til taðfall á markini vórðu! 12Lat teimum gangast sum Órebi og Zeebi, øllum teirra høvdingum sum Zeba og Zalmunna! 13Tí at teir søgdu: «Vit vilja okkum vinna bústaðin hjá Guði!» 14Lat teir, Guð mín, verða sum leyvið, sum bosið, ið fýkur fyri vindi! 15Sum eldurin, ið kolar upp viðarskógv, sum login, ið svíður fjøllini av, 16soleiðis reki tú teir burtur við stormi tínum, ræði tú teir við óveðri tínum! 17Fyll teirra andlit við skommum, at teir mega navn títt søkja, Harri! 18Lat um ævir teir skammast og ræðast! Lat teir verða skemdar og fara til grundar! 19Lat teir sanna, at eina tú bert navnið Harri, hin hægsti yvir heimin allan!
Currently Selected:
Sálmarnir 83: FB
Highlight
Share
Copy

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society