YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 81

81
1Til songmeistarans; til gittit; av Ásafi. 2Hevjið fagnaðarróp fyri Guði, mátti várum, latið lovsongin glymja fyri Jákups Guði! 3Syngið og leikið á bumbu, á undurføgru hørpu og saltur! 4Blásið í lúður í tendring, og tá full sól lýsir á hátíðardegi várum! 5Tí so er tað siður í Ísrael, og ein rættur hjá Jákups Guði. 6Hann tað setti sum eina samtykt í Jósef, tá ið hann úr Egyptalandi fór út. Hann hoyrdi eitt mál, sum hann ikki kendi: 7«Eg byrðini lyfti av herðum hans, hans hendur eru frá børuni slopnar. 8Í neyðini tú rópti, og eg tær hjálpti, eg svaraði tær, í toruskýum fjaldur, eg teg við Meriba-vøtnini royndi. Sela. 9Lýð á, fólk mítt, og eg vil teg áminna, gævi, Ísrael, at tú bert meg vildi hoyra! 10Eingin má annar gud hjá tær vera, fyri fremmandum gudi tú ikki mást níga. 11Eg Harrin, eg eri Guð tín, hann, ið teg førdi úr Egyptalandi út! Lat upp munn tín, at eg hann kann fylla! 12Men fólk mítt ei hoyrdi mína reyst, og Ísrael vildi ikki meg lýða. 13Tá læt eg teir fara í tvørlyndi teirra, læt teir ganga eftir teirra egnu ráðum. 14Gævi, at fólk mítt tó vildi meg hoyra, Ísrael ganga vegir mínar! 15Brádliga eg læt tá teirra fíggindar lúta, eg hondini lyfti móti teirra øvundarmonnum. 16Hatarar teirra skuldu falla til jarðar, undirgangur teirra vara um ævir! 17Eg vildi tað metta við fiti av hveiti, við fjallahunangi eg vildi tað føða!»

Currently Selected:

Sálmarnir 81: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Sálmarnir 81