Sálmarnir 76
76
1Til songmeistarans; við streingjaleiki 2Kunnur er Guð í Júda, mikið er navn hans í Ísrael. 3Í Salem er tjaldbúð hans, á Zion er bústaður hans. 4Har breyt hann sundur boganna snarljós, skjøldur og svørð og bardaga vápn. Sela. 5Vegligur sýndist tú frá teim ævigu fjøllum. 6Herfongur gjørdust teir hugdjørvu kappar, fullu í dvala, møddust á hondum allir teir sterku seggir. 7Fyri hóttan tíni, Jákups Guð, blunda í svøvni bæði vagnar og hestar! 8Óttaligur ert tú, og hvør torir standa fyri vreiðinnar veldi tínum? 9Av himni tú dómin lætst ljóða, bivaði jørðin og stiltist, 10tá ið Guð seg reisti til dóms fyri at bjarga eyðmjúkum øllum á jørð. Sela. 11Tí mannavreiði má lovprísa tær, vreiðinnar leivdir mega veita tær sóma! 12Heitstreingi lovið og haldið fyri Harranum, Guði tykkara! Allir rundan um hann skulu koma við gávum. 13Høvdinganna mót hann kúgar, óttaligur er hann heimsins kongum.
Currently Selected:
Sálmarnir 76: FB
Highlight
Share
Copy

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society