Sálmarnir 74
74
Ein maskil av Ásafi. 1Hví hevur tú, Guð, okkum koyrt burtur med alla, hví rýkur tín vreiði móti tí fylgi, tú røktar? 2Minst til tín flokk, sum tú vanst tær í forðum! Gloym ikki arvagrein tína, Zions fjall, har tú býrt! 3Lyft upp tíni fet til tær ævigu toftir, í halgidóminum illa er fíggindin farin við øllum! 4Tínir fíggindar ýldu inni í samkomuhúsi tínum, síni merki teir settu sum merki har inni! 5Tað kendist, sum tá í viðalund øksir verða havdar á lofti. 6Alt skurðarverk, har inni var, teir við øksum og homrum høgdu sundur. 7Teir settu eld á halgidóm tín, í grund teir vanhalgaðu staðin, har sum navn títt hevur búgv! 8Teir søgdu í hjørtum sínum: «Týnum teir allar samlar!» Teir brendu øll Guðs samkomuhús um landið. 9Merki vár síggja vit ikki, profet hava vit ongan longur, hjá okkum er eingin, ið veit hvussu leingi! 10Hvussu leingi, Guð, skal fíggindin háða, øvundarmaðurin spotta títt navn allar ævir? 11Hví dregur tú hond tína til tín, krógvar tína høgru hond undir kappafaldi tínum? 12Og Guð er tó drottin mín úr forðum, hann ið frelsuverk útinnir á jørð. 13Tað var tú, ið kleyv havið við veldi, ið breyt høvur á drekunum á sjónum! 14Tað var tú, ið sló sundur Livjatans høvur og gav tey til føði fyri djór í oyðimørk! 15Tað vart tú, ið renna læt keldur og áir, ið turkaði upp teir avgomlu streymar! 16Tín er dagurin, og tín er náttin, tað vart tú, ið gjørdi til ljós og sól! 17Tú setti fyri jørðini markini øll, tú bjóst til summar og vetur! 18Og kortini fíggindin háðar, Harri, eitt fólk av dárum spottar títt navn! 19Gev ikki villdjórum turtildúgvu tína! Gloym ikki lív arminga tína um ævir! 20Hav sáttmálan í huga! Tí allir loynikrókar á landi eru fullir av órættar bølum! 21Lat ikki hin hjálparleysa venda aftur við skomm, lat hin arma og eyma tínum navni prísa! 22Reis teg, Guð, og fyri sak tíni stríð! Minst til tína háð allan dagin av dárum! 23Gloym ikki reystina á fíggindum tínum, í heilum hoyrist óljóðið av øvundarmonnum tínum!
Currently Selected:
Sálmarnir 74: FB
Highlight
Share
Copy

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society